týsdagur 23. september 2014síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108
6
Sosialurin
Auto Service 50 ár
T
að er sum at koma inn í ein
fíggjarstovn at koma inn
í móttøkuhølið hjá Auto
Service við Oyggjarvegin í Havn.
Samstundis sum starvsfólkini sita
við teldurnar og avgreiða kundar,
eru tey til reiðar at veita teimum,
sum koma inn á poleraðu gólvini
eina góða tænastu.
– Síðan vit byrjaðu okkara
virksemið við P/F Auto Service í
november 2005, hava vit arbeitt
miðvíst við at umbyggja og nú
tímansgera fyritøkuna soleiðis at
vit á øllum økjum kunnu liva upp til
tað, sum starvsfólk og kundar okk
ara eiga at vænta av eini nútímans
fyritøku, sigur Pól Jákup Poulsen,
stjóri hjá Auto Service.
Fólkini í kundamóttøkuni ar
beiða saman sum eitt team. Um
framt kundamóttakara eru eisini
fólk frá eykalutagoymsluni, verk
førarar og tekniski leiðarin har. Tey
eru til reiðar at hjálpa kundanum
við einum hvørjum fyrispurningi
– um bilurin skal á verkstað, keyp
av eykalutum ella annað í hesum
sambandi. Øll sum sita har hava
ábyrgd av, at kundin verður av
greiddur.
Filosofiin aftanfyri hetta kon
septið er, at kundin altíð skal kenna
seg væl at koma inn til Auto Service
– hann fær eina góða tænastu og
verður avgreiddur beinanvegin,
sigur Pól Jákup.
Virka sum ein eind
Tvær høvuðsinngongdir eru inn í
bygningin, ein í ovaru hædd, sum
er beinleiðis til kundamóttøkuna til
bilverkstaðin, eykalutagoymsluna
og skrivstovuna, og ein til bilasøl
una, sum er í niðaru hædd. Mill
um kundamóttøkuna og framsýn
ingarhøllina er ein stór trappa, sum
sameinir allar funktiónirnar, so tær
kunnu virka sum ein eind.
Framsýningarhøllin er ein av
teimum størstu av sínum slagi í
landinum – stór og innbjóðandi,
har fólk í friði og náðum kunnu
ganga millum bilarnar av teimum
ymisku bilmerkjunum og finna sær
tann rætta bilin. Pláss er fyri 18 – 20
bilum í framsýningarhøllini. Eisini
ein høll til klárgering av nýggjum
og brúktum bilum.
– Við einum grundøki upp á yvir
9.000 fermetrar og einum bygningi
upp á umleið 2.500 fermetrar er
pláss fyri yvir hundrað bilum, so
vit hava altíð eitt breitt úrval av
nýggjum bilum á goymslu um
framt teir brúktu, sigur Pól Jákup
Poulsen.
Starvsfólkini altíð dagførd
– Vit leggja stóran dent á, at øll
starvsfólkini innan tær ymisku
deildirnar altíð eru fakliga dagførd
og hava ta nýggjastu vitanina og
tey bestu amboðini at arbeiða við.
– Vit hava t.d. samrøðu við hvørt
einstakt av starvsfólkunum – fyri
at vita hvat tey hava áhuga fyri og
eru dugnalig til, so syrgja vit fyri, at
tey fáa neyðugu útbúgvingina fyri
at náa sínum máli til gagn fyri bæði
seg sjálvi og fyritøkuna.
– Tað er soleiðis í dag, at bilarnir
eru tekniskt so framkomnir, at um
starvsfólkini ikki hava ta vitan
og útbúgving, sum er neyðug, ber
als ikki til at dríva slíkt virksemi
á forsvarligan hátt, hvørki fyri
kundan ella fyritøkuna. Tað at
starvsfólkini altíð eru dagførd, og
at tey vita, hvar tey finna teir røttu
upplýsingarnar fyri at loysa ta
ávísu uppgávuna, ger at uppgávan
verður loyst skjótt og væl, sigur Pól
Jákup Poulsen.
maggi@sos.fo
– Fyri viðskiftafólk okkara skal
tað kennast sum ein verulig
uppliving, bæði tað tey síggja, og
tænastan tey fáa, sigur Pól Jákup
Poulsen, stjóri í P/F Auto Service
Auto Service er
ein uppliving