týsdagur 23. september 2014síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108
12
Sosialurin
Auto Service 50 ár
Arbeitt í tilsamans 125 ár
Mikudagin 1. oktober verður hátíðarhildið at trý av starvsfólkunum, tríggir mans,
kunnu hátíðarhalda at teir hava arbeitt í fyritøkuni í tilsamans 125 ár
Erhard Olsen fór sum 15 ára
gamal í læru sum bilmek
anikari hjá Auto Service í
Gundadali í 1974.
Ingibjartur Durhuus var
verkførari, og hinir sum arb
eiddu har vóru Andraes Dur
huus av Eiði, Mervin Thom
sen úr Hvalba og Sæfinn
Ljósá av Strondum.
Tá var verulig gongd kom
in á bilasøluna, og har var
nógv at takast við. Teir arb
eiddu mest upp á Datsun og
Peugeot, ið vóru tey bilmerk
ini sum Auto Service seldi tá.
Auto Service hevði eina
Shell bensinpumpu og ein
av uppgávunum var at selja
bensin.
Annars var nógv at gera
við dekkum. Bilar komu alla
staðni frá at keypa dekk og
at fáa dekkini skift. Serliga
var nógv at gera, tá fyrsti
kavin kom, og bilarnir skuldu
skifta til kava- ella píkadekk.
Arbeitt var við hond, dekkini
vórðu skift við dekkjørnum,
bæði pensónbila– og last
biladekk. Bilarnir stóðu fyri
tað mesta uttan fyri, meðan
dekkini vórðu skift inni á
verkstaðnum.
Tað var sum at koma í
eina aðra verð, tá flutt var
í nýggja bygningin á Hálsi
í februar 1978 við góðum
arbeiðsumstøðum, modern
aðum amboðum og nokk av
plássi.
– Umstøðurnar sum vóru,
tá eg byrjaði í Gundadali
fyri 40 árum síðan, og tær
sum eru á verkstaðum í dag
kunnu ikki samanberast,
sigur Erhard. Hann hevur
øll árini arbeitt á mekaniska
verkstaðnum, har hann javn
an hevur dagført sína vitan
og verið á nógvum ymiskum
skeiðum í nýggjastu tøknini.
Erhard Olsen
40 ára starvsdag
Erling Olsson fór í læru
hjá Auto Service í 1979. Tá
var fyritøkan flutt í nýggja
virkisbygningin á Hálsi.
Nógv fólk vóru í starvi, og
Ingibjartur Durhuus var
verkførari á mekaniska
verkstaðnum.
Hetta var í eini tíð, tá
bilarnir broyttust nógv.
Teir fingu t.d. elektroniska
tendring og elektroniska
innspræning.
Hetta
var
líkasum byrjanin til tað ov
urstóru menning sum er
farin fram til í dag, hvar ein
stórur partur er elektron
ikkur og teldur eru ein alt
meira vanligur partur av
arbeiðsamboðunum.
Erling hevur havt sera
fjølbroyttar
arbeiðsupp
gávur í fyritøkuni. Hann
arbeiddi í mong ár sum
plátusmiður og lakkerari,
og var hann verkførari á tí
deildini, umframt at hann
hevur verið í kundamót
tøkuni. Hann hevur eisini
verið partur av moderniser
ingini av bygninginum við
nýggjum innstallatiónum
o.s.fr.
Í dag starvast hann sum
húsavørður,
samstundis
sum hann er á mekaniska
verkstaðnum og hevur við
klárgerðing av nýggjum bil
um at gera.
Fyri meg er Auto Ser
vice eitt spennandi arbeiðs
pláss við nógvum ymiskum
avbjóðingum. Eisini hevur
tað verið sera áhugavert
at fylgt menningini, sum
er farin fram hesi 35 árini
eg havi arbeitt her, sigur
Erling Olsson.
Sum 15 ára gamal fór Ingi
bjartur Durhuus í 1957 í
læru sum bilmekanikari
hjá Wenzel Petersen úti í
Bakka í Havn. Eftir at hann
var
útlærdur,
arbeiddi
hann sum bilmekanikari
hjá Wenzel Petersen.
Tá fyritøkan P/F Auto
Service varð stovnað og
byrjaði sítt virksemi í 1964,
var
Ingibjartur
settur
sum
verkførari.
Hinir
sum arbeiddu har vóru
Jóhan Joensen og Edvin
Hammer, sum báðir, eins
og Ingibjartur, komu frá
Wenzel Petersen. Nakað
eftir tað byrjaði Sniðálvur
á Lofti úr Sandavági sum
lærlingur á verkstaðnum.
Á verkstaðnum var nógv
at takast við. Umframt at
Auto Service seldi Nippon
og Datsun bilar høvdu teir
service upp á Peugeot, sum
bilasølan Oleva og Francis
Goldney seldi. Nógvir av
Peugeot
bilunum
vóru
nýttir sum hýruvognar,
sum t.d. Peugeot 404 stati
oncar við 7 sitplássum.
Auto Service seldi eisini
Bridgestone dekk, og tað
gav nógv arbeiði. Dekkini
vórðu skift við handakraft
og nógv av arbeiðnum varð
gjørt uttandura.
Ingibjartur sigur, at arb
eiðið sum bilmekanikari
var heilt annarleiðis enn
tað er í dag. Teir høvdu
eingi tól, bert skrúvubløð
og skiftilyklar. Tað var tí
ein stór broyting at flyta
inn í nýggja bygningin hjá
Auto Service á Halsi, sum
var tikin í nýtslu í 1978. Har
vóru lyftarar, testarar og øll
nútímans amboð.
Eftir at hann í mong ár
hevði arbeitt sum verk
førari á bilverkstaðnum,
fór hann í annað starv,
har hann hevði mest við
garanti av nýggjum bilum
at gera. Nú er hann farin
niður í hálva tíð og hevur
nógvar ymiskar uppgávur
í fyritøkuni.
– Hetta hava verið 50 góð
ár við nógvum broytingum
í eini spennandi fyritøku,
sigur Ingibjartur Durhuus.
Erling Olsson
35 ára starvsdag
Ingibjartur Durhuus
50 ára starvsdag