Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-23, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2014síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108 Sosialurin Auto Service 50 ár N issan kemur nú á markn­ aðin við einum heilt nýggj­ um bili í sonevnda Golf- klassanum. Talan er um Nissan Pulsar, sum er ein smartur bilur frá Nissan í evropeiskum stíli, bæði hvat designi og koyrieginleikum viðvíkur. Pulsar er ikki eitt nýtt navn hjá Nissan. Fyrsti Pulsar kom á marknaðin í 1978 og var eins og hesin ein hatchback við fimm hurð­ um. Nissan Pulsar uppfyllir ynskini hjá allari familjuni. Innrættingin er liðilig við stórum viðførisrúmi og góðum beinpláss til tey ferðandi á baksetrunum. Bilurin er sera væl útgjørdur við hópin av innbygdum trygdarskipanum. Eisini er bilurin væl ljóðdoyvdur við komforti á høgum støði, so hann kennist sum ein størri bilur at koyra. Í fyrsta umfari fæst Nissan Pulsar við 1,2 turbo bensinmotori við 115 hk og 1,5 diesel við 110 hk. Diesel motorurin koyrir heilt upp í 28,6 km/l. Næsta ár kemur ein GTI útgáva við 190 hk. Frá Auto Service verður sagt, at nýggi Nissan Pulsar kemur á føroyska marknaðin í oktober. maggi@sos.fo E in heilt nýggjur minibilur frá Opel kemur á marknaðin næsta ár. Bilurin kemur at eita Opel Karl, eftir einum av syn­ unum hjá Adam Opel, sum stovnaði Opel verksmiðjuna. Sum skilst verður Opel Karl ein bíligur bilur. Karl verður væl minni og biligari enn Opel Corsa. Umleið somu stødd sum Chevrolet Spark. Tað er ikki nógv vit vita um Opel Karl, men Automotive News skrivar, at bilurin í fyrsta umfari fær 3- syl 1.0 bensinmotor við umleið 70 hk. Opel verksmiðjan Adam Opel AG í Rüsselsheim í Týsklandi er av álvara farin at uppkalla sínar forfedrar. Í 2012 kom Opel Adam, sum er uppkallaður eftir Adam Opel, ið stovnaði Opel verksmiðjuna. Opel Karl er uppkallaður eftir soni hansara Karl Opel. Adam Opel átti fýra aðrar synir: Wilhelm, Heinrich, Friedrich og Ludwig, so vit kunnu nokk vænta at teir koma at leggja navn til nýggj modell hjá Opel í framtíðini. Bilarnir hjá General Motors, sum verða framleiddir í Onglandi, eita ikki Opel men Vauxhall, og hesin Opel Karl kemur at eita Vauxhall Viva har. Viva er kent navn hjá Vauxhall frá 60-unum – eisini her hjá okkum koyrdu nógvir Vauxhall Viva Opel Karl kemur á føroyska mark­n­aðin í 2015. maggi@sos.fo Karl – nýggjur minibilur frá Opel Nýggjur Nissan Pulsar í oktober