týsdagur 23. september 2014síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108
14
Sosialurin
Auto Service 50 ár
Í
nøkur ár hava tvær av stóru
bilasølunum, Auto Service og
Reyni Service, bjóðað privat- og
vinnukundum at leasa sínar bilar í
staðin fyri at keypa teir.
Pól Jákup Pousen stjóri á Auto
Service sigur, at leasing er serliga
ætlað vinnulívinum – fyritøkum
og stovnum. Tó eru tað eisini
privatfólk ið velja at leasa bilar, tá
er grundgevingin í flestu førum, at
tað eru ongar óvæntaðar útreiðslur.
Kundin veit til eina og hvørja tíð
hvat mánaðargjaldið, kostnaðurin
av bilinum, verður fyri alt leasing
tíðarskeiði. Í grannalondum okkara
er tað at leasa ein vinnubil næstan
eins vanligt og at keypa bilin.
Tað eru nógv sløg av vinnubil
um og hava tær ymisku vinnu
greinarnar ymiskar biltørvir, alt
frá vøru og lastbilum í ymiskum
støddum til seljara og stjórabilar.
Smærri fyritøkur kunnu hava ein
ella nakrar fáar bilar meðan aðrar
størri fyritøkur hava fleiri bilar.
Ein vaksandi partur av vinnu
bilum verða leasaðir. Fyrimunir
við leasing er, at kapitalur verður
leysgivin og betrar um likviditetin
hjá fyritøkuni, tí pengingabindingin
er avmarkað í mun til keyp av bili.
Í sambandi við leasing av bilum
er tað soleiðis, at bilasølan eigur bil
in, meðan tann sum leasar bilin, er
skrásettur sum brúkari av bilinum.
Tann sum leasar bilin rindar eitt
fast mánaðarligt gjald, tað gjaldið
umfatar trygging, vektgjald, alt við
líkahald og dekk.
Við at leasa firmabilarnar verður
kapitalur leysgivin, sum kann
brúkast á øðrum økjum og til aðrar
uppgávur. Við at langleiga bilin er
startkostnaðurin munandi lægri
enn við keyp av nýggjum bili.
Eisini umsitingarliga er leasing
ein fyrimunur, kundanum nýtist
ikki at fara út at finna fígging, tað
er heldur eingi stovningar- og ting
lýsingarkostnaður av láni. Bert eitt
mánaðarligt gjald. Kundin nýtist
heldur ikki at hugsa um virðistap.
Langleiguavtalurnar verða tilpass
aðar tørvin hjá kundanum, sum t.d.
hvussu nógvar kilometrar hann
koyrir um árið.
Endamálið er eisini, at tað skal
vera ómakaleyst fyri kundan, sum
t.d. fær ein annan bil at koyra í, um
bilurin er á verkstað. Mest vanligt
er, at ein leasingavtala er galdandi
í 3-5 ár, tá hevur kundin møguleika
at lata bilin inn og síðan gera
eina nýggja leasingavtalu, sigur
Pól Jákup Poulsen, stjóri í Auto
Service.
maggi@sos.fo
Leasing av bilum
E
ftirlit og viðlíkahald av bil
um kann verða ein stór út
reiðsla fyri bileigarar, men
tað ber væl til at ogna sær ein
nýggjan bil og bert gjalda avdráttir,
vegskatt, trygging og dekk í trý ár.
Auto Service bjóðar eitt produkt,
sum teir sjálvir hava ment. Talan
er um Gullpakkan, sum var fyrsta
produktið av sínum slagi innan
keyp og sølu av bilum.
Tá kundin keypir nýggja bilin,
er Gullpakkin við í keypinum.
Eisini fær hann eitt skjal, sum
vísir, hvat Gullpakkin umfatar.
Avtalan er galdandi í trý ár frá
fyrsta skrásetingardegi at rokna
og fylgir altíð bilinum, eisini við
eigaraskifti.
Tá keypssáttmálin er undirskriv
aður, veit kundin, at hann fær ongar
óvæntaðar útreiðslur av bilinum.
Tað einasta hann skal gjalda afturat
avdrøgunum er vegskatt, trygging,
brennievni og dekk.
Øll bilmerkini
Gullpakkin virkar sum ein trygg
ing, sum tryggjar kundan ímóti
óvæntaðum útreiðslum í trý ár.
Pakkin er galdandi fyri øll bilmerk
ini, sum Auto Service umboðar:
Opel, Nissan og Peugeot.
Gullpakkin er bert galdandi fyri
persónbilar, ikki bilar sum verða
brúktir til vinnuligt endamál sum
t.d. hýruvognar, skúlavognar, vøru
bilar ella leigubilar.
Gullpakkin dekkar øll eftirlit
og viðlíkahald av bilinum sum t.d.
arbeiðsløn, eykalutir, olju, sprinkl
aravesku, útstoyt, stoytdoyvarar,
perur og viskarabløð. Alt hetta er
ókeypis í trý ár ella 90.000 km
Pól Jákup Poulsen, stjóri hjá
Auto Service, sigur, at teir sjálv
andi mugu hava síni fyrivarni.
Gullpakkin dekkar sjálvandi ikki
skaðar, herverk, stuldur og kosmet
iskt arbeiði. Hann leggur afturat at
í staðin fyri at brúka pengarnar til
eftirlit og umvæling av bilinum,
kann familjan heldur brúka peng
arnar til tað, sum tey sjálvi hava
hug til.
Gullpakkin gevur kundanum
økonomiskan
tryggleika.
Hann
fær ongar óvæntaðar útreiðslur
til viðlíkahld av bilinum. Av tí at
kundin ikki skal gjalda, tá hann
kemur til eftirlit og annað við
líkahaldsarbeiði av bilinum, vænta
vit, at allir bilarnir koma til eftirlit,
og trygdin verður sostatt í hásæti,
bæði fyri okkum og fyri kundan,
tí bilurin verður viðlíkahildin eftir
forskriftunum. Bilurin heldur eisini
virði, tá øll eftirlit verða hildin.
Kundin ger sína egnu fíggjar
ætlan, sum heldur í trý ár. Umframt
avdrøgini skal hann bert gjalda
vegskatt, trygging, brennievni og
dekk, sigur Pól Jákup Poulsen.
maggi@sos.fo
Auto Service hevur eitt væl umtókt produkt, ið
nevnist Gullpakkin, har kundin ongar viðlíka
haldsútreiðslur hevur av nýggja bilinum í trý ár
Gullpakkin
– ongar
óvæntaðar
útreiðslur