Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. september 2014 · Nr. 109 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen 22 ára gamli maðurin ar­ beiddi í lastini, meðan teir fingust við at lossa frystan makr­el úr gamla skálaberg, sum nú eitur Ilivileq. Teir høvdu hálað ein platt fullan av frystum makreli heilt upp úr lastini, tá platturin knappliga brot­ naði, og eskjurnar raplaðu nið­ur í lastina aftur. 22 ára gamli maðurin fekk so alt hetta oman yvir seg. Politistøðin í Havn fekk boðini klokkan 00.58. Mað­ ur­in doyði á staðnum. 22 ára gamli maðurin er Gunnar Zachariassen, ið var ein av leikarunum hjá EB/Streymi. Leo Poulsen Tá Sosialurin fekk orðið á Leiv­ur Persson frá Arbeiðs­ eftir­liti­num, vóru teir júst í ferð við at útgreina kann­ ing­ina av vanlukkuni. - Vit sita mitt í teirri út­ grein­ingini beint nú. Vit vita, hvat hendi, men vit kanna hví tað hendi, sigur Leiv­ur Persson. Hann váttar, at platt­ ur­in, sum var hivaður upp úr lastini, brotnaði, og tað, sum á honum lá, datt niður í lastina aftur og skaddi hin 22 ára gamla so dátt, at maður­in doyði á staðnum. - Vit skulu finna út av, hví hetta hendi, og eg fái ikki sagt meira sum so, tí okkara uppgáva er ikki at gita, men at vita, sigur Leiv­ ur Persson. Hann roknar við, at teir verða komnir til eina niður­ støðu fríggjadagin. Leo Poulsen - Tað er eitt ræðuligt sjokk. Soleiðis tekur Signar í Homr­um til, tá vit fingu orð­ið á hann fyrrapartin. Sum formaður í EB/ Streymi hevur hann evstu ábyrgdina av tí, sum hend­ ur í felagnum, men hesari van­lukku­ni hevði hann ikki rok­na við. - Fyribils hava vit kunn­ að nevndina og leikararnar, og tað verður so eingin venj­ing í kvøld. Vit hittast kort­ini at tosa um tingini, sig­ur Signar í Homrum. Hann sigur, at tað verð­ ur so ógvuliga tætt upp á hjá teimum. - Onkur í nevndini er trí­ menn­ingur við mammu­na hjá tí deyða, so tað verður so tætt upp á, sigur Signar í Homr­um. Dysturin sunnudagin verð­ur sjálvandi eisini út­ sett­ur. - Tá støðan er, sum hon er, er ikki annað at gera, enn at útseta dystin sunnu­ dag­in, sigur Signar í Homr­ um. Tað, at maðurin er so ógvu­liga ungur, ger ikki støðu­na betri. Hann var júst fyltur 22 ár, so tað er ógvuliga svárt, sig­ur Signar í Homrum. Doyði av arbeiðs­ vanlukku Ein 22 ára gamal maður doyði í nátt av einari arbeiðs­vanlukku undir lossing Vit eru øll skelkað - Vit hittast í kvøld, men tað verður eingin venjing. Vit skulu tosa saman, sigur Signar í Homrum, formaður í EB/Streymi Útgreina hendingina Arbeiðseftirlitið var hósmorgunin umborð á Ilivileq og kannaði tað, sum hendi tíðliga hósnáttina Leo Poulsen Hóast Faroe Ship tók ímóti fiski­num, arbeiddi 22 ára gamli maðurin ikki hjá tí felag­num. - Eg kann vátta, at deyði mað­ur­in ikki arbeiddi hjá okk­um. Annars hava vit gjørt av, ikki at úttala okk­ um um hetta málið, sigur Jóhan­na á Bergi, stjóri í Faroe Ship. Eisini har eru fólk skelk­ að av hendingini í nátt, sum kostaði einum 22 ára goml­ um manni lívið. - Sjálvandi ávirkar tað okk­um, og vit hava tosað um hetta í morgun, sigur Jóhan­na á Bergi. Úttala seg ikki um málið - Hetta er eitt sera syrgiligt mál, sum vit hava avgjørt ikki at úttala okkum um, sigur stjórin á Faroe Ship, Jóhanna á Bergi