Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 26. september 2014 · Nr. 109 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jóannes Hansen Tað fór sum ein eldur og stórur skelkur um før­oyska fótbóltsheimin hós­morgun­ in, tá ið sorgarboðini bórust um, at ein av spælarunum hjá EB/Streymi – 22 ára gamli Gunnar Zachariassen – hósnáttina doyði í arbeiðs­ vanlukku í Havn. Rúni Nolsøe er venjari hjá EB/Streymi, og harvið hev­ur hann mest sum hvønn dag síðani eina ferð stutt eftir ársskiftið havt við Gunnar Zachariassen og lið­felag­ar hansara at gera. – Vit vandu týskvøldið, og vit høvdu avtalað at møt­ast aftur hóskvøldið klokk­an 18. Gunnar var væl upp­lagdur og í góðum hýri, tá ið hann fór til hús. Tíðliga hósmorgunin fekk eg frá formanni okkara syndar­ ligu boðini um, at Gunnar var deyður. Tá ið sovorðið rak­ar, so hevur fótbólturin ong­an týdning. Eg ringdi til allar spælararnar fyri at bera teimum tungu boð­ini. Onkrar purraði eg út, með­ an aðrir vóru farnir í skúla og til arbeiðis, tá ið eg fekk fatur á teimum. Vit eru allir í djúpari sorg og stórum skelki. Tað ber ikki til at hava fokus á fótbóltinum. Vit hava avrátt at møtast í kvøld (hóskvøld) at tosa sam­an. Eg dugi ikki at ímynda mær, at vit fara at venja og spæla, meðan Gunn­ar stendur undir børu, og harvið verður dysturin við Margáir sunnudagin ímóti NSÍ útsettur, segði Rúni Nolsøe á middegi í gjár. Hvussu minnist tú Gunn­ ar Zachariassen? – Eg havi verið venjari hjá honum hesi bæði sein­ astu árini. Tað hevur ongan­ tíð verið ivi um evnini hjá Gunnari, og serliga í ár og nú í heyst hevur hann verið ein av álitismonnunum á liðnum. Hann hevur veru­ liga tikið við ábyrgd, sigur venjarin hjá EB/Streymi, Rúni Nolsøe. – Bill Jacobsen er saman við Heðini Askham venjari hjá U21 landsliðnum. Gunn­ ar Zachariassen hevur trý tey seinastu árini verið part­ur av hópinum, og hann er skrásettur at hava spælt ellivu dystir. Bill Jacobsen: – Heðin Askham ringdi tíð­liga í morgun við sorgar­ boð­unum um, at Gunnar Zacharias­sen var deyður í arbeiðsvanlukku. Hetta kenn­ist sum stórur skelkur og so óveruligt. Tað eru bara góðar tvær vikur síðani, at vit í fleiri dagar vóru saman í sambandi við fyri­reik­ ing­arnar til lands­dyst­in á Svangaskarði ímóti Monte­ negro, sum vit 9. sep­tem­ ber vunnu 1-0. Vit vóru allir samdir um, at Gunn­ar Zachariassen var ein av ber­ andi kreftunum á lið­num, sigur Bill Jacobsen. Hvussu minnist tú Gunnar Zachariassen? – Tað hevur altíð verið eyð­sýnt, at gávurnar at spæla fótbólt vóru framúr. Tí var tað, at hann fekk høvi at royna seg í Brøndby og síðani spældi við danska 1. deild­ar­liðnum AB. Sum so nógv­ir aðrir unglingar, so hevði Gunnar persónligar av­bjóðingar, sum eitt skifti høvdu við sær, at tað var tor­ført hjá honum at laga seg til liðið. Nú er nakað síðani, at tað heilt týðuliga sást, at Gunnar var vorðin vaks­in. Tað var ein fragd at hava hann í hópinum, har hann bæði sosialur og ábyrgd­ar­fullur, og undir venjing og í dystunum vísti hann, at gávurnar komu til sín rætt, og hann blomstraði sum fótbóltsspælari. Hann droymdi um at verða úttikin til landsliðið, og sum tað nú gekk hjá honum, so dugdi eg ikki annað enn at ímynda mær, at landsliðsvenjarin skjótt hevði sent boð eftir hon­um, sigur Bill Jacobsen, annar av venjarunum á U21-landsliðnum, ið – á sama hátt sum venjarin hjá EB/Streymi, Rúni Nolsøe – hugsar um tey næstu, sum hava mist so ómetaliga nógv. Virgar Hvidbro, aðal­ skrivari í Fót­bólts­sam­ bandi­num, hugsar fyrst og fremst um tey næstu, sum hava mist Gunnar og um tey í EB/Streymi, sum gjára­ nátt­ina mistu ein hollan lið­ felaga. Tá ið vit tosaðu við aðal­skrivaran á middegi í hós­dag­in, dugdi hann ikki at siga, hvussu vanlukkan og stóri skelkurin fer at ávirka fótbóltsvikuskiftið, sum stendur fyri framman: – Vit bíða eftir, hvussu tey avvarðandi leggja jarðar­ferð­ina til rættis. Eg havi einki frætt um tað enn, men eg dugi ikki at ímynda mær annað, enn at dysturin í Streymnesi mill­um EB/Streym og NSÍ verð­ur útsettur til eina ferð í næstu viku. Hvussu tað verður við hinum dystu­ num valdast, nær jarðar­ ferð­in verður. Gunnar Zacharias­sen var ein av U21 landsliðsspælarunum, og tað er so sjálvssagt, at liðfelagarnir ynskja at minnast hann og at vísa honum heiður við at fylg­ja honum til gravar. Í útgangsstøðuni rokna vit við, at hinir fýra dyst­ir­nir verða spældir sunnu­dag­ in, men nú fáa vit at síggja, sigur Virgar Hvid­bro, aðalskrivari í Fót­bólts­sam­ bandi Føroya. Sorgin nívir føroyska fótbóltin 22 ára gamli Gunnar Zachariassen, kendur leikari í EB/Streym og ein av U21 landsliðsspælarunum doyði hósnáttina í arbeiðsvanlukku á umborð á skipi í Havn