Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. september 2014 · Nr. 109 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sea Shepard fekk nógva umtalu, men sleppur ikki so lætt næsta ár Sea Shepard vann helst ein sigur, tá ið føroyska Løg­ting­ ið hevði eitt serligt orðaskifti um felagsskapin og aðrar fe­ lags­skapir av sama slag. Sea Shepard hevur sum høv­uðs­mál at skapa umtalu av felagsskapinum, so fólk hoyra um hann og at so nógv teirra sum møguligt gjalda pen­ing til felagsskapin og tær verkætlanir, Paul Wat­ son og hansara finna uppá. Tjóðveldi legði fram eitt upp­skot til samtyktar, sum Løg­tingið hevur havt til 1. við­gerð­ar. Orðaskiftið vísti greitt, at flestu tingfólk og flokk­ar halda, at støðan, sum vit hava havt í summar, ikki skal endurtaka seg. Okkurt skal gerast, men meira ivasamt er hvat. Uppskotið hjá Tjóðveldi er soljóðandi: Løgtingið heitir á lands­stýr­ ið um skjótast møguligt at leggja fram neyðugar lóg­ar­ broyt­ing­ar soleiðis, at skip­ast kann ein verulig til­búgv­ing, og átøk fremjast, sum kunnu fyri­byrgja, at ein­stakl­ing­ar, umboð fyri fe­lags­skap­ir og útgerð, ið hava sum frá­boð­að enda­mál at frem­ja ólóg­ligt virk­semi ella at hótta lóglig rætt­indi í Før­oy­um, kunnu koma til landið ella kunnu út­inna fyri­reik­ing­ar til tílíkt virk­semi í Føroyum. Hartil heitir Løgtingið á lands­stýri um at leggja fyri Løg­ting­ið eina frágreiðing um, hvussu tryggj­ast kann ein støðug upp­lýs­ing mót­ veg­is al­tjóða sam­fe­lag­ num um av­leið­ing­arn­ar av ólóg­liga virk­sem­in­um og grund­gevingarnar fyri átøk­ un­um hjá føroyskum mynd­ ug­leikum Til samtyktar Uppskotið er til samtyktar og so­statt ein áheitan á lands­stýr­ið um at gera okk­ urt, sum forð­ar fyri, at slík­ir fe­lags­skap­ir sleppa til Før­oy­ ar, men tað mæl­ir eisini til, at Føroyar fram­hald­andi upp­ lýsa altjóða sam­fe­lag­num um hvat hend­ir í Før­oy­um. Uppskotið til samtyktar fekk rættuligt kjak í gongd um, hvat vit eiga at gera. Poul Michelsen, Fram­ sókn, segði: – Okkara einasta vápn er at argumentera og fortelja, hvat tað er, vit gera, og at hetta bæði er lógligt og burð­ ar­dygt. Hann greiddi frá einari upp­liv­ing í Mexico City, tá ið hann í samband við eitt brúd­leyp hitta eina kvinnu, sum hevði mynd av tveimum lund­um. – Hetta eru míni børn, segði hon. Hon hevði ikki meira enn sagt tað, so lat í einari, sum kendi til føroysk viðurskifti: – Lundi smakkar væl. Kvinnan var skelkað, tá ið hon fekk at vita, at vit eta lundan. Hon helt, at hon be­talti til tveir lundar, sum vóru fostraðir upp í Alaska, men tað vísti seg nú, at hesi fólk sum gjalda, als ikki vita hvat tey gjalda til. – Tí er tað avgerandi, at vit framvegis argumentera og upplýsa, at vit liva her og vit gagnýta tilfeingið á ein burð­ar­dygg­an hátt, segði Poul Mich­el­sen. Felags tiltøk Tað tyktist eisini eftir orða­ skift­in­um at døma, at semja er um, at tað eru lands­mynd­ ug­leik­arnir, sum eiga at seta neyð­ug tiltøk í verk. – Tí eg haldi ikki, at tað er rætt, at kommunurnar hvør sær royna at seta forð­ing­ar upp. Hetta er ein lands­upp­ gáva, sum lands­mynd­ug­ leik­ar­nir eiga at taka sær av, segði Kristin Michelsen, Javn­að­ar­flokk­ur­in, og borg­ ar­stjóri á Tvøroyri. Bill Justinussen, Mið­ flokk­ur­in, helt eisini, at al­ mennu Føroyar eisini eiga at kunna føroyingar um, hvat verð­ur gjørt, og hvussu til­ búgv­ing­in er. Fleiri tingfólk funnust at, at tá ið grind var á Sandi, tá var tilbúgvingin ikki nóg góð, tí um­boð fyri Sea Shepard sluppu oman á sandin at gera ónáðir. Um tilbúgvingin hevði verið nóg góð, so áttu hesi fólk ikki at sleppa oman á sand­in, hildu fleiri. – Tað kann gott vera, at løgregl­an hevði eina til­búgv­ ing, men hon var als ikki klár, tá ið grindin var klár at halda til, segði ein av upp­skots­still­ ar­un­um, Páll á Reyna­túgvu, Tjóð­veldi. – Fólk frá Sea Shepard sluppu oman á sandin og løgdu seg fyri, tá ið grindin var hildin til. Tað kundi lætt­ liga enda við einari vanlukku, helt hann. Meira fólk næsta ár Fleiri tingfólk vistu at siga frá tingsins røðarapalli, at Sea Shepard hevur boðað frá, at næsta ár er ætlanin at koma við fleiri fólkum og meira útgerð. Tað vil Løgtingið eftir kjak­inum at døma ikki finna seg í. Jacob Vestergaard, lands­ stýr­is­mað­ur, hevur sagt, at nú verða hendingarnar í summ­ar eftirmettar og so verð­ur gjørt av, hvussu alt hetta skal handfarast næsta ár. Hann hevur eisini víst á, at Føroyar er bundið at al­ tjóða avtalum, og tað ger, at vit ikki bert kunnu seta fólki bann at koma inn í landið. Fleiri tingfólk, mill­um ann­að ein av upp­skots­still­ ar­un­um, Høgni Hoydal, Tjóð­ veldi, gjørdi eisini vart við, at upp­skot­ið ikki mælir til, at vit bróta hesar avtalur og tey rættindi fólk hava, men held­ur hevur til endamáls at kanna eftir, hvat kann ger­ ast. Uppskotið var beint í rætt­ar­nevnd­ina. Tingfólk lovaðu, at sama skil verður ikki við Sea Shepard fólkunum næsta summar Kunningin til almenningin eigur eisini at vera nógv betri. Ein tilbúgving hevur verið klár, men almenningurin hevur ikki fingið at vita, at løgreglan hevur fylgt við, hvat felagsskapurin ger í Føroyum. Bill Justinussen, Miðflokkurin Tað er best at lands­myndug­leikarnir avgera, hvat vit skulu gera og siga. Um tað er komm­un­urnar, so fáa vit ikki ein felags holdning til hvat vit gera. Kristin Michelsen, Javnaðarflokkurin Eg haldi tvørtur­ ímóti, at tá ið grind var á Sandi, tá sóu vit eina vælvirkandi tilbúgving. Og eg haldi, at vit eiga at seta dagsskránna, tá ið tað snýr seg um grind. Elsebeth M. Gunnleygsdóttur Hetta kjak hevur helst givið Sea Shepard bestu umtaluna og tað er tað tey ynskja tey sær. Eivind Jacobsen, Sambandsflokkurin Tað hevur verið alt ov lætt at gera seg inn á føroyska siðvenju í summar og tað kunnu vit als ikki góðtaka Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi Tey hava bilar og bátar og tey ganga í búna, so uppá ein ella annan máta er tað at meta, sum Føroyar eru hersettar, segði Kári P. Høgaard. Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin