Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 26. september 2014 · Nr. 109 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt – Eg má koma burtur úr hes­ um málinum. Tað má fáa ein enda nú. 47 ára gamli Sverri Nilssen tosar um málið, sum hevur fylgt honum síðstu 10 árini. Hann hevur lært seg at liva við protesuni, ið er sett á høgra undirarm. Men hann hev­ur framvegis ilt við at góð­taka orsøkina, hví pro­ tes­an situr har. Týsdagin skal Sverri Nils­ sen møta í Eystara Lands­ rætti. Hann vónar at fáa við­ hald, men gleðir seg nærum eins nógv til at fáa málið út av verðini. – Tað verður ótrúligt at seta punktum. Málið hevur nú koyrt í 10 ár, og tað kann eingin halda til, sigur Sverri Nilssen. Trý og eitt hálvt ár eru síðani, at Føroya Rættur feldi dóm í málinum. Sverri Nils­sen fekk ikki viðhald. Hann megnaði ikki at sann­ føra dómaran um, at sloppið kundi verið undan at ampu­ tera høgra undirarm, um so er at yvirlæknin á Suðuroyar Sjúkrahúsi hevði hildið fram við regluliga eftirlitinum, heldur enn at sleppa sjúk­ ling­inum leysan. Sverri Nielsen hevði ann­ars fingið viðhald frá Patientklagenævnet og Rets­ lægerådet, sum bæði komu til ta niðurstøðu, at yvir­ læknin átti at hildið fram við eftirlitinum, tá afturi í november 2003. Tað bleiv sum nevnt ikki gjørt. Men eftirtíðin skuldi vísa, at ein knútur framvegis var í høgra undirarmi. Á heysti árið eftir var hann somikið stórur, at hann máldi 6-8 sentimetrar í diametur. Sverri Nilssen varð sendur á Ríkissjúkrahúsið, sum í fyrstu atløgu ikki metti knút­ in at vera illkynjaðan. Men nærri kanningar staðfestu tað øvugta, og 20. januar 2005 varð høgri undirarmur tikin. Tá var knúturin vaksin til uml­eið 15 sentimetrar í dia­ metur. Hóast Sverri Nilssen hevði fingið viðhald frá bæði Patientklagenævnet og Rets­ lægerådet, ávíkavist í 2005 og 2008, so fríkendi Før­oya Rættur sum nevnt Suður­ oyar Sjúkrahús og táverandi yvirlækna, Jan Jespersen. Sak­søkjarin kundi ikki prógva, at læknafeilurin var bein­leiðis orsøk til, at høgri undir­armur seinni mátti amput­erast. Sverri Nilssen valdi at skjóta dómin í Føroya Rætti 7. mars 2011 inn fyri Eystara Landsrætt. Myndir Sambært Sverra Nilssen og verja hansara, Christian Andreasen, eru nýggjar upp­lýsingar komnar fram í mál­inum, síðani tað var fyri í Føroya Rætti. Talan er um rønt­genmyndir, ið vórðu tiknar av høgra undirarmi hjá Sverra Nilssen, og sum Retslægerådet nú hevur havt møguleika at úttala seg um. Enn er tó ógreitt, hvønn týdning hesar myndirnar hava fyri málið, nú tað kemur fyri Eystara Landsrætt. Lagnunar speisemi vildi tað soleiðis, at somu mynd­ ir eftir øllum at døma eru horvnar. Tær eru sendar í fys­i­skum formi frá skriv­stovuni hjá Eyst­ara Landsrætti í Keyp­manna­ havn til Advokat­skriv­stovu­ na á Frúutrøð í Havn. Bræv­ bjálv­in er framvegis ikki kom­in fram. – Tað er sjálvandi harmiligt, men broytir neyvan tað stóra. Retslægerådet hevur úttala seg um myndirnar, sigur Christian Andreasen. Próvbyrðan Sambært verjuadvokatinum fekk málið eina slagsíðu í Føroya Rætti. – Tá serfrøðin á økinum staðfestir, at talan er um ein læknaligan feil, so vendir próv­byrðan. Tá má tað vera upp til sjúkrahúsverkið at prógva, at armurin ikki varð tikin av hesi orsøk, argu­men­ terar Christian Andreasen. Verjuadvokaturin hev­ ur arvað málið frá sín­um starvsfelaga á Advo­kat­ skriv­stovuni, Jógvan Elias Winther Poulsen, sum á sinni førdi málið í Føroya Rætti. – Hetta er dømi um eitt mál, har ein borgari kemur í klemmu av einum gomlum systemi, sigur Christian Andrea­sen, sum ilskast inn á at eitt mál kann taka so drúgva tí. Sama kenslan situr djúpt í Sverra Nilssen. – Tað hava verið bæði góð og ring ár. Eg má bara góðkenna, at eg megni ikki tað sama, sum áðrenn eg misti armin, og kenslan av hjálparloysi vitjar viðhvørt. Men í einum rættarsamfelag mást tú ikki halda teg aftur í at krevja tín rætt, sigur Sverri Nilssen, sum í sama viðfangi blankt viðgongur, at hann hevði ikki klárað eitt slíkt stríð einaferð afturat. – Eg hevði ikki gjørt hetta umaftur. Tað havi eg snøgt sagt ikki psyku til, sigur Sverri Nilssen. Hann er tó glaður fyri, at hann í 2011 valdi at fara víðari í Landsrættin við málinum, og hann sær fram til dómin: – Hóast sera drúgvu við­ gerðartíðina, so kenni eg meg vera í góðum hondum í rættarskipanini, og eg eri ikki bangin fyri at møta í Landsrættinum týsdagin. Eg eri bara glaður fyri at málið fær ein enda nú, og má bara taka dómin, sum hann kemur, sigur Sverri Nilssen. Sverri Nilssen arbeiddi innan jørð & betong, tá høgri undirarmur varð ampu­ter­ aður. Hann arbeiðir í dag sum gartnari. – Eg havi sera gott sam­ starv við Skógrøktina. Eg klári ikki tungt arbeiði, men kann klára meg innan gartnara-yrkið, sigur Sverri Nils­sen og endurtekur sína gleði við at fáa málið av­ greitt: – Fyrr fekk eg nógv burt­ ur­úr, men nú kemur einki burtur úr hjá mær. Rætt­ armálið liggur sum ein fót­ ongul fyri øllum øðrum, sum eg skal takast við. Eg má koma víðari í lívinum, sigur Sverri Nilssen. Stutt eftir at dómur varð sagdur í Føroya Rætti andaðist yvirlæknin Jan Jespersen. Teir báðir kendust, og Sverri Nilssen leggur dent á, at málið ikki er persónligt. – Málið koyrir í rættinum, men Jan er farin. Vit vóru ongantíð óklárir. Hetta snýr seg um okkara sjúkrahúsverk, sum eg haldi eigur at kunna viðganga, at eisini tey gera feilir, sigur Sverri Nilssen. Fyrst í oktober, tá málið í Eystara Landsrætti er farið afturum, fer Sverri Nilssen til Danmarkar at fáa sær eina nýggja og betri protesu. Eg hevði ikki gjørt hetta umaftur Punktum verður loksins sett í 10 ára gomlum stríði millum Sverra Nilssen og Suðuroyar Sjúkrahús. 47 ára gamli tvørámaðurin tvíheldur um, at læknafeilur var orsøk til, at hann misti høgra undirarm. – Eg eri bara glaður um, at málið fær ein enda, sigur Sverri Nilssen, sum skal møta í Eystara Landsrætti týsdagin tíðindi – Tað verður ótrúligt at seta punktum. Málið hevur nú koyrt í 10 ár, og tað kann eingin halda til, sigur 47 ára gamli Sverri Nilssen, sum týsdagin skal møta í Eystara Landsrætti