hósdagur 25. september 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. september 2014 · Nr. 109
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Góði elskaði beiggi.
Tað er so óveruligt, at eg her í kvøld skal skriva minn
ingarorð um teg, góði Eyðstein.
25. september 2013 er og fer altíð at verða ein sorgardagur
fyri meg og okkum. At ein vanligur gerandisdagur, sum tann
25. september 2013 var, kundi enda soleiðis, er ikki til at skilja.
Boðini vóru tung, at tú ikki longur vart millum okkum. Tað
var, sum steðgaði heimurin upp fyri meg, men sjálvt um eg
stóð í stað og var í sorg, sá eg at heimurin fór víðari í sama
lag. Ikki kundi eg skilja, at tú ikki longur var millum okkum,
eg vildi ikki trúgva tí, eg hevði jú akkurát sæð teg, tosað við
teg, ja, verið í Suðri í vikuskifti saman við tær og Lenu. Hvat er
gingið so galið, at øll verðin hjá okkum broyttist so ógvusliga?
Hví, spyrji eg hvønn dag. Nógvir eru spurningarnir, men einki
svar er at fáa.
Góði elskaði Eyðstein, eg hugsi nógv um teg. Eg hugsi
um teg, tá tú enn vart millum okkum, eg hugsi um teg nú, tú
vónandi, er saman við pabba og eg hugsi um teg, um tú enn
hevði verið her hjá okkum og hvussu framtíðin hevði verið.
Tankarnir eru har hvønn dag, og ofta hugsi eg, hvussu eg skal
reisa meg frá hesum. Men so hugsi eg um teg, og allar tær
góðu, stuttligu, ja, sjálvt tær torføru løturnar, vit hava havt
saman, og soleiðis fella hesi túsund stykkini man er brotin
sundur í, eitt og eitt saman.
Sum smádrongur, ja kanska altíð, vart tú eitt sind
ur kúllasligur. Eg hugsi ofta aftur á dagarnar, har eg sum
smágenta glað rann ímóti tær, tá ið tú kom heim við buss
inum frá skúlanum, og so kúllasligur sum tú vart, so bað tú
meg altíð bera tína tungu skúlatasku, og eg tað gjørdi, sjálvt
um taskan nokk vigaði tað sama sum eg, um ikki meira. Altíð
dámdi tær væl at arga meg, og eg beit á hvørja ferð. Sum
systkin hava vit ofta verið ósamd og havt okkara dystir, men
vit hava so sanniliga eisini verið góð og verið har fyri hvønn
annan.
Eg sakni at hoyra títt flenn, síggja teg, tosa við teg og
klemma teg. Eg sakni at síggja teg í tínum treylara, sum
tú vart so glaður fyri. Eg sakni at síggja teg koyra framvið
mínum arbeiðsplássi, og so glaður heilsa uppá meg. Eg hevði
viljað skrúvað tíðina aftur, og vónandi kunnað hjálpt tær.
Men okkurt hevur verið áfatt hjá tær, tú hevur ikki havt tað
gott innast inni í tær sjálvum, men eg vóni at tú hevur tað
betur, har tú nú ert.
Vit mistu pápa okkara fyri 27 árum síðan. Tað var sera hart
fyri teg og komst tú teg nokk ongantíð frá tí. Av tí, at eg aldrin
møtti pápa mínum, hevur tú altíð verið tann, ið eg havi sæð
upp til. Tú hevur verið tann, sum skuldi ansa eftir mær, tú ert
tann, sum skuldi vera við mína lið, tá eg uppnáddi eitthvørt í
lívinum, men soleiðis vildi lagnan tað ikki. Ístaðin hopi eg, at
tú og pabba hyggja og ansa eftir mær, har sum tit nú eru.
Góði elskaði Eyðstein. Aldrin komi eg at skilja tað, sum
hendi, og altíð koma tað at vera ósvaraðir spurningar. Sorgin
verður altíð har, saknurin og tárini, tómrúmið hvørvur aldrin.
Hjartað hjá mær manglar nú tvey pettir, sum eg aldrin fái
aftur. Men eg vóni, at eg ein dag skal síggja og vera saman við
tær og pabba, soleiðis at mítt hjarta aftur verður heilt.
Góði beiggi, eg hopi at tú hevur tað gott har tú nú ert, og
sær til okkum øll við einum smíli og kærleika.
Deyðin er ikki tað seinasta, eg eri bara farin um sýnina.
Eg eri eg, tú ert tú. Tað, sum vit áður vóru fyri hvør øðrum,
tað eru vit enn.
Nevn meg við navni, nýt mítt yndisnavn, práta við meg um
leyst og fast, sum vit altíð gjørdu.
Lat røddina vera hina somu, hóast sorg og sakn. Flenn,
soleiðis sum vit vóru von at flenna saman at onkrum
skemtiligum. Hugna tær, brosa, hugsa um meg, bið fyri mær.
Lat navn mítt framvegis hoyra uppí okkara húski. Tala um
meg natúrliga, ikki við gráturødd.
Lívið er framvegis dýrabart, tað er eins og tað altíð var; tað
heldur fram øld eftir øld.
Deyði og lív hoyra saman. Hví skuldi eg fari úr huga, um eg
fór úr eygsjón?
Eg bíði bara eftir tær, um eina stund, onkustaðni her í nánd,
aftan fyri sýnina.
Alt er sum tað eigur at verða.
Hvíl í frið mín elskaði beiggi.
Lítlasystir
Minningarorð um Eyðstein Leonsson Johannessen
Undirritaði dvaldi í fjør heyst
ein mána á San Cataldo, hes
um legendu-sveipta frístað
num í fjøllunum í Suður
italia, oman fyri Amalfi.
Vit vóru, umframt danir,
trý úr Føroyum, Kirsten,
undirritaði og Maja Lind
Ziska,
teaturpall-sniðgevi,
úr Klaksvík. Nøkur okkara
byrjaðu dagin við morgun
sangi uppi í musikkstovuni,
við klaverfylgispæli. Bror
son, Grundtvig ella PH eru
kveikjandi, tá hanar gala og
morgunsólin sær á vínleyv
og kastanju. Á fjallaferð
sungu vit “Føgru blómu”,
sum ljómaði so paraliga und
ir liðini á “Bella Ciao”, stríðs
sanginum hjá italiumonn
um.
Tá ið navnið Marianne
Clausen fleiri ferðir varð
nevnt á hesi ferð, kom tað av,
at tónleikur rúgvaði so nógv
upp her suðuri. Men høv
uðsgrundin var, at hjúnini
Niels Davidsen-Nielsen, mál
frøðingur, og kona hansara
Marianne,
sálarfrøðingur
– sum vit hittu her suðuri -
vóru hennara vinir og sungu
í hennara kóri. Eg havi havt
tann heiður at samstarva
eitt sindur við Marianne
tey seinnu árini. Her suðuri
høvdu vit ein felags kenning,
sum vit virdu og hvørs virki
vit fegnaðust um.
Marianne Clausen, fødd
í 1947, var musikkgranskari
og kórleiðari. Sín áhuga
fyri føroyskari kvæða- og
sangmentan fekk hon frá
faðir sínum Karl Clausen,
ið sjálvur var gitin musikk-
vísindamaður
(og
diri
gentur og tónaskald), gjørdi
upptøkur av vísu- og kingo
sangi í Føroyum árini 1967-
72 og, kunnu vit siga, gekk
í fótasporunum á gitnum
eldri
granskarum
sum
Hjalmar Thuren og Hakon
Grüner-Nielsen.
Marianne
ferðaðist til Føroya við faðir
sínum, fekk innlit í okkara
gomlu og sjáldsomu kvæða
mentan, skilti skjótt før
oyskt og kom við sínum inn
savningararbeiði at kenna
eina fjøld av fólki víðahvar
í oyggjunum. Møtið við Før
oyar gjørdist hennara lagna.
Her legði hon sítt lívsverk.
Marionnusa fyrstu verk
vóru ritgerðin Åndelig vise
sang på Færøerne, 1975 (ein
ritgerð eftir Karl Clausen,
sum hon greiddi lidna úr
hondum), og Hundredesyv
visebogen,
1995.
Síðani
greiddi hon fimm stórverk
úr hondum. Í tí fyrsta,
Atlantsløg og Atlantsløg II,
1996-97, eru uppskriftir av
tilsamans 439 løgum eftir
Regin Dahl, eitt risaarbeiði,
sum gjørdist neyðugt, av tí at
Regin Dahl, hesin veingjaði
tónayrkjarin, ikki hevði høvi
til at transskribera síni egnu
løg. Hennara næsta verk var
Føroya kvæði VIII. Løgini,
2003, við meira enn 1300 upp
skriftum av kvæðaløgum úr
Føroyum. Í 2006 kom Andlig
vísuløg í Føroyum, í 2010
kom Vísuløg í Føroyum (við
føroyskum løgum til danskar
fólkavísur) og í 2012 Skjaldur,
rímur og ramsur.
Tíðliga í heyst kom so
seinasta verkið hjá Marionnu
– Føroya ljóð í kvæðum, ví
sum, sálmum og skjaldrum.
Henda bókin er – sum heitið
vísir – ein samandráttur av
øllum lívsverkinum hjá Mari
onnu, har hon – úr hinum
bókunum – leggur eitt úrval
fram við 280 lagadømum,
kvæða-, vísu-, sálma- og
skjaldursløg.
Men
henda
bókin er meira enn tað. Tí
her borðreiðir høvundurin
við síni vitan um føroyska
søgu, siðsøgu og musikksøgu,
um kirkju- og trúarmentan
og um umskiftið, eftir at vit
fingu harmonium og orgul í
kirkjunum.
Eisini fortelur hon søguna
um tekstútgávur, innsavning
og innsavnarar, greinar sjón
armiðini aftan fyri upp
skriftarháttin
og
greiðir
frá, hvussu hesi sjónarmið
broyttust og greinar enntá,
vísandi til serfrøðina, tann
musikalska bygnaðin í før
oyskum fólkaløgum. Skjaldr
ini skipar hon í sjey part
ar. Hugtakandi er at lesa,
hvørjar tankar Marianna
ger sær um okkara stundum
gátuføru skjaldur, eitt nú tey
furðuligu
“Brakalurkasar
kirkja” og “Grát ikki, grát ikki,
lítil kinn”.
Henda seinasta bókin er
soleiðis vitnisburður um vídd
ina og dýpdina í Marionnusa
tokka til okkara musikalsku
miðaldarmentan. Her kanst
tú lesa um møtið millum
katólska og lutherska tíð, um
katólskt eftirljóð í føroysk
ari sangmentan, um Vedel
og Peder Syv, um Thuren og
Grüner-Nielsen, um føroyskar
innsavnarar sum Waagstein og
Ólav Hátún. Sjálvar uppskrift
irnar eru sjálvsagt ætlaðar
nótakønum áhugaðum, frøð
ingum og musikarum, men
hjá leikfólki er áhugavert at
lesa hennara viðmerkingar
til sang og framførslur hjá
kvøðarum,
kvinnum
sum
monnum. Fortíðin livnar upp
á hesum síðum, gjøgnum
nótaskriftanna
elegantu
dorisku og frýgisku snyrlar
kaga Jóhanna Maria Skylv,
Juul Andreassen, Súsanna
í Skumpitoft ella Poul Eide
fram, brosa og vísa sítt kynst
ur.
Søgan um okkara dansi
mentan er dagførd, og eisini
tann nýggja tíðin, við dansi
feløgum og sendingum í
útvarpi og sjónvarpi, er um
rødd. Men tað, sum gevur
hesi seinastu bókini sítt
serliga virði, er hetta, at aftast
í bókini eru tvær fløgur við
67 av teimum nótadømum,
sum eru umrødd og viðgjørd
í bókini. Seinast í bókini er
yvirlit yvir tey, sum kvøða
og syngja á hesum fløgum.
Ikki fáar av upptøkunum
eru gjørdar so tíðliga sum
árini 1927-28.
Marianna
hevði
vinir
um allar Føroyar eins og í
Húsakórinum í Keypmanna
havn, har hon var kórleiðari.
Hon fekk tvær føroyskar
virðislønir, Mentanarvirðis
løn M.A. Jacobsens í 2003
og Heiðursgávu Landsins,
sum varð handað henni í
Spaniastovu í Klaksvík, í
2013.
Lívsverkið hjá Marionnu
Clausen – tann parturin, ið
viðvíkir Føroyum – fevnir,
tað eg dugi at síggja, um
tilsamans 3.190 blaðsíður og
stívliga 3.400 lagauppskriftir.
Telja vit fløgurnar uppí, er
hetta í roynd og veru eitt
verk, sum sjálvsagt hevur
týdning beint nú, men sum
kanska ikki av álvara fer at
bera frukt fyrr enn í fram
tíðini. Og ikki eiti á frukt!
Undirritaði
minnist
Marionnu
Clausen
frá
eini tíð, tá ið hon kanska
hevur verið um tjúgu ár. Vit
kendust ikki væl tá, men eg
síggi hana fyri mær, hon var
yndislig og mjávaksin, við
onkrum fínliga mentaðum
yvir sær, ja, hon kundi komið
beint úr onkrari danskari
fólkavísu. Hennara gerningur
bleiv tó ikki, sum tann hjá
Valborg ella Signelil, at “leika
gulltalv” ella seyma “hjørt
og hind”, men at varðveita
søguna um hesa fjaru og ráru
riddaratíð, sum vit her úti í
Atlantshavinum enn goyma
minnið um. Ein visti tó ikki
tá, at hon var so røsk. Tíggju
vísindafólk høvdu ikki gjørt
henni lívsverkið eftir.
Hanus Kamban
Marianne Clausen til minnis