hósdagur 25. september 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. september 2014 · Nr. 109
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
S
kotska fólkaatkvøðan um
fullveldi setti ferð aftur á
kjakið um, hvørja støðu Før
oyar skulu hava í politiskt og bú
skaparliga altjóðagjørda heimin
um, og kjakið var tiltrongt, tí støða
Føroya í altjóða samfelagnum er alt
annað enn nøktandi. Við avmark
aðum valdsheimildum eru Føroyar
ókappingarførar við onnur lond,
og hetta forðar fyri politiskari, bú
skaparligari og umsitingarligari
menning.
Summir føroyskir politikarar
vilja vera við, at Føroyar sleppa
næstan alt, tí siðvenjan hevur gjørt,
at so er. Men tað er ikki rætt. Vit
taka okkum stundum loyvi til hetta
og hatta, tá vit ikki tíma at lurta
eftir áhaldandi formaningunum
úr forsætismálaráðnum um donsku
grundlógina, men formliga eru Før
oyar í einari spennitroyggju, tí 165
ára gamla grundlógin forðar fyri, at
vit kunnu føra sjálvstøðugan uttan
ríkispolitikk.
Aftrat tí hava vit ikki vald á út
lendingamálum, sum krevst fyri at
kunna skipa landið viðvíkjandi til
flyting og uppihaldsloyvum. Rætt
arskipanin er donsk, hóast fólk í
Føroyum hava sera avgjørdar mein
ingar um, hvussu linir mangir dómar
eru í sambandi við grov lógarbrot. Løg
reglan er heldur ikki okkara, hóast vit
sjálv kenna sterka trongd til at verja
land og siðir ímóti fíggindasinnaðum
útlendskum felagsskapum.
Vit mugu víðari
Í 20. øld snúði tjóðarbyggingin seg
um at byggja upp stovnar og feløg,
sum kundu fáa Føroyar at virka, t.d.
Fróðskaparsetrið,
Telefonverkið,
SEV, Landsverkfrøðingin, Føroya
Fiskasølu, Atlantic Airways, Smyril
Line, fiskivinnumsitingina, oljuum
sitingina, sjúkrahús, postverk og
loftmiðlar. Eftir heimastýrislógini
tóku vit meira ábyrgd og fleiri
kostnaðir á okkum. Vit brynjaðu
okkum til økt sjálvstýri.
Men yvirtøkurnar góvu okkum
ikki meira grundleggjandi vald, tí
hesum forðaði danska grundlógin
fyri. Hon læsti og læsir enn Føroyar
fastar í donskum áhugamálum, so
vit ikki sleppa av fetanum. Sjálv
støðug luttøka í Norðurlandaráð
num, heimshandilsfelagsskapinum
WTO, Sameindum Tjóðum, EBS ella
ES og Altjóða Olympisku Nevndini
er okkum bannað. Vit sleppa bara
ikki upp í part.
Hesa støðu eiga vit ikki at tola,
tí vit hava ikki ráð til hana. Bú
skaparlig, politisk og umsitingar
lig menning verður skapt við fríari
samvinnu við onnur lond og altjóða
felagsskapir. Har vit eru sjálv, eru
vit heil og ikki hálv. Har vit kunnu
atkvøða, eru vit áhugaverd sum
samstarvsfelagi hjá øðrum. Har
vit kunnu samráðast frítt, kunnu
vit gera virðismiklar avtalur egna
vegna. Frá degi til dags.
Grundlóg og sáttmála
Alt ov fáir føroyskir politikarar vísa
á, hvørjar fyrimunir sjálvstøðug
luttøka hevur við sær búskaparliga
og politiskt. Í politisku skipanini
verður yvirdrivið nógv ljós varpað
á Danmark og danskar loysnir.
Tílík tunnilssjón er fátækslig og
ofta heilt láturlig. Danmark er
bara ein av mongum møguligum
samstarvsfeløgum í verðini – sum
enntá er lítil. Restin av verðini
liggur víðopin, men vit sleppa bara
ikki at vera partur av henni.
Fyri at røkka út í heim krevst at
fremja grundleggjandi broytingar
í stjórnarrættarligu støðu Føroya.
Føroyska grundlógin, sum hevur
bíðað eftir at sleppa til fólkaat
kvøðu í 15 ár, eigur at verða gjørd
liðug og samtykt á fólkaatkvøðu.
Hon skal endaliga staðfesta tjóðar
rættindi føroyinga, sum vórðu
bjargað á fólkaatkvøðuni í 1946, tá
ætlanin annars var at avtaka Før
oyar sum land við danska stjórnar
uppskotinum.
Tá grundlógin er samtykt, skal
nýggjur sáttmáli gerast við Dan
mark, har tjóðarrættindi føroy
inga verða staðfest, og har staðfest
verður, at Føroyar fáa fult vald á
uttanríkismálum, útlendingamál
um og rættarskipanini, tó við einum
hægstarætti, har altjóða dómarar
døma. Full ferð skal setast á at skipa
altjóðarættarligar, løgfrøðiligar og
samfelagsligar útbúgvingar á Fróð
skaparsetrinum og økja samstarvið
við altjóða stovnar og felagsskapir.
Ringrás av spiltari orku
Eitt land er bara kappingarført,
tá tað hevur fullan avgerðarrætt.
Avgerðarrætturin er lykilin til
óvunnið ríkidømi og ta virðing,
sum mótparturin fær, tá tú møtir
upp og setir fram tíni krøv. Danska
limakortið hjá Føroyum á altjóða
pallinum er ein illusoriskur stuðul,
tí føroysk og donsk áhugamál eru
nærum aldrin tey somu. Tvídrátt
irnir millum hesi áhugamál eru ein
ævig ringrás av spiltari politiskari
orku.
Tá tvídráttirnir halda uppat,
verða føroyskir veljarar spardir fyri
mong uppslítandi kjak, ið bara tykj
ast at hava til endamáls at halda lív
í føroyskum livibreyðspolitikarum.
Summi liva av at spæla meklarar
millum Danmark og Føroyar á
fólkatingi, og summi liva av at
steðga
øllum
tjóðskaparligum
framstigum við at spjaða ótta um
framtíðina. Onnur krevja loysing
beinanvegin, men siga ikki hvussu,
og liva so av tí.
Frælsið á tingi at skava í lakk
inum innlendis er vítt, men førir
ongan veg við ongum altjóða
heimildum. Okkara hugflog røkk
ur bara til at bora tunlar. Vit fyri
gykla okkum, at tílík lokalmál eru
stórmál, men tað eru tey ikki. Stór
málini bíða eftir okkum úti í heimi.
Á pallinum, har tær stóru politisku
avgerðirnar verða tiknar. Tann
búskaparvøkstur, sum bíðar eftir
okkum, fer eisini at skapa nógv
størri sosialan tryggleika í Før
oyum.
Altjóðagjørdar Føroyar
Fáa Føroyar fult vald á uttan
ríkismálum, útlendingamálum og
rættarskipanini, og ein nýggjur
sáttmáli verður gjørdur at seta í
staðin fyri heimastýrislógina, fara
Føroyar at flyta seg úr tí avmark
andi heimastýrinum í eina nýggja
altjóðagjørda menningartíð. Vit
fara at mennast politiskt, vaksa
búskaparliga og búnast umsitingar
liga, tí fólk fara at kenna tað sum
eina æru og avbjóðing at byggja
einar nýmótans Føroyar.
Hvørt ár fer ein hópur av ung
fólkum uttanlands at útbúgva seg,
men mong koma ikki aftur, tí tey
kenna ikki, at tey hava spennandi
størv at koma aftur til. Vantandi
ambitiónirnar hjá politisku Før
oyum og útlitini til persónliga
stagnatión í einum klandursraktum
dunnuhyli, sum onki vil ella kann í
altjóða høpi, munnu ræða mong
klók og arbeiðssom fólk langt burt
ur frá Føroyum – kanska fyri lívið.
Ikki minst tí má leggjast á annan
bógv. Hvussu nýggja skipanin mill
um Føroyar og Danmark skal eita,
finna samráðingarfólkini útav, tá
nýggi sáttmálin skal gerast. Málið
má tó vera greitt: Vit skulu hava
fatur á grundleggjandi valdsam
boðunum, sum kunnu lyfta okkum
úr
heimastýrisfortíðini
upp
á
altjóða pallin sum ein framfýsin
sjálvstøðugur leikari í nútíðini, tí vit
skulu skapa vøkstur! Tá fer blokk
stuðulin eisini skjótt í søguna.
Heimastýrið er útgingið:
Nýggja grundlóg
og sjálvstøðugan
uttanríkispolitikk
tíðargrein
Heimastýrislógin er uppbrúkt,
og danska grundlógin forðar
fyri, at Føroyar kunnu virka
sjálvstøðugt í altjóða málum.
Føroyingar mugu samtykkja
egna grundlóg og taka valdið á
uttanríkismálum, útlendingamálum
og rættarskipanini. Ferð skal setast
á altjóðarættarligar, løgfrøðiligar
og samfelagsligar útbúgvingar á
Fróðskaparsetrinum, so Føroyar
kunnu nútímansgerast til 21. øld
Uni Arge