Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 26. september 2014 · Nr. 109 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ”Hækkið hámarksferðina og vit fáa størri ferðslutrygd,” ljóðar boðskapurin í tíðargrein í Sosialinum í síðstu viku. Boðskapurin er vælkendur, og mong eru sannførd um hetta. Evnið er á breddanum afturvendandi á tíðindaportalum og facebook: Øll koyra kortini 90 km/t – ger tað lógligt! Bilarnir og vegirnir eru vorðnir tryggari – mann kann saktans koyra skjótari! Tað eru drumbarnir, sum koyra 70 km/t, sum eru størsti trupulleikin! Og so framvegis. O v nógv ferð er stór avbjóðing í ferðsluni. Ikki bara í Føroyum, men eisini rundan um okkum. Í Dan­mark er ov nógv ferð fremsta orsøkin til nærum helvtina av deyðsvanlukkunum seinastu árini. Í Noregi er mynstrið á leið tað sama. Í Europeiska Ráðnum fyri Ferðslutrygd, ETSC, verður ov nógv ferð eisini skrásett sum størsti dreparin á europeiskum veg­unum. Við øðrum orðum kundi stórur partur av deyðum í ferðsl­ uni verið bjargað, um øll hildu há­ marksferðina. Í Føroyum hava vit tíverri ikki hagtøl yvir orsakir til álvarsligar vanlukkur; eiheldur hava vit kanningarnevnd, sum kannar álvarsligar ferðsluvanlukkur. Men greitt er, at ov nógv ferð tíð­um verður nevnd av løgregluni sum orsøk í kjalarvørrinum av álvars­ ligum ferðsluvanlukkum. Minni spjaðing – færri óhapp Í omanfyri nevndu grein verður ført fram, at vanligt vit og skil hjá flestum okkara siga tað sama: ’at sannlíkindi fyri óhappum er minni, tess minni spjað¬ingin er, tað vil siga munurin á tí, sum koyrir skjótast og spakuligast.’ Tað munnu vera fá, ið eru ósamd um hetta. Eisini verður fílst á, at føroyska orðaskiftið um ferðslutrygd einans tekur støði í vavinum av einstaka skaðanum. Tað er spell, um hesin varhugi er rættur. Víst verður á, at vandin fyri óhappi eisini má takast við, tí um vandin fyri at vera fyri óhappi minkar nógv, minkar samlaða mongdin av skaðum. Tað er eisini rætt. Ferðin í California og á motorvegi Vandin fyri óhappi verður so í greinini máldur eftir fráviki millum akfør á vegnum. Eisini verður borið saman við, tá mann fyri smáum 20 árum síðani hækkaði californisku hámarksferðina sum hevði við sær munandi lækking í ferðsludeyðum í statinum. At samanbera ameri­ kanska vegakervið við longum beinum strekkjum við ongum mót­ koyrandi, fáum síðuvegum, lítlari seintkoyrandi ferðslu við lítla fjallalandið, Føroyar, kann undra. Í fyrsta lagi eru landsvegir okkara í mestan mun upprunaliga bygdir til at koyra 80 km/t. Samanbering við California er órímililig, tað er snøgt sagt alt ov stórur munur millum vegakervið í Amerika og Føroyum. Síðani verður samanborið við hámarksferðina á donskum motor­ vegi. Í síni tíð varð hámarksferðin á ávísum strekkjum av motorvegi hækkað upp í 130 km/t. Og rætt er tað, at ferðin ikki vaks á hesum strekkjum. Fólk koyrdu við teirri ferð, sum tey vóru von við. Hinvegin fall ferðin á strekkjum við 110 km/t, har bilførarar nú vórðu møttir við ferðskeltum í vegjaðaranum, sum minti á hámarksferðina á 110 km/t. Við hesum fall samlaða talið á álvarsligum vanlukkum. Hetta vísti, at greiður samanhangur var millum ferð og tal á vanlukkum á motorvegum. At samanbera før­ oyskan landsveg við motorveg er tó ein misskiljing á sama hátt sum við fyrra døminum. Á motorvegum eru breytirnar sundurskildar við miðautoverju, so ikki ber til at renna á gron í gron. Har eru minst tvær breytir, so tey sum vilja koyra eitt sindur seinni kunnu tað. Eisini eru vegastrekkini long og bein. Í greinini verður fegnast um, at danski vegamyndugleikin, Vej­ direk­toratet, á úrvaldum royndar­ strekkjum av jyskum landsvegum hevur sett upp ferðtalvur, har tað er loyvt at koyra 90 heldur enn 80 km/t. Líkt er til, at hetta ávirkar teir skjótastu bilførararnar til at seta ferðina niður. Royndin vísir sostatt bert fyribils, at nakrir bil­ førarar seta ferðina eitt sindur upp, og aðrir seta hana niður. Um hetta tilsamans fer at hava við sær færri deyð og skadd í ferðsluni, vita vit nústani í 2015, tá royndarátakið er liðugt. Tey hóvligu, bussar og lastbilar Ofta verður tikið til, at tað eru tey, sum koyra seinni enn hámarks­ ferðina, sum eru størsti trupulleikin í ferðsluni, tí hesi øsa tey, ið vilja koyra skjótari, til at gera váðaligar yvirhálingar. Tað ber ikki til at bera fram fyrimunirnar við javnari ferðslu uttan frávik og síggja burtur frá bussum og lastbilum, sum koyra á sama vegastrekki, sum mann vil hava upp á 90 km/t. Verandi hámarksferð fyri bussar og lastbilar er 70 km/t á landsvegum. Allur út­ flutn­ingur og innflutningur í dag fer eftir vegakervinum, her er so­ statt talan um lutfalsliga nógva ferðslu. Orsøkin til at tunga ferðslan er munandi vandameiri á vega­ kervinum finst í hesum trimum faktorum: Funktiónstíð (tíðin frá tú trýstir á bremsuna til hon tekur er longri en í vanligum bilum), verri bremsukraft (longri bremsulongd) og tyngdin á tunga akfarinum, sum kann hava við sær stóran skaða. Verandi hámarksferð á 70 km/t er sett út frá hesum. Mælt verður tí frá at hækka hámarksferðina fyri tunga ferðslu. Miðautoverja við 90 km/t Tað er greitt, at einsháttað ferð hjá akførum á vegnum er tryggari, enn tá koyrt verður við ymsari ferð. Ferðslutrygdarætlanin frá 2007- 2015 mælir til, at um hámarksferðin skal verða omanfyri 80 km/t, skal miðautoverja verða sett millum akbreytirnar, sum merkir, at tær mugu verða skildar sundur, so tað ikki ber til at renna frontalt saman og heldur ikki at yvirhála í mótkoyrandi breyt. Í Svøríki, ið er fremst á trygdarøkinum, er hetta meginreglan. Tað er sera fá støð í landinum, har til ber at gera miðautoverju, utt­an at tað fer at krevja sera dýrar umbyggingar av vegnum. Har­ afturat eru nógvastaðni bæði vega­ mót og íbindingar í landsvegin, sum mugu broytast. Orsøkin til at ferðslu­trygdar­ ætlanin mælir til miðautoverju, um hámarksferðin skal verða hækkað er tann nógv økti váðin. Vandin fyri at doyggja um tú koyrir 80 km/t, um tú ert fyri frontalum samanstoyti er 30 %. Koyrir tú harafturímóti 90 km/t, er vandin 70 %. Sostatt meiri enn tvífaldast vandin fyri at doyggja, um hámarksferðin verður hækkað 10 km/t. Í omanfyrinevndu grein verður lagt upp til, at ferðslan gerst tryggari, um fólk sleppa at koyra 90 km/t, tí nú fer tað at kennast natúrligt. So tey sum vilja koyra skjótari, fara nú at halda seg á 90 km/t, tí tað vísa kanningar úr California og á donskum motorvegum. Eingin spjaðing verður væntandi millum føroysku akførini, sum skilst. Støð­ an í Føroyum er tó, at vit hava ’sein’ akfør og tunga ferðslu, sum ikki kann fylgja hesi hámarksferð. Hesi fara altíð at geva eina spjaðing í ferðini, og vit mugu tískil eisini leggja upp fyri teimum í samlaðu ferðsl­uni. Alternativið er, at vit mugu nokta fólki, sum ikki kunnu koyra 90 km/t og tungari ferðslu at koyra millum bygdir. Tí um há­ marks­ferðin verður sett til 90 km/t á høvuðs­landsvegunum, kunnu hesi ikki vera við, og tí mugu tey velja aðrar vegir, og tað er bert í ein­støkum førum, at til ber at vísa á eina alternativa farleið. Fyrimunir við 90 km/t Ein fyrimunur við at seta upp há­ marksferðina er, at summi fara at føla, at tað er ein meiri hóskandi ferð. Ein átti at verið, at tú sparir tíð. Men í einum lítlum landi sum okkara er avmarkað, hvussu nógv tíð er at spara. Sum dømi kann verða nevnt, at koyrir tú 90 km/t heldur enn 80 km/t, sparir tú 5 sekund fyri hvønn koyrdan km. Á flestu vegastrekkjum er tíðars­par­ ing­in nøkur sekund ella heilt fáir minuttir. Kann vera, at mong høvdu fegn­ ast, um tey sluppu at koyra 90 km/t lógliga á útvaldum strekkjum. Eisini kann vera, at fleiri, sum í dag koyra 90, tá fara at koyra omanfyri 90 - vit vita tað ikki. Ið hvussu er, er tað í dag sosialt góðtikið at koyra ’eitt sindur’ ov skjótt, tí mong eru von við tað. Tað vita øll, sum halda seg til 80 km/t – tí tey verða yvirhálað í stóran mun. Tryggari við 80 km/t Stórur parturin av føroyska lands­ vegakervinum er bygt til 80 km/t. Samanumtikið verður tað ikki mett ráðiligt at seta hámarksferðina upp, og so vóna, at tey sum koyra seinni enn 80 nú fara at koyra 90 km/t, og tey sum í dag koyra skjótari enn 90 km/t fara at halda hámarksferðina. Hetta fyri at fáa eina javna ferðslu uttan frávik. Hinvegin verður mett, at fyrimunirnir við at seta upp hámarksferðina ikki eru so stórir, at teir kunnu viga upp ímóti økta vandanum. Brynhild Høgnadóttir Ferðin drepur alsamt tíðargrein