hósdagur 25. september 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. september 2014 · Nr. 109
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
U
ndri meg tó yvir, at í tjak
inum hevur verið lyndið
til at gera tey stóru fram
stigini, ið hava verið í krabbameins
politikkinum, til onkis. Sum tað t.d.
kemur fram í hesi viðmerking hjá
Dorit Hansen í sosialu miðlunum,
har hon skrivar: ”Sum hetta brotið
úr grein í Prei í november 2013 vísir,
so hevur økið í alt ov langa tíð verið
merkt av, at tey sum hava havt
valdið, hava ikki havt viljan at gera
nakað við tað...”
Har sipar hon m.a. til mín og
partamenn hjá mær sum fyrrver
andi landsstýrismenn í heilsu
málum, tí í brotinum í Prei, hon
avmyndar og vísir til, verður
skrivað: ”Tá ið Hans Pauli Strøm var
landsstýrismaður í heilsumálum,
lovaði hann at seta mammografi
screening í verk. Einki hendi. Tá ið
Aksel Johannesen var landsstýris
maður í heilsumálum, lovaði hann
tað sama. Einki hendi.”
Eg fari niðanfyri at vísa á, at
tvørturímóti hesum, ið er bein
leiðis ósatt, var ein sera virkin og
framrættaður
krabbameinspoli
tikkur øll árini frá 2005 til 2011.
Virkin krabbameins
politikkur
Fyrstu ferð at ein almennur før
oyskur
krabbameinspolitikkur
verður orðaður og mál verða sett,
er við Fólkaheilsuætlanin fyri Før
oyar, sum vit settu í verk frá 2006
og frameftir, undir fyriskipan
av
nýggja
Fólkaheilsuráðnum
(sí
http://xhmr.sansir.net/get.
file?ID=2273).
Millum
málini
og
ítøkiligu
átøkini, ið vóru sett í verk longu
frá 2005 og frameftir, var nýggi
fyribyrgjandi roykipolitikkurin og
rørsluátøkini.
Tøknilig nútímansgerð
Ein av fyritreytunum fyri effek
tivari fyribyrging og viðgerð eru
møguleikarnir fyri skanning og
laboratoriukanningum. Tað var
tí til stóran frama fyri krabba
meinsøkið, at øll røntgenútgerðin á
øllum trimum sjúkrahúsunum varð
útskift og nútímansgjørd í árunum
2005-07. Samstundis var alt røntgen-
og laboratoriuøkið digitaliserað
og harvið eisini samskiftið við
kommunulæknarnar.
Læknaserfrøðin styrkt
Í 2007 var skipað eitt serlæknastarv
í onkologi ella krabbameinsfrøði á
Landssjúkrahúsinum. Av tí at ikki
bar til fáa lækna til starvið, varð
gjørd avtalað um onkologiska
konsulenttænastu við framkomið
sjúkrahús í Svøríki, sum bæði
skal veita serfrøðisliga viðgerð og
menna krabbameinsviðgerðina á
Landssjúkrahúsinum.
Biologiskur heilivágur
Frá 2005-06 varð farið undir at nýta
nýggjan sonevndan biologiskan
heilivág, ið gjørdist eitt ómetaligt
framstig serliga fyri krabbameins
viðgerðina, umframt til sclerose- og
giktasjúklingar. Men hesin heili
vágur var sera kostnaðarmikil,
og tí mátti politisk avgerð takast
um at loyva alstóra vøkstrinum
í nýtsluni til eina fleirfalding av
heilsuvágsútreiðslunum tey næstu
árini.
Lívmóðirhálskrabbi
Í 2008 varð gjørt av at fylgja heilsu
fakligu tilráðingunum um at seta
ein ætlan í verk um at bjóða ungum
gentum ókeypis koppseting til
fyribyrging av lívmóðirhálskrabba.
Hetta var sett í verk fyri yngstu
árgangirnar í 2009 og síðani víðk
að.
Krabbameinsætlanin
– ein virkisætlan
Eitt av málunum í Fólkaheilsu
ætlanini
var
at
gera
eina
Krabbameinsætlan fyri Føroyar, at
lýsa alt økið og gera tilráðingar um
fyribyrgjandi tiltøk og viðgerðir. Ein
partur snýr seg um mammografi.
Undan hesum var ikki heilsufaklig
semja um ella støða tikin til
regluliga mammografiscanning í
Føroyum, tí faklig óvissa var um
málið, m.a. um vansar og fyrimunir
og serliga um, hvussu hetta skuldi
gerast í Føroyum.
Greining og handlingsplanur
í Krabbameinsætlanini
Hetta var ein av grundunum til, at
arbeiðið varð sett ígongd at gera
ein sera víðfevnandi Krabbameins
ætlan fyri Føroyar við bestu fakligu
kompetansum og supplerað við
útlendskari serfrøði á økinum. Har
vóru fleiri tíggjutals kompetent
fólk involverað í arbeiðið (http://
www.hmr.fo/get.file?ID=2845).
Krabbameinsætlanin var lið
ug og løgd fram í okt. 2009 – fýra
mánaðir eftir at eg var farin frá
sum landsstýrismaður. Í Krabba
meinsætlanini fekk málið um
mammografiscreening í Føroyum
fyrstu ferð eitt heilsufakligt undir
støði, og ætlan varð gjørd fyri,
hvørjar fyritreytir skuldu fáast
til vega í íløgur í tól, fakligar kom
petansur og skipan av manna
gongdum.
Tólbúnaður fyri 27 mió. kr.
Arbeiðið helt fram undir mínum
eftirmonnum í sessinum, fyrst
Aksel V. Johannesen í 2009-10 og
síðani John Johannesen í 2011. Teir
megnaðu at fáa fígging til og at
útvega sera kostnaðarmikil tól til
regluliga
mammografiscreening.
Tilsamans snúði neyðugi tólbún
aðurin seg um 27 mió. kr.: umframt
ein mammograf fyri 7 mió.kr. var
tørvur á nýggjum MR-skannara fyri
10 mió. og nýggjum CT-skannara
fyri aðrar 10 mió. kr. Tað kom væl
við, at Tryggingarfelagið bjóðaði
sær til at fíggja MR-skannaran. Øll
hesi tólini vóru útvegað og gjørd
klár í árunum 2010-2011.
Klárt til mammografi
Á vári 2011 var farið undir at nýta
nýggu tólini m.a. til mammografi.
Nú varð so lagt upp til at útvega
neyðuga játtan til at seta mammo
grafiscreeningar í verk í 2012. Men í
november 2011 tók nýggj samgonga
við og ongin peningur hevur verið
settur av til hetta endamálið síðani
tá. Hví so er, eri eg ikki tann rætti
at svara uppá. Men at hetta nú skal
henda við fíggjarlógini fyri 2015 er
bert at frøast yvir.
Krabbameinssamstarv
og heimtøkur
Av tí at ikki øll neyðug serfrøði er á
Landssjúkrahúsinum, og fyri at fáa
enn fleiri samstarvsmøguleikar, enn
lívsneyðuga og tætta sambandið við
Ríkissjúkrahúsið, varð í 2009 gjørd
avtalað við íslendska Landsspitalið,
bæði um at senda sjúklingar til
serviðgerðir í Íslandi og um at fáa
íslendskar krabbameinslæknar til
Føroya at veita serfrøðingatænastur
her.
Veksandi førleiki í Føroyum
Hesi árini er eisini tað gleðiliga
hent, at meginparturin av kemovið
gerðunum hesi árini blivu flutt til
heim til Føroya. Hetta er orsakað av
at man bæði fíggjarliga og fakliga
setti sær fyri menna onkologisku
viðgerðina í Føroyum, stuðlað upp
undir av økta samstarvinum við
krabbameinsserfrøðingar í Dan
mark, Svøríki og Íslandi.
Ein av avgjørdu fyritreytunum
fyri hesi góðu gongdini liggur eisini
í nógv umrøddu útbyggingunum, ið
vóru gjørdar av Apoteksverkinum,
sum hevur økt umstøðurnar og
førleikan hjá okkara apotekið at
framleiða heilivág, m.a. kemoheilivág
til Landssjúkrahúsið.
Sjúklingaumstøður
Av stórum týdningi fyri heilsubót
eru
sjúklingaumstøður.
Flestu
krabbameinssjúklingar fáa ein part
av viðgerðini á Ríkissjúkrahúsinum.
Tað var tí ein kollveltandi broyting
fyri betri sjúklingaumstøðum, tá
tað eydnaðist at útvega føroyingum
nýtt og frálíkt sjúklingahotell
í Keypmannahavn í 2011. Hetta
hevur alstóran týdning ikki minst
fyri krabbameinssjúklingur, ið ofta
skulu verða í viðgerð í langa tíð
uttanlands, fyri ikki at tala um, tá
tað snýr seg familjur við sjúkum
børnum.
Samanfatandi er tí burtur
við at gera framtøkini í krabba
meinspolitikkinum
í
Føroyum
tey nevndu árini til einkis. Vit
eiga heldur at gleðast um sterka
viljan hjá øllum pørtum til góðan
krabbameinspolitikk, og at inn
satsurin fyri fyribyrging og krabba
meinsviðgerð í Føroyum hevur
ment seg nógv.
Krabbameins
politikkurin og
mammografiin
tíðargrein
Fegnist um, at útlit nú eru fyri, at
reglulig mammografiscreening
umsíðir kann setast í verk í Føroyum.
Nógv tjak hevur verið í fjølmiðlunum
um málið, og tykist sum trýstið
frá avvarandi, fakfólkum og
almenninginum fer at geva úrslit.
Hans Pauli Strøm
fyrrv. landsstýrismaður í heilsumálum