hósdagur 25. september 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 26. september 2014 · Nr. 109
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Tey sæta sær á Vaglinum
Jógvan Arge
varaborgarstjóri í Havn
'Kommunukassin í Havn má
tola mangt og hvat. Nú skal
hann gjalda borgarstjóranum
60.000 krónur aftrat í skatta
fríum borðfæi. Borðfæ verð
ur vanliga roknað at vera til
at sýna blíðskap embætisins
vegna, men í býráðnum kom
í kvøld skilliga til sjónd
ar, at í hesum førinum er
eisini talan um eina regu
lera lønarhækkan, tí borgar-
stjórin skal hava so nógv um
at vera.
Eg havi onki ímóti, at
borgarstjóralønin
verður
hækkað, men uppskotinum,
sum æt ”Endirskoðan av
lønarlag” og mælti til at
hækka borðfæið úr góðum
28.000 krónum um árið upp
í 85.000 krónur árliga, ivaðist
eg stórliga í.
Sum eg skilti á fíggjar
nevndarfundinum seinasta
mikudag, fyrilá ongin góð
kenning frá Fíggjarmálaráð
num um, at borðfæið kundi
gerast ájavnt við tað hjá løg
manni í staðin fyri hjá lands
stýrismonnum sum higartil.
Sum eg havi fingið upp
lýst bæði fyrr og nú, hevur
borðfæið hjá borgarstjóran
um verið ásett og góðkent
av Fíggjarmálaráðnum at
samsvara við borðfæið hjá
landsstýrismonnum. Málið
var fyri í fíggjarnevndini
uttan nakað tilmæli frá um
sitingini hjá Tórshavnar bý
ráð. Meirilutin í nevndini
samtykti uppskotið, meðan
eg ikki tók undir.
Í kommunulógini finst
ein regla um íhaldsrætt hjá
minnilutum. Hon sigur, at
ein og hvør býráðslimur
kann krevja eitt og hvørt
mál, sum hevur verið til
nevndarviðgerð, fyri býráð
ið. Virknaðurin av hesum
íhaldsrætti er, at ein nevnd
arsamtykt kann ikki setast í
verk, fyrrenn hon er roynd í
sjálvum býráðnum. Hendan
íhaldsrættin brúkti eg, tí eg
ivaðist í, um heimild var til
at gera hesa stóru broyting
í samsýningarviðurskiftun
um.
Borðfæið takast av
Vert er at leggja til merkis í
sambandi við málið, at land
ið hevur havt eina nevnd
sitandi at endurskoða lønar
viðurskiftini hjá landsstýris
fólkum, sum lønarviðurskift
ini hjá borgarstjórum verða
sammett við. Har verður
skotið upp, at lønartalvan hjá
tænastumonnum
landsins
framvegis skal vera støði
undir lønarsamsýningini fyri
landsstýrisfólk.
Somuleiðis verður skotið
upp, at lønarsamsýningarnar
verða broyttar soleiðis, at
løgmaður fær 130% og lands
stýrisfólk 110% av lønini í
lønarflokki 40 hjá tænastu
monnum landsins. Skotnar
verða upp ymsar broyt
ingar í serskipanum hjá
landsstýrisfólkum, eitt nú at
skipanin við borðfæi verður
tikin av, og at útreiðslur til
umboðan verða tiknar við í
vanligu rakstrarjáttanina hjá
aðalráðunum.
Nevndin hevur eina lýsing
av
hugtakinum
borðfæ.
Landsstýrisfólk fáa í dag
borðfæ, sum er ein skattafrí
veiting, ið verður útgoldin
mánaðarliga
saman
við
lønarsamsýningini. Nevndin
sigur, at hugtakið borðfæ
merkir ”peningur, ið fólk
fáa embætis síns vegna at
sýna blíðskap fyri.” Talan er
sostatt um eina veiting, sum
landsstýrisfólk fáa at sýna
blíðskap fyri embætisins
vegna - og ikki persónliga
løn.
Gjøld uttan skjalprógv
Trupulleikin
við
verandi
skipan er eftir nevndarinnar
tykki, at tað samsvarar ikki
við krøvini til almennu fyri-
sitingina annars, at peningur
verður útgoldin uttan krav
um, at skjalprógvað verður,
hvat
upphæddin
verður
brúkt til.
Onki borðfæ verður út
goldið í teimum Norðurlond
um, sum nevndin hevur
samanborið
við.
Har
er
mest vanligt, at umsitingin
ber útreiðslurnar til um
boðan. Nevndin mælir tí til
at taka borðfæið av og lata
umsitingina bera útreiðsl
urnar av umboðan.
Til tess ikki at gera
nøkrum óneyðugan órætt
skeyt eg á býráðsfundinum
í kvøld upp, at býráðið
vísti málið um borðfæ til
borgarstjóran til umsitingina
hjá Tórshavnar býráð at gera
greitt, hvørjar heimildir bý
ráðið hevur á økinum, og
leggja frágreiðingina fyri
býráðið sum skjótast.
Hetta fekk bert tríggjar
atkvøður frá Tjóðveldi og fall.
Í staðin samtykti meirilutin
uppskotið, sum kom rek
andi inn á borðið hjá fíggjar
nevndini uttan avsendara.
Bland millum
borðfæ og løn
Próvgrundirnar hjá meiri
lutamonnunum
fyri
at
hækka borðfæið vóru yms
ar. Tær snúðu seg um, at um
boðanin er so nógv vaksin,
og at borgarstjórin hevur
tørv á meiri samsýning fyri
stóra arbeiðsbyrði. Móti hes
um varð ført fram, at borð
fæið er einans ætlað at sýna
blíðskap við og ikki til at
hækka lønina við.
Meirilutamenn
runnu
runt við ymsum pappírum,
sum onkur hevði fingið til
vega. Eitt var frá einum
fulltrúa í Kommunala Ar
beiðsgevarafelagnum, sum
hevði tosað við ein fulltrúa
á lønardeildini í Fíggjar
málaráðnum og í einum tele
fonnotati frá hesi samrøðu
upplýsti, at lønardeildin tek
ur ikki dagar ímillum, um
borgarstjórar
fáa
borðfæ
sum landsstýrismenn ella
sum løgmenn!
Hví Tórshavnar kommuna
biður Kommunala Arbeiðs
gevarafelagið í samstarvi við
lønardeildina í Fíggjarmála
ráðnum greiða málið fyri seg,
er ikki gott at vita. Ið hvussu
er er borgarstjórin í Havn
formaður í felagnum og
eisini tíðum gestur í Fíggjar
málaráðnum í lønarmálum.
Tað eydnaðist borgarstjór
anum at fáa ta stóru hækk
ingina í borðfænum samtykta
við atkvøðum frá sínum
handgingnu í býráðnum. Sig
so, at tey ikki duga at sæta
sær á Vaglinum!
Skeiv gongd við eykajáttanum
Reimund Langgaard
løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin og
løgtingsgrannskoðari
Fíggjarlógin
kann
býtast
sundur í 4 ymisk játtanarsløg
– rakstrarjáttan, løgujáttan,
lógarbundin játtan og stuð
ulsjáttan. Um játtanin á ein
ari høvuðskontu ikki heldur,
skulu landsstýrisfólk – um
vegis landsstýrismannin í
fíggjarmálum - søkja Løg
tingið um eykajáttan. Løg
tingið tekur síðan støðu til,
um tey velja at játta hesum
ella ikki.
Rundskriv frá Fíggjar
málaráðnum heitir á lands
stýrisfólk
um,
at
hesar
eykajáttanir eiga at verða
útreiðsluneutralar, soleiðis
at
landsstýrisfólk
mugu
finna sparing á einum øki,
um tey ynskja at halda eina
eyka útreiðslu á øðrum øki.
Tó skal sigast, at er talan
um flyting av upphædd
millum tvær undirkontur
(t.v.s. tvær kontur á sama
øki), so kann fyrisitingin
flyta pening, uttan at biðja
um loyvi frá Løgtinginum.
Landsstýrisfólk hava ikki
loyvi til at brúka pening,
sum tey ikki hava fingið
játtaðan frá Løgtingum, men
Løgtingið kann sjálvsagt játta
eyka pening, um tað ynskir
tað, eisini um eykajáttanin
ikki er útreiðsluneutral.
Í rundskrivinum heitir
Fíggjarmálaráðið somuleiðis
á landsstýrisfólk um, at
eykajáttanir ikki skulu flyt
ast
millum
játtanarsløg.
Hetta hevur við sær, at um
eitt ráð eitt ár hevur minni
útreiðslur av einari lógar
bundnari játtan – eitt nú um
dagpeningaskipanin hevur
goldið minni út enn játtað,
kanska tí, at færri fólk hava
verið sjúk, so merkir tað ikki,
at landsstýrismaðurin kann
gera aðrar raðfestingar og
seta onnur tiltøk í verk á
heilt øðrum øki – tí haldi eg,
at hetta rundskriv er gott
fyri stýringina av útreiðslum
landsins.
Síðstu árini hevur Fíggjar
málaráðið
sjálvt
brotið
rundskrivið, við tað, at tey
í fleiri førum eru komin við
umbønum um eykajáttanir,
har pengar verða fluttir
millum játtanarsløg – m.a.
hava vit sæð hægri rakstur
við flytingum bæði frá løgu
játtanum og lógarbundnum
játtanum. Hendan skeiva
gongdin hevur eisini við sær,
at landsstýrisfólk verða løgd
undir at yvirbudgettera í
lógarbundnu
játtanunum,
soleiðis at avlopið kann
brúkast til nýggjar útreiðslur.
Við hesi grundgeving broytti
fíggjarnevndin í fjør fleiri
av teimum metingum, sum
aðalráðini komu við til tær
lógarbundnu
játtanirnar
– samstundis sum fíggjar
nevndin
gjørdi
nakrar
nýggjar raðfestingar og økti
harvið
rakstrarúreiðslur
landsins. Men nú tað líður út
á árið, vísir tað seg, at fleiri
av lækkingunum hjá fíggjar
nevndini vísa seg at verða ov
ógvusligar, og av tí at talan
er um lógarbundnar játtanir,
má Løgtingið samtykkja hes
ar eykajáttanir.
Eg haldi, at loysnin uppá
hendan trupulleikan er, at
Løgtingið ger landsstýris
fólkum púra greitt, at vit ikki
koma at góðtaka eykajáttanir,
har útreiðsluneutraliteturin
verður bygdur á flytan mill
um játtanarsløg. Vísir tað
seg, at ein lógarbundin játt
an vantar pening, so verður
eykajáttan givin til hetta,
og vísir tað seg, at peningur
leypur av fyri eina lógar
bundnað játtan, so kemur
hetta avlopið landskassan
um til góðar. Haldi, at hetta
vil verða við til at halda
landsins útreiðslum niðri, og
harvið fáa okkum skjótari til
tíðina, har vit aftur kunnu
byrja at minka um lands
kassaskuldina.
Torunn G. Isfeldt
Nú haldi eg, at nokk er nokk.
Eg sendi hetta skrivið, tí eg
haldi, at kommunan er blivin
heilavill við tað, at tey ætla at
broyta alt í miðbýnum – so
sum trappur her, og trappur
der mitt í býnum – og eitt sum
eg má spyrja tykkum um:
Byggja ein megnar veg mitt í
Rættará (Sigmundargøtu) og
út í Gullsvingið – og teir tora
at taka gomul hús niður, sum
eru nógv verd?
Ístaðin fyri at tey tóku og
settu gamla hospital onkra
aðrastaðni,
sum
stendur
sum eitt skendsil við Müllers
Pakkhús.
Og so eitt afturat. At tey
ætla at gera eina matforræt
ning mitt í býnum, nei nei
– har hava verið nakrar, og
tær máttu lata aftur, tí tað
var ov lítið av kundum – so
tey vóru við at fara á reyvina.
Vit sum búgva mitt í býnum
enn eru ikki so nógv og eru
heldur gomul, so eg má siga,
at vit hava ríkiligt við FK og
PE og fyri tann slags skyld
eisini SMS.
Í mínum kvarteri ella gøtu
eru vit flest gomul, og børn
okkara eru fyri langt síð
ani farin at búseta seg í út
londum og koma ikki aftur.
Og tað harmar meg, tað
sum fer fram nú við at oyði
legggja alt umhvørvið.
Nei nei tonki tykkum væl
um, áðrenn tit begynna við
nøkrum.
Eg eri í 70 ára aldri, og
eg klári væl at ganga niðan
brekku, so hatta við trappum
fer at oyðileggja gamlar gøt
ur.
Hví spyrja tit ikki havn
arfólk um tað skal broytast
ella ikki. Og vit sum eru fast
búgvandi frá bansbeini hava
einki at siga?
Og
Havnar
kommuna
hevur ikki ráð til slíka bygg
ing.
Eg má taka til eitt, og tað
er, at turistar siga, at Havnin
er ógvuliga vøkur sum hon
er í tí stóra og heila, og tá
ið eg sigi frá, at kommunan
ætlar at broyta umhvørvið
í býnum, rista teir á hvødið,
tí í útheiminum lata tey tað
gamla vera í frið.
Hvat við Havnini?