hósdagur 25. september 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. september 2014 · Nr. 109
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Børn við serligum rættindum
Elin N W Tausen
næstforkvinna í Føroya
Pedagogfelag
Fyri tíð síðan fingu vit í
Føroya
Pedagogfelag
eitt
skriv frá einum námsfrøðingi,
ið hevði starvast í fólkaskúl
anum sum stuðul hjá ein
um næmingi, sum hevði
innlæringstrupuleikar
og
aðrar avbjóðingar. Eg havi
fingið loyvi at endurgeva
úr brævinum, sum eg haldi
lýsir væl avbjóðingina, sum
námsfrøðiligir
stuðlar
í
fólkaskúlanum standa við í
gerandisdegnum, umframt
at brævið lýsir tað góða ar
beiði, sum verður gjørt fyri
einstaka barnið. Hon sigur
soleiðis:
”Ta fyrstu tíðina var ar
beiðið við hesum næmingi
sera tungt. Hann megnaði
als ikki at fylgja hinum
næmingum í nøkrum, sum
fyrifórst í tímunum, og hann
var als ikki áhugaður í, at
henda fremmanda konan
skuldi sita og hjálpa honum
alla tíðina. Hann megnaði
bert at vera í stovuni í uml. 1
korter, og so máttu vit út. Tó
dámdi honum heldur ikki at
vera úti, tí har vóru tað bert
vit bæði, og hann ynskti at
vera saman við hinum. Sum
tíðin leið, fekk eg tó betri
samband við hann, og hann
byrjaði at hava álit á mær,
so nú kundu vit so spakuliga
royna at arbeiða við at
tekna strikur, skriva oman á
bókstavir, lesa søgu saman
og eisini fara smáar túrar. Tó
var hann enn so sera langt
frá tí, ið ein vanliga metir at
vera ein skúlabúnan næming.
Eg havi ikki tal á, hvussu
nógvar ferðir eg havi sagt
tað sama í gjøgnum ein dag,
tó fullvitandi um, at eg næsta
dag skuldi siga akkurát tað
sama.”
”Fyri at hetta ikki skal
gerast alt ov langdrigið, skal
sigast at fyri uml. 2 mðr.
síðani hendi nakað fantast
iskt,
næmingurin
byrjaði
at minnast og kenna tølini
1-10 og at skilja, at summi av
tølunum vóru minni og onnur
størri. Eisini er hann farin at
kenna fleiri bókstavir, bæði
teir stóru og lítlu. Fyri meg
er hetta einki minni enn eitt
undur, og eg eri ovurfegin,
tí hóast tað enn er langt á
mál, byrjar nakað at livna í
honum, sum eg, um eg skal
vera heilt erlig, hevði mist
alla vón um. Næmingurin
er nú komin har til, at hann
hevur hug at læra, og tá er,
í øllum førum inntil annað
er prógvað, ein heimur av
møguleikum, ið kunnu hjálpa
honum at byggja oman á ta
vitan, ið hann nú hevur”
Fantastiskt at uppliva, at
næmingurin hevur fingið
møguleikan at blíva møttur
á sínum støði og hevur fingið
undirvísing, sum var tillagað
honum. Hóast framstigini
kunnu tykjast smá, so eru tey
har, tí barnið kennir seg klárt
til at læra. Ein dugnaligur
námsfrøðingur, sum gongur
fult og heilt upp í sítt arbeiði,
ein námsfrøðingur sum tían
verri hevur tikið avgerð at
siga seg úr starvið:
”Eg havi tó við ógvuliga
blandaðum kenslum valt,
at eg ikki haldi áfram við at
vera stuðul hjá honum.
Høvuðsorsøkin er, at eg
ongantíð fyrr í míni tíð úti á
arbeiðsmarknaðinum havi
kent mítt arbeiði at hava so
lítlan týdning sum hetta, ið
eg nú takist við.
Eingin mynduleiki spyr
inn til mín næming, tað,
ið tú fært burturúr, er upp
til tína egnu samvitsku og
arbeiðsmoral, so her krevst
sjálvleiðsla á høgum støði.
Tú hevur ongan at venda
tær til við spurningum ella
ivamálum, tí ongin annar
kennir tín næming. Lønin, ið
eg fái, er nærum helvtina av
lønini, sum tey, ið eg starvist
við síðuna av, fáa, hóast vit
hava lisið eftir somu skipan,
og hava líka nógv ECTS. Tá
ið setast skal í kortið, hvussu
víðari skal arbeiðast við
næminginum, sum einans
eg taki mær av, verður tað
ikki sent til mín. Og ongin
fyrireikingartíð er sett av,
til tess at eg kann ogna mær
meira vitan, finna ella tillaga
tilfar til næmingin. Av tí at
eingi av hesum børnunum
við serligum tørvi eru eins, er
tað næstan meira umráðandi
at ein fær tíð at fyrireika seg,
tí til ber jú ikki at brúka eina
skabelón, ið riggar uppá onn
ur. Undirvísingin má vera
skræddaraseymað til hvønn
einstakan.
Ein sera stórur partur av
námsfrøðiliga fakinum er
fyrireiking og eftirmeting,
men um ein arbeiðir sum
stuðul, fær ein bert løn fyri
teir tímarnar, ið ein er saman
við næminginum.”
Harmiligt, men tíverri
enn meira harmiligt fyri
næmingin, sum aftur skal til
at fáa eina nýggjan persón
inn at sær, og sum hann
skal kenna seg tryggan við
og fáa álit á. Sannlíkindini
fyri, at eitt fakfólk verður
sett í stuðulsstarvið, eru lítil,
verandi starvs- og lønarviður
skifti gera, at námsfrøðingar
hava torført við at trívast í
stuðulsstørvunum í skúlan
um. Fyri summarfrítíðina
vóru uml 70 stuðlar settir í
starv í fólkaskúlanum, harav
15 høvdu námsfrøðiliga út
búgving.
Henda livandi frásøgnin
er tíanverri ikki eitt eindømi,
men ein afturvendandi søga,
sum vit í Føroya Pedagogfelag
hoyra umaftur og umaftur.
Samstundis hoyra vit um, at
børn fáa tilmælt fullan stuðul
frá fakkunnleikanum, men
fáa játtað 10 tímar, ófaklærdir
stuðlar vera settir ístaðin fyri
røttu fakligheitina, tí tú fær
meira tímar burturúr einum
ófaklærdum enn t.d. einum
serlærara ella námsfrøðingi.
Barnarættindasáttmálin
sigur í grein 28 og 29: “At
barnið hevur rætt til undir
vísing, og at samfelagið
hevur skyldu at tryggja
barninum undirvísing og
at menn tað til eitt virðiligt
lív”. Fyri barnið við serligum
avbjóðingum merkir tað, at
samfelagið hevur skyldu til
at geva barninum eitt líka
gott skúlatilboð sum øðrum
børnum, og tá fylgir eisini
ein ábyrgd fyri, at barnið fær
tað rætta tilboðið, sum tað
hevur rætt til fyri at menna
eitt virðiligt lív. Øll børn hava
rættindi, men hesi børn hava
serlig rættindi!
Á einum skeiði herfyri
hoyrdi eg, at í Italia tosa tey
ikki um børn við serligum
tørvi, men børn við serligum
rættindum – og tað fokusið,
at hesi børn hava rætt til at
nakað serligt, verður gjørt
fyri at geva einum eina góða
tilveru, haldi eg er fantast
iskt og sigur so nógv um
hugburðin hjá einum sam
felag til børn.
Tíðin er komin til, at
vit steðga við at skriva álit
omaná álit, Bjørn Kalsø! Tíðin
er komin til, at vit síggja
góðu ætlanirnar í verkið!
Og her slepst ikki undan at
taka starvsviðurskiftini hjá
námsfrøðiligum stuðlunum
í álvara, og gera tær broyt
ingar, sum skulu til, fyri at
næmingurin við serligum
rættindum fær eitt gott og
trygt
undirvísingartilboð.
Hetta er ikki bert talan um
ein fakfelagsspurning, men
ein spurningur um karm
arnar fyri at skapa eina góða
lærutilgongd til børn við
serligum rættindum.
Loysing er ikki at spæla við
Johan Dahl
Landsstýrismaður
Skotska
fólkaatkvøðan
Skotska fólkið gjørdi av 18.
september 2014, við stórum
meirluta, ikki at loysa Skot
land frá Bretlandi. Talan var
um eitt lagnuval, sum skotar
skuldu taka, og vendast
kundi ikki aftur til støðuna
áðrenn hetta val – eisini
uttan mun til úrslitið.
Sjálvstýristilgongdin
í
Skotlandi
hevur
verið
ein onnur samanborið við
Føroyar. Skotar hava ikki
havt eina skipaða tilgongd
at menna politiskt og bú
skaparligt sjálvræði. Tí er
tað kanska eisini væl for
stáiligt,
at
meirlutin
av
skotska fólkinunm helt tað
verða óamannaverk at loysa
nærmast frá degi til dags.
Tjóðskaparflokkurin og tess
veljarar høvdu sjálvi onki
ítøkiligt boð uppá, hvussu
samfelagið skuldi innrættast
og skipast eftir eina møguliga
loysing.
Tað ringasta ein kann
gera, tá týðandi avgerðir
skulu takast er at grunda
hesar avgerðir útilokandi
uppá kenslur og ikki vit, skil
og fakta.
Ein meiningarkanning
millum skotar áðrenn fólk
atkvøðuna
vísti,
at
17%
søgdu seg flyta ella flýggja
av landinum, um so var, at
ein meirluti gjørdist fyri
loysing, svarandi til 700.000
fólk. Hetta eru skelkandi av
leiðingar, sum vit í Føroyum
kunnu gera okkum nakrar
tankar um og taka til okk
um.
Sjálvstýristilgongdin í
Føroyum
Føroyar hava síðan 1948
haft eina heimastýrislóg,
sum vit hava brúkt til at
yvirtaka málsøkið (eftir bú
skaparligum
gjaldsevni)
og tað er okkum meira og
minni frítt fyri at virka sum
ein sjálvstýrandi politiskt og
búskaparlig tjóð. Danir forða
okkum heldur ikki í at taka
loysingina fult út – hetta er
upp til Føroya fólk at taka
avgerð um.
Í løtuni eru samlaðu bein
leiðis
útreiðslurnar,
sum
danir gjalda til Føroya umleið
1 milliard.kr., svarandi til 20%
av
samlaðu
fíggjarlógini.
Ein loysing vildi havt við
sær, at føroyingar sjálvir
skulu rinda hesar útreiðslur
og røkt nýggj málsøki, so
skjótt sum vit høvdu tikið
loysingina, umframt at gjalda
hundratals milliónir árliga
fyri føroyingar, sum lesa í
eitt nú Danmark. Tá vit ikki
høvdu búskaparliga klára
at fylt uppaftur eitt slíkt
peningadren í búskapinum
eftir eina loysing, so vildi
hetta rakt vælferðina álvars
liga.
Ein loysing vil sostatt
hava við sær eina katastrofu
fyri
allar
føroyingar,
so
leingi, sum so nógv vantar
í, til at vit kunnu gerast ein
sjálvberandi búskapur og
vilja vera eitt kappingarført
samfelag í Evropa, herundir
Norðanlondunum.
Rákið innan altjóða
samstarv
Tað kann tykjast sera løgið,
at tað eru rørslur ymsa
staðnis í heiminum og eisini
í Føroyum, sum virka beint
móti rákinum at samstarva
og vera saman við øðrum, og
gerast stór og sterk. Henda
sameining millum lond snýr
seg m.a. um at skapa betri
grundarlag fyri menning og
vøkstri í einum landi ella øki,
herundir fremja samhandil –
og størri og sterkari londini
ella økini eru, jú betri.
Føroyar eru eitt sera lítið
land, sum ikki uttan víðari og
við verandi fólkagrundarlagi
megnar eina menning á
hædd við onnur stór lond
og felagsskapir uttan at vera
í einum størri felagsskapi.
Hesin felagsskapur, vit so
skilagott hava valt, eitur
Ríkisfelagsskapurin.
Tað er eitt neyvt saman
hang millum støddina á
einum landi og politiska og
búskaparliga handlikraft, og
møguleikarnir fyri at hava eitt
samfelag í kappingarførari
menning. Tí er tað ein stórur
fyrimunur, at føroyingar í
Ríkisfelagsskapinum ókeyp
ist kunnu brúka almennar
tænastur, t.d. tá vit senda
ungfólk Danmarkar at lesa.
Framtíð Føroya – eitt
strategiskt val
Framtíð Føroya er tætt heft
at, hvørja støðu vit velja at
taka til Ríkisfelagsskapin
komandi árini.
Spurningurin fyri føroy
ingar stendur m.a. í millum
at varðveita búskaparligan
tryggleika, hægri vælferð
og fólkatilflyting, ella velja
búskaparligt frælsi, lægri
vælferð og fólkafráflyting.
Loysing er ikki loysnin
Tað er alt, sum bendir á, at
føroyingar ikki vilja eina
loysing, sjálvt um vit eru
komin longri á sjálvstýrisleið
enn eitt nú Skotland.
Hetta merkir, at vit eiga
at halda fram við at menna
okkara samfelag og vinnu, og
skapa karmar, sum hava við
sær, at føroyingar hava eitt
gott lív og góðan trivna.
At tosa loysing, nærmast
sum eitt eksperiment, og ikki
hava tað minsta boð uppá,
hvussu vit skulu varðveita
okkara vælstand og vælferð
er at spæla við lagnuni hjá
føroyingum.
Tað er ikki óhugsandi,
at fingu vit eina loysing, so
vildu kanska einir 5-8.000
føroyingar flutt av landinum
ella flýggja undan vánaligari
vælferð og arbeiðsloysi.