hósdagur 25. september 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. september 2014 · Nr. 109
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
ítróttur
Jóannes Hansen
Hóast tað er í skugganum av
syndarligu vanlukkuni, so
umrøða vit teir fýra dystir
nar, sum tað verður roknað
við verða spældir í vikuskift
inum, tá ið 24. og fjórði síðsta
umfar í hesum kappingar
árinum er á skránni.
Longu
seinnapartin
leygardagin verður sett hol
á, tá ið KÍ fær vitjan av Skála.
Fyrsta bríksl í Klaksvík
verður klokkan 15. Hinir
dystirnir vera sunnudagin.
Støðutalvan sigur, at hetta
er avgerandi umfar. Tað eru
tólv stig eftir at spæla um. Í
botninum eru tað tíggju stig
frá Skála, sum er aftast, og
fram til AB, sum er omanfyri
strikuna. Og so skal leggjast
aftrat, at AB eigur betri
málmun enn Skála.
Í toppinum stríðast HB og
Víkingur at fáa fatur á topp
liðnum B36. Avbjóðararnir
hitttast í Gundadali, meðan
B36 annað vikuskifti á rað
fer at vitja í Eysturoy. Hesa
ferð gongur leiðin til Fugla
firðar.
ÍF hevur framvegis møgu
leika at røkka fjórða pláss
inum og harvið europeiskari
luttøku. Tann kappingin er
tøtt. Fuglfirðingar stríðast
við KÍ, NSÍ og EB/Streym um
altjóða luttøku. Við Margáir
verður uppgerð millum EB/
Streym og NSÍ. Ivaleyst
høvdu tey í Klaksvík og
Fuglafirði einki havt ímóti,
at tað endaði javnt í Streym
nesi.
Undir øllum umstøðum er
felags fyri øll tíggju liðini, at
tey kenna seg at hava knívin
á barkanum, nú tey fyri reika
seg til fjórði síðsta umfar.
KÍ er stórt
spurnartekin
KÍ - Skála
leygardagin kl. 15.00
Tað er tunnilsdagur í morgin.
Tað plagar at verða tikið til,
at tá ið okkurt serligt er á
vási í Klaksvík, so skerst
tað ikki væl hjá KÍ. Tølini
siga,
at
sjómannadagur,
summarfestivalur
og
norðoyastevna eru ikki bestu
vinirnir hjá fótbóltinum har
norðuri.
Eyðkennið hjá KÍ higartil
í ár hevur verið, at tað hevur
verið nógv upp og niður –
ikki minst seinastu vikurnar.
Eftir javnleik í Sarpugerði og
sigrar á toppliðunum báðum
var tað stórt vónbrot, tá ið
klaksvíkingar
sunnudagin
fóru ongul í reyv av Svanga
skarði.
Hini úrslitini lagaðu tað
soleiðis, at møguleikin at
røkka málinum, sum undan
kappingarbyrjan varð sett,
framvegis er har. Fjórða
plássið er ikki longri burtur
enn so, at tað framvegis er
upp til KÍ at avgera, um tað
skal eydnast.
– Ímóti B68 var tað ikki
nóg gott. Stóri trupulleikin
er, at vit ikki fáa úrtøku
burturúr málmøguleikunum.
Vit vita, at vit skulu vinna
ímóti Skála, um tað skal
eydnast,
staðfestir
mið
vallarin Hjalgrím Elttør.
Skálamenn
fyrireika
seg at fara norður eftir við
vitanini, at um tað ikki eydn
ast at vinna fulla úrtøku, so
verður niðurflytingin veru
leiki.
– Vit eru illa sperdir
orsaka av skaðum og av
at spælarar ikki eru tøkir
av øðrum orsøkum, men í
Gundadali ímóti HB vístu
spælararnir góðan hugburð,
staðfestir Skála málverjin
Suni Ernstsson.
Skála hevur vunnið tvær
ferðir í ár. Onnur ferðin var,
tá ið KÍ var á Skála, og heima
liðið vann 2-0.
Gullroykur
hongur við B36
ÍF - B36
sunnudagin kl. 15.00
Tað var ikki frítt, at tað fyrr í
hesum mánaðinum varð sett
spurnartekin við, um B36 fór
at megna at halda tørn um
sannførandi
oddastøðuna.
Treytaleysa svarið góvu hvít
klæddu spælararnir 2. hálv
leik sunnudagin við Løkin
í Runavík, tá ið teir vendu
vónleysari støðu og fóru frá
02 og til 3-2. Hetta man fara at
vísa seg at vera lyklastøðan í
hesum kappingarárinum.
– Í 1. hálvleiki spældu vit
við høvdinum undir arm
inum. Í steðginum tosaðu
vit tingini ígjøgnum aftur, og
hóast teir tíðliga í 2. hálvleiki
øktu um leiðsluna til 2-0, so
vóru vit so nógv betri síðsta
Fylg føroyska fótbóltinum á www.in.fo og Rás2
Gullroykur
hongur
við B36
fótbóltur
B36 er eitt umfar nærri meistaraheitinum enn teir vóru farna umfar. Frástøðan
niðut til HB er framvegis fýra stig. Bæði liðini hava torførar dystir um
vikuskiftið. Lív kann koma í botnstríðið um B68 vinnur á AB á Toftum
LIÐ TÍÐINDI
AB
B36
B68
EB/Streymur
HB
Ikki við: Sorin Anghel (Fóturin,
restina av árinum), Jógvan Skeel Nolsøe
(Vøddaskaði í lærinum, 1-2 vikur)
og Bárður Olsen (Leikvann, 1 dyst)
Ikki við: Hørður Askham
(Leikbann, 1 dyst eftir)
Ikki við: Esmar Clementsen (Brákað
rivjabein, 1-2 vikur) og Jann Ingi Petersen
(Liðbandsskaði, 3-6 vikur)
Við aftur:
Kristian Anthon Andreasen (Leikbann)
og Jóhan Dávur Højgaard (Leikbann)
Dysturin útsettur
Ikki við: Símun Samuelsen
(Hælsinan, langtíðarskaddur),
Gunnar Haraldsen (Lærkrikin,
langtíðarskaddur), Christian R. Mouritsen
(Fóturin, langtíðarskaddur) og
Poul Ingason (Leikbann, 4 dystir)