Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 26. september 2014 · Nr. 109 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur hálva tíman, staðfestir væl nøgdi B36 venjarin Sámal Erik Hentze. Tað hongur ramur gull­ roykur uppi í B36 ferða­lag­ num, sum sunnudagin fer til Fuglafirðar. Í Runavík vóru nógvir fjepparar saman við árstalsliðnum. Spælararar og venjarar siga, at hetta var avgerandi, tá ið tað stóð mest á, og tí kann roknast við, at stuðulin aftur verður stórur í Fuglafirði. Á pappírinum tykist hetta vera minni torfør avbjóðing, men hon er ikki minni týdningarmikil enn tann síðsta sunnudag. Eftir fleiri lítið sann­ før­andi avrik svaraði ÍF av álvara aftur ímóti AB. Clayton Soares avgjørdi beinan­vegin, og hini úrslitini lagaðu tað soleiðis, at ÍF fram­vegis hevur møguleika at røkka europeiskari lut­ tøku. Um tað skal eydnast, so er av­bjóð­ingin at vinna fulla úrtøku ímóti B36. Stórdystur verður í Gundadali HB - Víkingur sunnudagin kl. 15.00 Sunnudagin vann HB 2-0 pliktsigur á heimavølli ímóti Skála, sum fyri tað mesta vardi. – Ímóti Víkingur verð­ur talan um heilt aðra av­bjóð­ ing. 2. hálvleik ímóti Skála hugs­aðu vit ikki frítt um næstu avbjóðingina, sum hev­ur sera stóran týdning, sigur HB venjarin Heðin Askham. HB hevur framvegis møgu­leika at vinna FM heitið, sum teir undan kapp­ ingar­byrjan settu sær fyri at vinna. Tá settu teir sær eisini fyri at vinna steypa­ kapping­ina. Tað málið rukku teir ikki. Mótstøðuliðið hesa ferð, Víkingur, streyk avstað við løgmanssteypinum. Víkingur vann sunnu­ dagin 3-1 í Streymnesi, og síðsta Víkinga tapið var 25. mai. Báðir lands­kappingar­ dystirnir fyrr í ár millum HB og Víking endaðu við javn­ leiki. – Tað eru framvegis tólv stig eftir at spæla um, og vit hava framvegis møguleika at røkka hægri upp enn triðja plássið, sum vit nú eru á. Vit spæla hvørja ferð fyri at vinna, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen. Røkka ella støkka á Toftum B68 - AB sunnudagin kl. 15.00 Sunnudagin vann B68 1-0 á heimavølli ímóti KÍ. Sam­stundis tapti AB 3-0 í Fuglafirði. Harvið eru tað seks stig frá B68, sum er niðan­fyri strikuna, og fram til AB, sum er omanfyri strik­ una. – Vit fegnast um sigurin á KÍ og um, at tað framvegis er møguleiki fyri at sleppa undan niðurflyting. Vit vita, at møguleikin ikki er so stórur, men vit spæla av full­ um huga fyri møgu­leik­anum. Um vit vinna hesa ferð, so verður munurin trý stig, og so kann alt framvegis henda, sigur B68 venjarin Jógvan Martin Olsen. Umframt innanhýsis upp­gerðina á Svangaskarði millum B68 og AB hava hesi liðini hesar dystir eftir at spæla í ár: AB: HB (h), KÍ (ú) og Skála (h). B68: Skála (ú), B36 (h) og Víkingur (ú). B68 hevur verri málmun enn AB – sjey mál sum kunnu minka báðar vegir við møguligum sigri. Um B68 vinnur við til dømis tveimum málum, so verður málmunurin trý. – Nú hava vit spælt fimm dystir uttan at vinna. Leik­ ligu avrikini hava ikki verið nóg góð. Nú er dagsskráin at vinna ímóti B68. Hvussu spælið verður telur ikki mest nú. Tað snýr seg bara um at vinna, sigur AB málverjin Heðin Stenberg. joannes@sosialurin.fo ítróttur VIT TIPPA Tróndur Arge tippar... 1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa umførini í Effodeildini Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 23 16 4 3 46 21 +25 52 2 HB 23 14 6 3 49 17 +32 48 3 Víkingur 23 11 9 3 48 24 +24 42 4 EB/Streymur 23 9 7 7 37 30 +7 34 5 NSÍ 23 9 4 10 45 37 +8 31 6 KÍ 23 8 6 9 33 33 0 30 7 ÍF 23 7 7 9 33 39 -6 28 8 AB 23 5 7 11 25 50 -25 22 9 B68 23 4 4 15 19 51 -32 16 10 Skála 23 2 6 15 13 46 -33 12 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 fótbóltur Myndir: Álvur Haraldsen ÍF KÍ NSÍ Skála Víkingur Ikki við: Frank Poulsen (Skurðviðgjørdur, 3-4 vikur), Poul N. Mikkelsen (Lærkrikin, ógreitt hvussu leingi) og Fritleif í Lambanum (Leikbann 1 dyst) Ikki við: Bárður J. Heinesen (Leikbann 1 dyst eftir) Dysturin útsettur Ikki við: Poul N. Poulsen (Slitið kross­ bandið), Jákup Jacobsen (Brotið østbeinið), Jákup Johansen (Leikbann, 1 dyst eftir), Teitur R. Joensen (Fluttur av landinum), Pætur Dam Jacobsen (Skaddur) og Høgni Midjord (Skaddur) Við aftur: Edvin Jacobsen (Leikbann) Ikki við: Dánial Pauli Lervig (Skal undir skurð, úti restina av árinum) Dysturin útsettur