Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-25, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 109 · 26. september 2014 5 VIKUSKIFTI Benjamin granskar rúmdar- steinar í USA Í fólkaskúlanum helt hann seg vera ein sibba – tímdi illa og dugdi ikki serliga væl – men umvegis miðnámsskúla í Klaksvík endaði hann á universiteti uttanlands, og nú granskar Benjamin Jacobsen úr Vatnsoyrum rúmdarsteinar í Kalifornia Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hann hevur eitt starv, sum er nakað heilt annað enn tað, sum tey flestu av okk­um takast við í gerandisdegnum. 39 ára gamli Benjamin Jacobsen, sum er ættaður úr Vatnsoyrum, gransk­ ar rúmdarsteinar í USA og roynir við sín­um granskingum, ið fyri stóran part eru fíggjaðar av NASA, at finna nýggj­ ar upplýsingar um upprunan til okkara sól­skipan. Men tá lá ikki í kortunum, at Ben­ja­ min skuldi enda sum granskari á vird­ um stovni í USA. – Eg var vist tað, sum tey kalla ein sibbi í fólkaskúlanum. Eg tímdi ikki ser­liga væl at ganga í skúla, og eg dugdi heldur ikki serliga væl. Tá eg var liðugur við fólkaskúlan, ætlaði eg at finna mær okkurt lærupláss, men tað var ómøguligt, tí tað var mitt í kreppuni í 90’unum, greiðir Benjamin frá. – Tí valdi eg at fara á Tekniska skúla í Klaksvík at taka SIT – og síðani HT útbúgvingina, og tað broytti mín hugs­ an um útbúgving, og eg fekk gjøgnum lær­ar­ar á skúlanum – ikki minst Sigrun Skálagarð og Andras Biskopstø – veruliga áhuga fyri evnafrøði og stjørnu­frøði, og tað skapti eisini áhuga fyri at fara at lesa víðari. – Eg minist at Andras Biskopstø segði við meg, at tað kravdi "dirvi og áræði" at lesa á hægri stigi, og tey orð havi eg altíð havt í huga og havi tey skriv­að á einum lepa á mínum kontóri. Eftir at hann hevði tikið HT á Tekn­ iska skúla í Klaksvík, leitaði Benjamin sær til Danmarkar, har hann fór at lesa geo­logi á Københavns Universitet. Har tók hann bæði bachelor og master og arb­eiddi um sumrarnar í Grønlandi, har tey eitt nú leitaðu eftir diamantum. Samband við USA Tá ið master-utbúgvingin í Danmark var komin undir land, kom Benjamin í samband við professara, sum gransk­ aði í kosmokemi og fekk hann høvi at gera ph.d.,  sum í USA umfatar bæði at undirvísa, fáa frálæru og granska,  á Unversity of California, Davis. Umvegis granskingararbeiðið á Unversity of California, Davis fekk Ben­ja­min  samband við Lawrence Liver­more National Laboratory í Kali­ fornia í USA.  Lawrence Livermore National Labora­tory er stovnur, sum hevur sín upp­runa í kalda krígnum í 1950’un­ um og fekst fyrstu árini við menn­ ing­ina av kjarnorkuvápnum. Í dag snýr nógv av virkseminum seg um kjarnorkugransking, trygd og av­ mark­ing, men onnur sløg av gransking – eitt nú í okkara sólarskipan – fer eis­ ini fram á stovninum. Undir lesnaðinum gjørdist tað alt meira greitt, at størsti áhugin hjá Benja­min var fyri kosmokemi, og hann hev­ur nú serøkið innan gransking av rúmd­ar­steinum. – Eg havi tætt tilknýti til eitt roynd­ ar­tól, har vit kanna og granska rúmd­ ar­til­far. Kannað verða evni og tilfar frá rúmd­arsteinum, sum eru dottnir nið­ur á jørðina. Gjøgnum okkara kann­ing­ artól kunnu vit finna fram til evna­frøði­ liga innihaldið og sambandið, sum tað hev­ur við okkara sólskipan. Hetta kann so geva okkum nýggja vitan um okkara sól­skip­an, sigur Benjamin Jacobsen. Tað, sum hansara gransking serliga snýr seg um, er at finna nýggjar upp­lýs­ ing­ar um byrjanina til okkara sólskipan. – Hetta ljóðar sum eitt heilt øðrvísi arb­eiði, men mín arbeiðsdagur er ikki so nógv øðrvísi enn tann, sum onnur fólk hava. Eg fari til arbeiðis, havi yms­ ar uppgávur at loysa, skal á onkrar fund­ir, skal loysa onkrar trupulleikar við royndartólinum og so víðari. Men sjálv­andi arbeiða vit eisini á einum høg­um akademiskum stigi við okkara kann­ing­um, sigur Benjamin Jacobsen. Nógv av granskingini hjá Benjamin verð­ur fíggjað av amerikanska rúmd­ar­ stovn­inum NASA, og Benjamin loys­ir so sínar uppgávur millum tey 6000 fólk­ ini, ið starvast á Lawrence Liver­more Natio­nal Laboratory. Fest røtur Benjamin Jacobsen hevur amerikanska konu, og tey eiga eina dóttir. Tey eru bú­sit­andi í Walnut Creek, sum er ein bý­ur við stívliga 60.000 íbúgvum, ið ligg­ur nakað eystan fyri San Fransisco í Kali­fornia. – Eg havi fest røtur í USA, og vit trív­ast sera væl í Kalifornia. Veðrið er sera gott alt árið, og vit hava nógvar frí­tíð­ar­møguleikar. Í løtuni hugsi eg ikki um at sleppa heim aftur til Føroya at búgva. Vit hava tað gott í USA, og har verða vit verðandi, sigur Benjamin Jac­ob­sen. Hesar dagarnar vitjar Benjamin heima í Føroyum. Hann hevur verið á ráð­stevnu í Marokko um rúmdarsteinar, og síðani hevur hann eisini verið í Paris og gjørt granskingararbeiði. Og nú hann var her á leið, leitaði hann sær heim í nakrar dagar at vitja. Benjamin nýtti eisini høvi at vitja aft­ur á Tekniska skúla í Klaksvík, har hans­ara útbúgvingarleið byrjaði fyri sløk­um 20 árum síðani. Har greiddi hann næmingunum frá sínari út­búgv­ ing og arbeiði, og hann fekk eisini høvi at heilsa upp á lærarar og starvsfólk, sum vóru við til at kveikja áhugan fyri víð­ari lesnaði og sum løgdu lunnar und­ir hansara lívsleið á einum høgum al­tjóða akademiskum støði.