Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 109 · 26. september 2014 6 VIKUSKIFTI Post hevur givið út fýra nýggjar frímerkjaútgávur. Jóla­evan­ geli­ið 2, sum Edward Fuglø hevur teknað, og so tríggjar út­gáv­ur, sum heiðra føroyingar, ið hava luttikið í ovurstórum søgu­lig­um hendingum úti í heimi. Av ókendum orsøkum hava hesir merkismenn ikki verið ser­liga kendir í heimlandinum fyri síni avrik. Anker Eli Petersen hevur lagt hesar tríggjar útgávurnar til rætt­is. Fyrri heimsbardagi Í ár eru liðin 100 ár síðani fyrri heimsbardagi brast á. Úr Norð­ur­atlantshavi kundu føroyingar bara við vaksandi bilsni eygleiða, hvussu hesin ógvusligi leikur breiddi seg og førdi so mikl­an skaða og neyð við sær. Tey fýra frímerkini í arkinum lýsa stríðið mikla við at leggja dent á: – Avleiðingarnar, m.a. trot á matvørum og tómar olju­ goymsl­ur. – Lagnudagin, tann 23. mai 1917, tá ein kavbátur søkti átta føroysk fiskifør – Hermannin, Christian Ludwig Petersen úr Kaldbak, sum var ein av fáum føroyingum ið beinleiðis luttóku í krígnum.   Dollin Daniel Jacob Danielsen, vanliga róptur Dollin, var mest kendur fyri sítt virki sum prædikumaður og trúboðari í Føroyum beint eftir fyrra aldamótið. Men tað var ikki innan bøgarðarnar at Danielsen setti sínar týdningarmestu slóðir. Tá Óli Jacobsen kannaði tíðar­ skeið­ið, tá Dollin virkaði sum trúboðari í Congo, kom ein sera undrunarverd søga undan kavi, ið lýsir leiklut hansara í hend­ ing­um ið broyttu heimssøguna. 70 ár síðan D-dagin 6. juni í ár vóru 70 ár liðin síðan D-dagin. Dagurin tá Operation Overlord, innrásin hjá teimum sameindu, varð sett í verk. Fleiri føroyingar luttóku í hesum torskilda og vandamikla vás­anum. Vit hava valt at lýsa ein av teimum, kapteynin Vil­ helm Reinert-Joensen (1891-1949). Hann var skipsførari hjá amerikanska herinum, tá annar heimsbardagi brast á og førdi fleiri av størstu troppaflutningsskipunum hjá amerikanarum. Merkismenn á frímerki Føroyskar bøkur Filmur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo FarLit er virkið á messuni í Svøríki og sýn­ir fram føroyskar bøkur og vísir út­lendsk­um forløgum á møguleikar at týða og geva út føroyskar bókmentir. Bókmentir frá í fjør eru aftur á skránni umframt viðkomandi bøkur frá 2013/14, sum forløgini hava peik­ að á. Rithøvundarnir, ið verða um­ boð­að­ir hesaferð eru: Jóanes Nielsen, Jógv­an Iskasen, Carl Jóhan Jensen, Gunn­ar Hoydal, Oddvør Johansen, Ann­finnur í Skála, Durita Holm, Páll Nolsøe, Tóroddur Poulsen, Sissal Kamp­mann, Hanus Kamban, Sólrún Mich­el­sen, Marjun S. Kjelnæs, Bárð­ ur Oskarsson og Rakel Helmsdal. Yrk­ is­bók­mentir verða eisini umboðaðar á bóka­messunum, har eru nøvn sum: Bogi Hansen, Magnus Gaard, Andras Mort­en­sen, Pól Jespersen og Magni Mohr.   Seminar FarLit hevur egnan bás á messunum, har tær allarnýggjastu, upprunaføroysku bøk­ur­nar verða vístar fram saman við kunnandi tilfari, sum tey ymsu for­løg­ ini hava framleitt til høvið. Jenny Johannessen er við í Göteborg sum moderator á 45 min. seminari við trim­um føroyskum yrkjarum: Sissal Kamp­mann, Marjun S. Kjelnæs og Katrin Ottarsdóttur. Í hesum sambandi er úrval av yrkingum hjá teimum trim­ um týtt til svenskt og prentað í snøgg­ari bók, ið verður latin áhugaðum á mess­ uni. Anna Matsson hevur týtt yrk­ing­ ar­nar, og hon verður til staðar og lesur upp á svenskum.   Móttøka Hósdagin høvdu tey móttøku á bás­ inum, har Birna Jacobsen og Niels Ják­ up Thomsen tóku ímóti gestum saman við øðrum føroyingum á staðnum. Rit­ høv­undarnir Marjun S. Kjelnæs, Sissal Kamp­mann og Bárður Oskarsson vóru at hitta á móttøkuni, Bárður hevur fingið ser­liga innbjóðing at koma á messuna, av tí at myndabókin Flata kaninin, sum Bóka­deild Føroya Lærarafelags gav út í 2011, er í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsbókavirðislønina. á stevnu í Svøríki Í hesum døgum er stór bókastevna í Gøteborg í Svøríki Stórfilmurin hjá Nils Malmros um Barbaru verður við á føroysku filmsdøgunum í Keypmannahavn. Leikstjórin luttekur eisini Nýggj frímerki hjá Posta seta sjóneykuna á føroyingar, ið hava luttikið í søguligum hendingum úti í heimi