Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-25, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 109 · 26. september 2014 7 VIKUSKIFTI Egghvassur Cohen á 80 ára degnum Leonard Cohen rundaði sunnudagin 80 ár, og kanadiski sangarin og sangskrivarin nýtti høvið at geva nýggjan tónleik út. Útgávan Popular Problems hevur fingið sera góða móttøku og er endað mitt í einum stjørnuroki frá ummælarum. Røddin hjá Cohen er dúpari enn nakrantíð, og tað gongur róliga fyri seg, tá ið hann tulkar sínar egnu sangir. Við orðum sum “Wasn’t hard to love you/Didn’t have to try” tekur Cohen enn eitt tak fyri kærleikanum. Cohen er ein meistari, sum er farin undir sínar seinastu sangir. Norðmenn vitjaðu 19 lond í sama døgni Tríggir norðmenn settu nú um dagarnar nýtt heimsmet. Teir vitjaðu heili 19 lond innan 24 tímar, og tað var tvey meira enn metið frammanundan. Norðmenninir byrjaðu í Grikkalandi, og tá ið teir 23 tímar og 33 minuttir seinnu settu fót á land í Liktinstein, høvdu teir nátt málinum. Teir høvdu lagt ferðina sera neyvt til rættis fyri at náa øll londini, og ætlanin helt heilt væl – betur enn seinast, tá ið teir “bert” náddu 17 lond í royndini at sláa heimsmetið. LURTA! Millum gøtuna, sum eg gangi á næstan hvønn dag, og vegin er eitt lið, eitt portur. Eg fari gjøgnum liðið út á vegin at venda og seti síðani kósina til hús aftur. Hetta er ikki nakað vanligt port­ur at lata upp og aftur í øll­ um góðum. Hetta er eitt ram­ligt skógrøktarlið, gjørt úr við­ar­ bulum, fyri at forða skutarum og prutl­um í at buldra inn á gøtuna. Gøt­an er ætlað fólki og hundum til gongu. Onkur tólmenni m/k renna eisini har. Dreingir á skutarum hava onga virðing fyri friðskjólum hjá gongu­fólki. Skelti nytta einki. Teir tíma ikki, ella duga ikki, at lesa. Og myndir fata teir bara, eru tær á einum skermi. Ella er tað uppreistrarhugur hjá teimum ungu? Tora vit at vóna tað? Fuck You, vit skíta á øll for­boð! Eg skrivaði, at eg gangi gjøgn­um liðið. Men tað er ikki neyð­ugt. Tí fyri einum ári síðani ella so hendi tað, at hegnið báðu meg­in við slúsuna varð tikið niður. Nú stendur tað har, liðið, so einsamalt og gálvar. Til ber at ganga, renna og koyra púra ótarnað báðu megin við. Tað stuttliga er, at kortini gangi eg, og tað gera fleiri onnur eisini, gjøgnum liðið og ikki fram við tí, hóast tað er høgligari, tí so slepst undan fyrst at snara eystur­eftir og so aftur norðureftir. Áhugavert, sera áhugavert. Hevði verið stuttligt at sitið har við liðið ein heilan dag og talt, hvussu nógv fara gjøgnum liðið og hvussu nógv fara ikki. Gjørt eina pseudofólkalívssálarfrøðiliga analysu. Sjálvur helt eg, at vit eru so myndugleikatrúgv, onkur myndugleiki gjørdi hatta liðið. Eg beri eisini lættiautismu, so eina ferð liðið, altíð liðið Ein dagin hitti eg so ein mann, sum er klókari enn eg, har við liðið. Nevndi hetta fyri honum, at fólk lata viðarbularnar stýra sær út á vegin og inn aftur á gøtuna, av tí smølu á tann breiða retur. Jú, og kanska hevur hann rætta svarið: vit ganga, sum fyri er slóðað. Tað er júst tað, vit gera. Blinda liðið. Hatta viðarliðið prógvar, hvussu illa vit ræðast frælsi. Vit gera bara, sum slóðað er fyri. Vit vilja vera bundin. Nógv tey flestu blíva gift. Nógv gifta seg oftari enn eina ferð. Tí tá tey blíva skild, loyst úr bondum, gerast tey fræls. Og tað tora tey ikki, at vera fræls, so tey skunda sær at gifta seg aftur. Skunda sær at siga ja, ja og skola frælsið út. Hjúnafjøtur. Umberingar, sannføringar, grundgevingar hjá teimum, sum gifta seg, eru nógvar, tær flestu margháttligar. Ein kallast kærleiki. Kærleiki er ikki sum vatnið undir Kollafirði. Hann kólnar. Børnini eitur ein onnur. Tey eru trygg, tí foreldrini eru gift. Svass. Løgfrøðin hevur ráð fyri øllum, eisini rættindunum hjá børnum, sum ikki hava gift foreldur. Tey, sum ivast mest, tá tey skulu velja millum frælsi og ófrælsi, krøkja seg í ballið, brúðleypið og brúðarhúsið, hóast húsini eru felagsogn. Tað ber altíð til at finna eitt høvi at ballast, betri høvi enn frælsisskerjing. Og oman á alt hetta stríðast fólk, sum annars siga seg vera frælsissinnað, fyri, at eisini tey samkyndu fáa frælsið at velja ófrælsi, sleppa at gifta seg. Høgt til loftið, vítt til veggja og óinnrættaður kjallari. Sjálvandi bar ikki til at halda fólkafund í Føroyum uttan at hava minst ein danskara við. Á Fólkafundinum verða fólk sett í básar. Og tað riggar væl, tí føroyingar eru tjórneyt og trívast væl í bási. Kvinnur arbeiða nógv minni enn menn. Kortini krevja tær tað sama í løn sum menn. Eg fari út at ganga og fari gjøgnum liðið, meðan eg gáni upp í himmalin, hóast frítt er at fara báðum megin við. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Ófrælsa blinda liðið LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein 25 ár síðani fyrstu Elis-sendingina Týskvøldið vóru liðin júst 25 ár, síðani Elis Poulsen hevði sína fyrstu sending í Útvarpinum. Sendingin hevði heitið Á tónatingi, og Elis spældi lættan popp­tónleik. Árið eftir var føroyskt tónleikalív til umrøðu. Elis varð síðani biðin um at gera eina leyg­ar­kvøldssending, og á sumri 1990 loysti hann Kára Olsen av í Lurtarunum & Vit. Eftir sjey ár varð Elis settur í fast starv í Útvarpinum, og hann ger framvegis útvarpssendingar. – Eg má siga, at eg havi elskað mítt starv av heilum hjarta, sigur Elis. Okkara maður í Havana James Wormold selir dust­súgvarar í cubanska høv­uðs­stað­num Havana í 1950’unum. Kon­ an er rýmd frá honum, og dóttirin dugir væl at lumpa pápa sín og fáa hann at gjalda fyri henn­ara ovurbrúk. Tí er Wor­mold lættur at lokka, tá ið bretska fregn­ar­tæn­ ast­an vil hava hann at njósnast fyri tey. Trup­ul­ leikin hjá World er bara, at hann hevur ikki so nógv­ar upplýsingar at senda heim, og tí verður hann noyddur at finna upp á ymiskt í sínum frásøgnum. Okk­ara maður í Havana er kendasta skald­søgan hjá Graham Green – ein klass­ik­ari í bókmentunum frá farnu øld. Terji á Tónabrúgv Leygarkvøldið kl 22.00 verður konsert í Spaniastovu við Terja Rasmussen. Terji hevur drúgvar royndir sum sangari og lagsmiðjur. Hann hevur við sínum “ódeyðiligu landaplágum” týðiliga sungið seg inn í føroysku sangsálina. Terji hevur sungið og spælt við m.a. tónleikabólkunum Plumm, Terji og Føstufrensum, Frændum og Moirae. Leygarkvøldið kann hann upplivast á konsert í gomlu handilshølunum úti í Klaksvík. Cowell var ov nógva tí góða Hann er heimskendur sum eirindaleysur dómari í X Fac­ tor, og hann er eisini ein av tungu dreingjunum aftanfyri sjálvt konseptið. Tey flestu munnu kenna Simon Cowell, og tey eru mong, sum hava fingið av at vita frá hnum. Men nú um dagarnar var tað Simon sjálvur, sum kom illa fyri. Hann hevði einar tveir knappar av skjúrtuni opnar, men ein knappur afturat leyp upp, uttan at hann visti av tí, og so var stormur á sosialu miðlunum, tí fólk hildu seg síggja ov nógv av bringuskegginum hjá honum. Sjálvur segði Cowell seg verða serstakliga flóvan av hendingini – ikki oftari enn so! UPPLIV! LES!