Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-25, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 109 · 26. september 2014 8 VIKUSKIFTI TEMA Orðið tatoo (tatoveringar) hevur sín uppruna frá polynesiska orðinum "TA", sum merkir "ímerking av onkrum", og tahitiska orðinum "Tatau", sum merkir "at tekna nakað". Prógv eru fyri, at tatoveringar eru yvir 5000 ára gamlar, og ein ørgrynna av ymiskum tatoveringum eru at finna í søgubókum kring allan heim. Gjøgnum øldirnar hevur hesin hátturin at prýða kroppin verið nýttur sera ymiskt, og í ymiskum mentanum, og tískil eru eisini sera ymiskar tatoveringar at finna upp ígjøgnum heimssøguna. Eitt av kendastu dømunum innan tatoveringslistina varð funn­ið í 1991 á kroppinum hjá einum 5000 ára gomlum manni. Hesin maðurin frá ístíðini varð funnin í fjøllunum mill­um Eysturríki og Italia og er millum best goymdu líkini nakr­an­tíð funnin. Tað mest áhugaverda við líkinum var, at húðin var í so góðum standi, at til bar at avdúka heili 57 tatoveringar. Millum tatoveringarnar á kroppi hansara vóru eitt nú ein kross­ur á knænum, seks javnar strikur við nýruni, og fleiri linjur kring báðar øklarnar. Summi vilja vera við, at hesar tato­veringar vóru framdar av heilsuáðum, millum ann­að fyri at sleppa undan giktvølum. Í 1947 funnu fornfrøðingar fram til enn eitt lík, sum prógvaði gamlar tatoveringar. Hesaferð var tað á markinum millum Kina og Russland. Fornfrøðingar grav­aðu í Altai fjøllunum í suður Sibiria, og funnu her eitt gamalt gravarstað, har 2400 ára gomul lík vóru goymd. Hesi lík vístu fleiri undranarverdar tatoveringar, eitt nú av hugadjórum og ódjórum. Tatoveringar Gjøgnum øldirnar hevur hesin hátturin at prýða kroppin verið nýttur sera ymiskt, og í ymiskum mentanum, og tískil eru eisini sera ymiskar tatoveringar at finna upp ígjøgnum heimssøguna. Eisini í dag er hesin hátturin at prýða kroppin ógvuliga væl umtóktur. Elsta prógvi uppá tatoveringar er yvir 5000 ár.