Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-25, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 109 · 26. september 2014 9 VIKUSKIFTI – Havi ofta frárátt fólki at fáa tat­over­ing – Tá fólk koma til mín við einum ljótum motivi, so plagi eg at tosa tey frá tí ella at broyta myndina, sigur Terji Skibenæs, sum er tatovør. tatoveringar Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Tey flestu kenna hann helst sum guitarleikara í rockbólkinum Týr, men Terji Skibenæs er eisini vorðin ein viðurkendur tatovørur, sum hevur úr at gera í Føroyum og aðrastaðni við. Tá ið fólk fáa sær tatoveringar eru tey mong sum halda, at tatoveringin skal hava onkran serstakan týdning fyri persónin. Men tað heldur Terji als ikki er neyðugt. Sjálvur hevur hann eina ørgrynnu av tatoveringum, so nógvar, at hann hevur mist talið, og tað ber ikki til at telja tær, tí tær hanga allar saman. – Eingin av mínum tatoveringum merkja nakað fyri meg. Eg haldi bara tað sær gott út at hava tatoveringar, sigur Terji Skibenæs, sum í løtuni er staddur í USA saman við Týr. Mangan tekna útyvir Terji hevur ongantíð upplivað, at fólk hava verið ónøgd við tatoveringar, sum hann hevur teknað, men hann hevur ofta teknað útyvir aðrar tatoveringar. – Tað kemur meira enn so fyri, at fólk vilja hava onkra gamla tatovering burtur, og tá tekni eg so útyvir. Men eg haldi sum so, at fólk oftast eru glað fyri sínar tatoveringar, sigur Terji Skibenæs. Eftir hansara tykki er tað ongantíð ov nógv av tí góða, tá ið umræður tatoveringar. – Eg havi mangan upplivað, at fólk koma til mín við einum ljótum motivi, sum eg veit tey fara at angra. Tá royni eg at tosa tey frá tí, ella at tekna myndina av nýggjum. Annars haldi eg, at alt er loyvt, sigur Terji Skibenæs. Tað eru mangan serstakir dagar ella nøvn, sum fólk ynskja sær at fáa tatoverað á kroppin. Eldra ættarliðið dámar ikki tatoveringar Terji Skibenæs hevur upplivað á egnan kropp hvussu fólk taka ímóti tatoveringum, og sum heild heldur hann, at føroyingum dáma væl tatoveringar. – Eldra ættarliðið er sum oftast ímóti tatoveringum, men annars haldi eg, at tey flestu halda tað er vakurt og riggar væl, sigur Terji Skibenæs. Terji hevur altíð havt áhuga fyri tatoveringum, og hevur teknað nógv. Tað var júst orsaka av hesum, at hann fór í læru sum tattovør. – Eg fekk bjóđa eitt lærupláss hjá tí, sum hevur gjørt meginpartin av mínum tatoveringum. Hann sá, at eg dugdi at tekna, so hann vildi hava meg í læru. Annars hevði eg helst ongantíð byrjað at tatovera, tí eg havi ikki hugsað, at tað var møguligt í Føroyum, sigur Terji Skibenæs. Tað hevur áður verið frammi í útlendskum miðlum, at summir litir, sum tatovørar nýta at tekna við, eru vandamiklir fyri húðina. Men tað kann sleppast undan, um farið verður til rætta tatovørin. – Tá ið tú nýtir blekk, sum er góðkent, so er tað eingin trupulleiki. Men nakrir tatovørar bíleggja blekk av ebay ella okkurt líknandi, og tá kann tað vera sera vandamikið. Serstakliga um viðkomandi so heldur ikki dugir at halda alt sterilt og reint meðan hann tatoverar, sigur Terji Skibenæs. Tær tatoveringar, sum Terji hevur gjørt, kunnu síggjast á Facebook síðuni "Terji Tattoo". TEMA Kelda: denstoredanske.dk yvir 5000 ára gamlar Enn hava forn­frøð­ing­ar ikki staðfest, um hesar tatoveringar skuldu ímynda status hjá persónunum, sum bóru tato­vering­ar­nar, ella um talan var um onkran yvir­nat­úr­lig­an týdn­ing. Bæði í søguni hjá Japan og Egyptalandi eru eis­ini prógv fyri tí aldargomlu listini. í 1981 funnu forn­frøð­ing­ar fram til líkið av einari søguligari kvinnu í Eg­ypta­landi, og á kroppi hennara vóru prikkar, strikur og geometrisk mynstur at finna. Tatoveringar hava al oftast eitt prýðiligt endamál, men í summum mentanum hava tatoveringar sam­band við gandaheimin, við status ella við upprunan hjá ávís­um bólkum. Eitt nú eru afrikanskar ættarbólkar ella rockara bólkar kendir fyri at nýta tatoveringar sum prógv fyri hvar tey hoyra til. Indianarar í Norður og Suður Amerika høvdu mang­an tatoveringar í andlitinum og á kroppinum. Sið­venjan fyri tatoveringum um allan kroppin í nógvu lit­um er komin úr Japan. Eftir at kristindómurin varð inn­førd­ur í Evropa vóru tatoveringar forbodnar, men hildu fram í øðrum pørtum av heiminum. Prýðistattoveringar hava vunnið fram síðani síðst í 1900 talinum, og í dag eru tað bæði kynini, sum nýta hetta slagið av list. Síðani 1966 hevur tað verið ólógligt í danska kongaríkinum at tatovera høvdið, hálsin og hendurnar, og at loyva ungum undir 18 ár at tatovera seg. barbara@sosialurin.fo