Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-25, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 109 · 26. september 2014 10 VIKUSKIFTI TEMA – Foreldrini vildu hava meg at blíva tatovør tatoveringar Barbara Holm barbara@sosialurin.fo 37 ára gamli havnarmaður Jákup Pauli Gaard Olsen hevur eina ørgrynnu av tatoveringum. Frá topp til tá er hann prýddur við alskyns litum, og tato­ver­ ing­arnar eru nú so umfatandi, at hann ikki fær greiðu á hvar ein endar og hin byrj­ar. Áleið seks tatoveringar eru í alt, sum fylla stóran part av kroppinum. Jákup Pauli teknaði nógv tá hann var yngri, og so at siga øll skúlagongdin fór við at læra seg teknikynstrið. Tað lá væl fyri hjá Jákupi Paula at tekna, so væl fyri, at hann umhugsaði at gerast tato­vør. – Sjálvt míni foreldur royndu at skumpa undir meg, fyri at fáa meg at velja tatovørleiðina. Eg endaði so sum kokk­ur, og tað fór við allari tíðini. Men eg kundi framvegis gott hugsað mær at lært meg enn betur at tekna, sigur Ják­up Pauli Gaard Olsen. Ræðusøgur í tatoveringunum Mong eru tey, sum halda, at tá tú fært tær eina tatovering, so skal hon hava ser­stak­an týdning fyri teg. Men Jákup Pauli heldur als ikki tað er neyðugt. Øll motiv hava onkran týdning, og mangan velja fólk tann stílin, sum sigur teimum nak­að. Sjálvur dámar Jákupi Paula best "horror show" ella "ræðusøgu" stílin. – Mær dámar best klovnar, trøll og ódjór í gamla stílinum. Mær dámar tó tað mesta, men eg haldi nú at til døm­ is tatoveringar av kettum, sum júst eru deyðar, er nakað fjas, sigur Ják­ up Pauli, sum mangan hyggur eftir tatoveringssendingum, har júst tato­ ver­ing­ar av deyðum húsdjórum eru nógv at síggja. Nakrar tatoveringar hjá Jákupi Paula eru ikki liðugar enn, og í næstum ferð hann at fáa sær nakrar aftrat. – Eg kundi hugsað mær at fingið por­trett av báðum ommunum á lærið, og kanska aðrar familjurelateraðar tato­ver­ingar, sigur Jákup Pauli. Umframt hetta kundi hann hugsað sær meira á hendurnar, fingrarnar, háls­in og bringuna. – Og so kundi tað verið rættiliga kul, at fingið eitt grindadráp á allan ryggin, við grátandi Sea Shepherd aktivistum á, sigur Jákup Pauli. Undir øllum umstøðum er púra greitt, at Jákup Pauli Gaard Olsen als ikki er liðugur við at prýða sær kroppin við tí vakra blekkinum. "Mamma" varð útskift við – Eg ætlaði "Mamma" skuldi standa a vinstra armi. Men eg broytti meining í síðstu løtu, og nú stendur so "Morrissey", sigur Finnur Koba, sum hevur valt sær eitt tónleika­ tema til sínar tatoveringar. Havnamaðurin í Vestmanna, Finnur Koba, hevur í dag tríggjar tatoveringar, og felags fyri allar er, at tær ímynda tón­leikarar, sum hava givið Finni íblást­ur gjøgnum árini. Finnur er sjálvur sangskrivari og sang­ari í Páll Finnur Páll, og tískil var tað honum nærlagt at velja júst tón­leik­ in at prýða sær kroppin við. Umframt tatoveringina við "Mor­ ris­say" í einum hjarta á vinstra armi, hevur Finnur eisini høvdini á Beatl­ un­um omanfyri høgra brósti, og eina kari­ka­turmynd av Robert Smith á aft­ ur­part­inum. Og tað er serstakliga tann síðst nevnda, sum hevur givið Finni nak­að av høvuðbrýggj. – Pínan av tí seinastu tatoveringini hev­ur fingið meg at steðga á eina tíð við tatoveringum, sigur Finnur Koba. Hann hevði ongantíð ætlað sær at fingið nakra tatovering. Men fyri tveim­um árum síðani varð Finnur tekn­að­ur við tatoveringsblekkinum í – Eg havi altíð vilja havt tatoveringar, og eg havi altíð dámt væl at tekna. Tað gekk eisini so væl hjá mær at tekna, at sjálvt míni foreldur skumpaðu undir at fáa meg at fáa eina útbúgving sum tatovør, sigur Jákup Pauli Gaard Olsen.