hósdagur 25. september 2014síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 109 · 26. september 2014
11
VIKUSKIFTI
TEMA
Barbara vildi
æra pápa sín
"Morrissey"
Fyri nøkrum árum síðani fingu Barbara
Finnsdóttir og familja hennara boð
um, at pápi teirra var gingin burtur
á sjóðnum. Í dag hevur Barbara eina
stóra tatovering á arminum, sum ærar
minnið um Finn Jacobsen.
– Eg føli tað sum at eg æri hansara
minni, við at hava hansara lagnu við
mær á arminum, sigur Barbara Finns
dóttir.
Hon hevur tríggjar tatoveringar
í dag. Ein tekstur er á rygginum, og
somuleiðis á høgra armi, meðan hon
hevur eina sokallaða "hálva ermu" á
vinstra armi. Tað er her, at hon hevur
tatoveringina, sum lýsir syrgiligu lagn
una hjá pápanum, sum fór á sjóðnum.
Á tatoveringini um pápan stendur
hansara føðidato og dagurin hann hvar,
og síðani “Life is hard”.
Barbara hevur hugsað nógv um at
fáa júst tað tatoveringina, sum hon vil
bera við sær restina av lívinum, og er í
dag nøgd við úrslitið.
– Ein tatovering hevur man altíð lív
ið, tí havi eg nýtt nógva orku uppá at
finna útav júst hvat eg vil hava, sigur
Barbara.
Hon vísir eisini á týdningin av at
gera tatoveringinarnar hjá einum tato
vøri, sum ein hevur álit á.
– Eg havi gjørt allar tatoveringarnar
hjá sama tatovøri. Tí havi eg eisini
fingið júst tað eg ynskti mær, sigur
Barbara.
Hóast Barbara er ógvuliga glað fyri
sínar tatoveringar, so ivast hon í um
hon skal hava enn fleiri.
– Mamma sigur nú er nóg mikið,
men nú fáa vit at síggja, sigur Barbara
at enda.
arbeiðsørindum.
– Mín leiðari fekk tað frálíka hug
skot at lata meg tatovera í beinleiðis
sjónvarpi, meðan eg gjørdi sjónvarps
samrøðu við tatovørin Majbritt Petersen
á Tattoo Festival í Sjónleikarhúsinum,
greiður Finnur frá.
Og soleiðis varð. "Morrissey" í ein
um reyðum hjarta varð tatovera í bein
leiðis sjónvarpi í Kringvarpinum.
Hinar báðar tatoveringarnar hevur
Finnur leitað seg fram til á netinum.
– Av tí at ein tatovering fylgir mær
restina av lívinum, havi eg valt tatover
ingar, ið siga mær okkurt persónliga. Eg
havi so valt tónleikarar, ið hava ávirkað
meg gjøgnum árini, greiður Finnur frá.
Um hann fer at fáa sær eina tatover
ing aftrat er óvist. Undir øllum umstøð
um er greitt, at pínan frá tatoveringini
á afturpartinum má leggjast afturum
bak fyrst.
– Eg vildi
æra minni
um pápa mín,
sigur 25 ára
gamla Barbara
Finnsdóttir
úr Vági,
sum hevur
eina stóra
tatovering
á høgra armi,
sum lýsir
lagnuna
hjá pápanum.
– Vildi vísa kærleikan til B36
Havnarmaðurin Pætur Eyðunsson Jensen hevur altíð hildið við
B36 og verið partur av viðhaldshópinum hjá felagnum. Tí var tað
neyvan óvæntað, at Pætur fekk sær júst B36 á armin.
– Tatoveringin er sera sjónlig, og tankarnir áðrenn vóru av
gjørt, at mín kærleiki til felagið skuldi síggjast væl, sigur Pætur.
Í lag hevur hann tríggjar tatoveringar. Ein er samanhangandi
– eftir arminum og inná bringuna.
Hóast Pætur sjálvur hevur valt eitt nú B36, tí tað hevur ser
stakan týdning fyri hann, so heldur hann tær abstraktu tatover
ingarnar mangan vera tær vakrastu.
– Tær heilt øðrvísi ella lítið sigandi tatoveringarnar, eru mang
an tær vakrastu. Tað nýtist jú ikki at vera nøkur djypri meining
í tatoveringunum, heldur Pætur.
Hann vísir á, at tatoveringar jú eru prýðislutir á kroppunum,
og tí er alt avgerandi, at berar sjálvur er nøgdur við sínar tato
veringar.
Pætur hevur sjálvur ætlanir um at fáa sær enn fleiri tatover
ingar. Hann vil fegin hava allan armin tatoveraðan í nærmastu
framtíð.
– Kærleikin
til B36 skuldi
vera sera
sjónligur,
sigur 33 ára
gamli Pætur
Eyðunsson
Jensen, sum
hevur eina
stóra, svarta
tatovering
við B36
á arminum
"Hesa selfie
tók Finnur
Koba beint
eftir, at hann
hevði fingið
Beatlarnar
á bringuna.
Ringo Starr
var serliga
pínufullur"