hósdagur 25. september 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 109 · 26. september 2014
12
VIKUSKIFTI
Søgan um
sjómans-
tato
veringina
Heimlongsul, kærleikssorg og tiðspilla.Tað vóru størstu grundirnar
til, at sjómenn fyrr í tíðini fingu sær eina tatovering, meðan teir
vóru burtur í fremmandum londum. Framsýningin "Tro, hopp och
kærlek" á Sjósavninum í Stockholm hevur granskað í evninum.
Sjómanstatoveringar
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Tit munnu hava sæð onkrar av teimum
– hesar skrappu siglandi menninar við
arrum og einari sigarett í munnklov
anum. Undan skjúraermuni kagar ein
tatovering fram.
Nógvir sjómann valdu fyrr at fáa
sær eina tatovering, og Sjósavnið i
Stockholm hevur eitt stórt savn av
myndum og tekningum frá fyrra parti
av 1900-talinum, og nú hava tey sett
eina framsýning upp, samstundis sum
ein bók um sjómanstatoveringar er
komin út.
– Sjómanstatoveringarnar eru fant
astiska vakrar. Tær eru oftani einfaldar,
men tær rúma nógvum kenslum, sigur
Maria Ljunggren, ið er ein av fyriskip
arunum av framsýningini.
Hon heldur eisini, at í umhvørvinum
umborð á skipum var ikki nógv tosað
um kærleika, heimlongsul og ótta, og tí
gjørdist egna húðin eitt stað, har kensl
urnar kundu koma fram.
Rósur og hjørtu
Nógvar av teimum gomlu tatovering
unum vóru av kvinnum, rósum, fugli,
akkerum og hjørtum. Klassikarar sum
"Seaman’s grave" og "Home at Last"
vóru nógv at síggja.
Samstundis sum tatoveringarnir
vóru ein háttur at vísa kenslur, vóru
tær eisini við til at styrkja um saman
haldið umborð. Teir, sum høvdu eina
tatovering, høvdu nakað til felags.
Nógvar av gomlu tatoveringunum
vóru gjørdar við hond og ikki serliga
snøggar, samanborið við tær maskin
gjørdu nú á døgum. Litirnir vóru fyri
tað mesta reytt, blátt, svart og grønt,
og oftani var tað dýrt at ogna sær eina
tatovering.
– Skiparin rópti á meg, "Nú - vermur
tatoveringin væl?" tá stormurin leik
aði á. Hann var í øðini um, at vit ungu
menn brúktu okkara pengar uppá tato
veringar, tá vit vóru í landi, greiður ein
av teimum avmyndaðu eldri monnun
um frá á framsýningini.
Tatoveringar hava altíð verið nógv
frammi, har mannfólk hava livað av
byrgdir í fongslum, í kríggi og so um
borð á bátum. Yvirmenn høvdu sjáldan
tatovering, og høvdu teir eina, var tað
eitt prógv um, at teir høvdu arbeitt seg
uppeftir.
Vìðka horisontin
Ein onnur grund at fáa sær eina tato
vering var eisini at vísa, at man hevði
verið víða um og sæð meira enn tey har
heima. Sjónarringurin var víðkaður, og
tað hevði man eitt veruligt dømi um í
tatoveringini.
Leingi hildu fólk, at tatoveringar
bara vóru nakað, ið sjómenn og onnur
í arbeiðaraklassanum fingust við, og
tí var tað ikki sæð sum nakað fínt. At
tatoveringstekningar skulu roknast sum
list kom ikki upp á tal. Men rákið vendi,
og seint í fyrru øld vaks áhugin millum
vanlig fólk at fáa sær eina tatovering.
Hjá kvinnum vóru tað í langa tíð
bert skøkjur og sirkusartistar, ið vóru
tatoveraðar, og tað var mett so sjáld
samt, at kvinnur høvdu tatoveringar,
at fólk fóru í sirkus fyri at síggja tato
veraðar kvinnur.
Tá tatoveringar aftur gjørdust popu
lerar, varð tað líka vanligt, at kvinnur
sum menn, dekkarar sum professarir
TEMA
Nakað av tí, sum var at velja ímillum, tá ein skuldi tatoverast í 1940-1950’unum.