Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-25, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 109 · 26. september 2014 13 VIKUSKIFTI TEMA fingu sær eina tatovering. Sjó­mans­tato­ ver­ing­arnar komu aftur á móta, tí tær eru vakrar og kenslubornar, og stíl­ur­in verð­ur nú kallaður "Old School" mill­ um tatovørar. Tær hava ofta ein harð­an kant og skugga og eru í teimum sið­ bundnu litunum reytt, blátt, grønt og svart. Nógv vilja verða við, at sjó­mans­ tato­ver­ingarnar eru kidnappaðar av nú­tím­ans fyritøkum, ið nýta tær til blæð­ur, klæði, taskur, fløskur og annað. Ong­in eigur gomlu tekningarnar, og tí kunnu tær nýtast sum fyritøkunum lyst­ir. Ein vandi er sjálvandi, at tær ger­ast úrvatnaðar og ikki hava sama sym­b­ol­ikk­, sum tær áður høvdu. Men eitt er í øllum førum gott, og tað er, at um man ikki hevur hug at sita í tím­ ar og fáa eina nál inn í húðina, so kann man nú ogna sær eina tatovering við at gera sum børnini og gníggja tær inn ella keypa ein tatoveringsarm, sum man kann lata seg í og úr, sum einum lyst­ir. Á Sjósavninum í Stockholm hava tey í samband við framsýningina eisini gjørt eina app, har øll kunnu fara inn og royna, hvussu ein sjómanstatuering sær út á egna arminum. Royn sjálvi! Appin eit­ur "Tatuera dig med Sjöhistoriska"! Tatoveringin á vinstra yvirarmi er gjørd 1913 í Kobe av einari 16 ára gamlari geishu. Hon tatoveraði við hond við bláum og reyðum liti, greiður gamli sjómaðurin Georg Oskar Wallin frá. Tato Jack var navnið á einum kendum donskum tatovøri, sum helt til í Nyhavn í Keyp­ manna ­havn