hósdagur 25. september 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 109 · 26. september 2014
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
Kongur í øðini
á vitjanini í 1921
Lívið á Tvøroyri var sum í einum stórbýi við veitslum og stættamuni
eisini millum tey “fínu”. Ein kongsvitjan er altíð ein stórhending.
Hjá einum sýslumanni er hetta eisini ein serlig avbjóðing
N
ú verður hildið fram við
søguni hjá Kristian Djur
huus, fyrrverandi løgmanni.
Hann skrivar um kendar og
ókendar hendingur í Suður
oy, har hann var sýslumaður. Um tær kendu
hendingarnar kann hann greiða meira frá,
enn tað var alment kent, sum í hesi greinini
um lívið á Tvøroyri og um kongsvitjanina í
1921.
Meira og minni fínir
Mortensen menn
Eg gjørdist eisini limur í klubbanum. Tá
minnist eg ta serligu virðing, sum varð víst
brøðrunum Petur og Niels Juel Mortensen.
Tað var munur á Mortensenættunum. Teir,
sum vóru ættaðir frá Petur og Niels Juel, vóru
“stóra M.”, meðan synirnir hjá Napoleon og
Dánjal Mortensen vóru “lítlu M.”
Thomsen brøðurnir vóru mettir millum
“teir stóru”. Serliga var tað Richard, hann var
so fyrikomandi og blíður. Um onkur segði nei,
tá ið hann vildi vísa blíðskap, kundi hann
gerast nakað firtin.
Á vetri var nokk so nógv av veitsluhaldi
millum tey, sum vóru væl fyri fíggjarliga.
Her kom eisini fram stættamunurin ser
liga millum Mortensen ættirnar. Teir stóru
M-arnir høvdu stórar døgurðaveitslur. Teir
smærru M-arnir høvdu kalt borð, har gestirnir
ótu standandi. Teir royndu so at kappast sum
frægast við hinar.
So vóru tað Thomsen menninir. Her vóru
tað serliga Tummas og Richard, sum gjørdu
seg galdandi. Triði bróðurin, Herluf, var tá
ógiftur. Hjá teimum vórðu eisini hildnar
kvøldveitslur. Tummas og Richard vóru
versynir Petur og Niels J Mortensen, so her
runnu ættirnar saman. Hetta gjørdi tað ikki
verri!
Eg plagdi at vera við til hesar veitslur.
Hjá Niels J. Mortensen varð altíð skonkt vín
frá góðum árgangum og vanliga eisini sjam
pagnu til steikina.
Vanligi klædnabúnin var smoking, men
var vitjan av sjóverjuskipinum, so var farið í
kjóla og hvítt. Hetta gjørdi tað meira veitslu
kent.
Bennedsen, yvirlærarin, plagdi eisini at
vera við til hesar veitslur, men “fína slagið”
kundi ikki rættiliga góðkenna hann, tí hann
dugdi ikki mátahald, tá ið hann skuldi fáa sær.
Í klubbanum vóru eisini ofta ballir. Tá varð
borðreitt við smyrjibreyði, sum konurnar hjá
limunum høvdu gjørt til.
Ì míni oyðimarkargongd við ongum bú
staði á Tvøroyri gjørdist tað lættari hjá mær
at kunna vera við í hesum veitsluhaldi . Verri
var við Margrethu, sum víst hevði dreingirnar
hjá sær í Havn, men sum ikki hevði somu
stuttleikar sum eg.
Vit livdu tó í vónini um, at myndugleikarnir
fóru at gera nakað við hesa vánaligu bústað
arstøðuna hjá okkum, men tað vísti seg, at her
hendi ikki stórvegis. Amtmaðurin Olrik tykt
ist ikki at hava nakran áhuga fyri hesum máli.
Kongsvitjanin
Á sumri 1921 var kongavitjan á skránni. Hetta
var triðja almenna kongsvitjanin í Føroyum.
Tann fyrsta var í 1874 og tann næsta í 1907.
Tá var eisini vitjað á Tvøroyri.
Ætlanin var, at henda kongsvitjan skuldi
vera í 1920. Men hetta árið var nógv politiskt
rumbul í Danmark við kongi í miðdeplinum.
Hetta var árið við tiltiknu páskakreppuni, har
kongur legði seg út í, hvør ið skuldi mynda
stjórn við at koyra forsætisráðharran frá.
Hetta man hava verið orsøkin til útsettu
vitjanina.
Christian kongur 10. Hevði nú boðað frá,
at hann saman við drotningini Alexandrinu
ætlaði at vitja Føroya, Ísland og Grønland
saman við prinsunum Fríðriki, sum seinni
gjørdist kongur, og Knúti, seinni nevndur
arvaprinsur.
Kongur ynskti eisini at vitja Tvøroyri. Tað
varð sett ein nevnd at fyrireika vitjanina.
Richard Thomsen skuldi halda taluna fyri
kongi í klubbanum, sum fekk eina størri um
bygging vegna vitjanina. Kommunustýrið við
Petur Mortensen fekk ruddað í bygdini og
umvælt vegirnar. Tá vóru eingir bilar. Býar
innar vísu fedrar roknaðu heldur ikki við, at
nakað slíkt fór at koma, og vegirnir vóru har
eftir.
Tað sigst, at kommunustýrið skuldi havt
sagt, at tað fór ikki at gerast aktuelt við vegir
millum bygdir, so leingi tað vóru góðir mot
orbátar sum kundu gera somu nyttu.
Sagt hevur eisini verið um sambands
mannin Oliver Effersøe, at hann hevði ført
somu sjónarmið fram.
Tað var í hvussu er ein veruleiki, at Suður
oyggin var aftari enn aðrar oyggjar við vega
gerð. Tað var tó ein maður, Jacob Albinus í
Fámjin, sum longu í ungum árum setti sær
sum mál at arbeiða fyri vegasambandi millum
Fámjin og Tvøroyri. Eisini hevði hann stórt
ynski um at fáa bygt elverk.
I sambandi við kongavitjana fekk eg
ábyrgdina av trygdini hjá gestunum. Hetta
gjørdi eg við at fáa einar 20 ungar menn at
hjálpa til. Teir, sum áttu føroysk klæði, vóru í
teimum, hinir vóru í myrkum klædningi. Allir
fingu sum eyðkennismerki eitt armbind við
reyðum og hvítum litum.
Politisturin Martin Christiansen, kendur
sum Stóri Martin, var ein partur av trygdar
liðnum. Hann var eins og kongur av størstu
monnum og størri enn tey flestu. Teir sam
mettu hvønn annan, og Martin hevði vist
munin.
Fólk málaðu síni hús, og tey, sum høvdu
ráð til tess, fingu sær nýggj klæði.
Dagurin fyri vitjanina var av besta veðri,
sól og stilli.
Tíðliga á morgni kom Valkyrien, størsta
skipið í flotanum, við kongi og fylgiskipum
til Vágs. Hetta var uttan fyri skránna. Ætlanin
var, at tey kongaligu skuldu fáa eina hvíld
aftaná hesa longu ferðina.
Kongur fór í land i Vági, og hann fekk høv
ið at síggja eina bygd, sum ikki var stákað
Kristian Djurhuus: 27. partur
Prinsarnir báðir um ta tíðina, teir vitjaðu í Føroym
í 1921. Frederik stendur vinstrumegin á myndini.
Christian 10. og Alexandrine vóru væl móttikin