hósdagur 25. september 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 109 · 26. september 2014
15
VIKUSKIFTI
til kongavitjan. Tó komu fløggini skjótt upp,
tá ið hetta frættist, men meira var ikki gjørt
burtur úr.
Kongur við fylgi heilsaði uppá kommunu
stýrisformannin, keypmannin Peter Dahl, og
sóknarfútan Gunnar Dahl Olsen, sum beint
hevði tikið við hesum starvi eftir pápa sín.
Hetta var eitt slag av sýslumansstarvi fyri
sunnaru helvt í Suðuroy. Steðgað varð í Vági
einar tveir tímar.
Skipini komu til Tvøroyrar til ásettu tíðina,
og tey kongaligu vóru flutt inn á Kongabrúnni,
sum tey eisini høvdu á Tvøroyri. Tað varð
skotið fyri kongi frá krígsskipunum. Her vóru
nógv fólk komin saman, og spenningurin var
stórur. Tá ið kongur kom í land var eg millum
teirra, sum tók ímóti. Eg var í sýslumansbúna.
Hann hevði eg keypt úr deyðsbúnum hjá
sýslumanninum Carl Mortensen, sum hevði
verið sýslumaður í Vágum.
Dimmalætting gjørdi sum rímiligt er
nógv burtur úr, og um komuna til Tvøroyri
var skrivað:
Majestæterne med Følge, Kronprinsen og
Prins Knud steg i Land her Kl. 2,00 og blev
budt velkommen af Købmand P. Mortensen
og hilst med Begejstring af tusindtallige men
nesker.
Gennem Æresporten og de til Flagalleer
udsmykkede Gader, gik det derefter til Klub
ben, hvor der til et Glas Champagne blev holdt
Taler. I sin tale udtalte Kongen bl.a.:
“Vær forvisset om, at vi ikke blot i Ord,
men ogsaa i Gerning vil føle for Dem.”
Majestæternes ligefremme og hjertelige
Optræden gør stærkt Indtryk og tager over
alt Publikum med Storm.
Í klubbanum talaðu kommunustýrislimirnir,
Niels J Mortensen og Richard Thomsen. Sam
koman í klubbanum riggaði væl. Síðan skuldu
tey kongaligu síggja kirkjuna og skúlan.
Okkurt galið við kongi
Kongur var í sera góðum lag. Hann var í gene
raluniformi, og tað varð rópt hurrá fyri tey
kongaligu.
Fólk ansaðu tó eftir, at tað var okkurt galið
við gongulagnum hjá kongi. Eisini var ansað
eftir, at kongur hevði eina rivu í uniforms
jakkanum við vinstru øksl. Fólk hildu, at
hann var í sínum gamla uniformi. Eingin í
fylginum gjørd kong varan við hetta. Hann
kundi bara latið seg úr jakkanum, tað var nóg
lýtt til tess.
Seinnapartin kl. 6 skuldi vera móttøka
umborð á kongaskipinum, og eg var eina av
teimum bodnu.
Peter Dahl og Gunnar Dahl Olsen úr Vági
vórðu eisini bodnir við, men tá vitjanin í Vági
ikki var við í skránni, mátti innbjóðingin
ringjast til teirra, og hetta mátti amtmaðurin
Olrik gera
Allir gestirnir vórðu førdir við báti umborð
á Valkyrien. Farið var til tíðina til borðs. Tá
ið vit høvdu etið fyrsta rætt, kjúling, koma
Petur og Gunnar innar. Peter Dahl bukkar
fyri konginum og sigur: “Deres Majestæt må
undskylde, at vi kommer for sent, men strøm
men var så hård ved Porkerisnes”. Kongur
breyt Petur av og segði: “Det gør ikke noget
Peter Dahl. Vi har også noget i København,
som kaldes Knippelsbro. Sæt dem nu blot ned
og spis kyllingen. De må godt bruge Deres
fingre!”
Kongur var framvegis í ógvuliga góðum
lag. Eftir døgurðan varð boðið til kaffi og likør
á dekkinum, har eitt segl var spent yvir.
Kongur í øðini
Men nú var kongur ikki longur í so góðum
lagi. Hann tyktist at vera argur inn á sín
uppassara, sum hevði ábyrgdina av hansara
klæðum. Hann mátti bera kongi ein uniforms
jakka fyri og annan eftir, sum hann lat seg í
og skjótt fór úr aftur, sum um hann vildi vísa,
at tað var upppassarin, sum hevði skuldina av
skrædda jakkanum, sum hann hevði verið í
fyrr um dagin. Nú skuldi hann vísa gestunum,
at hann átti meira enn henda eina jakkan.
Hetta ávirkaði eisini lagið á gestunum.
Kommunustýrið hevði bjóðað kongi við
fylgi at síggja føroyskan dans í klubbanum kl.
9 um kvøldið. Her vóru fremstu kvøðarar og
skiparar í allari oynni. Fyrsta vísan var: “Kong
Hans, han sidder på København”. Tað tyktist
sum at teimum kongaligu dámdu væl dansin.
Sum frá leið var stúgvandi fult av fólki. Tey,
sum kvøddu, gjørdu serliga nógv burtur úr, tá
ið komið var framvið kongi. Men aftaná ein
tíma fóru kongshjúnini umborð aftur.
Eftir vóru prinsarnir, sum stuttleikaðu sær
óført. Eg haldi, at krúnprinsinum dámdi illa,
at tað varð ansað so væl eftir honum. Men
tað eydnaðist honum at sníkja seg í dans í
dansistaðnum Tvørátungu, sum varð kallað
“fjósið”, uttan at tað var roynt at forða tí. Og
tað var dansað til á morgni.
Konan var rýmd
Eg fór til hús um trý tíðina, tí eg skuldi við
til Havnar við Valkyrien kl. 8 morgunin eftir.
Eg var ikki meira enn komin í song, tá
verður bukað á úthurðina. Hetta var ein fullur
maður, sum kravdi, at eg skuldi beinanvegin
fara at leita eftir konu hansara, sum var farin
heimani frá. Hetta gjørdi hon ofta í eini slíkari
støðu. Eg helt fyri, at tað kanska var undan
honum, at konan var rýmd. Men tað góðkendi
hann ikki. Tað var mín skylda at finna ein
horvnan persón!
Tað bleiv ikki nógvur svøvnur hesa nátt, so
eg var ikki væl fyri at fara avstað morgunin
eftir.
Tað bøtti ikki um, at morgunin eftir gjørd
ist stormur av landnyrðingi, so tað var nógv
rull og sjóverkur á vegnum til Havnar.
Veðrið var sera vánaligt í Havn, har eisini
alt var gjørt til reiðar til eina stórfingna mót
tøku. Hetta var óheppið fyri øll tey fólkini,
sum vóru komin til Havnar at síggja kong.
Men út móti middegi batnaði veðrið kortini.
Eg fekk einar tveir tímar saman við Mar
grethu og dreingjunum, áðrenn eg skuldi um
borð á kongaskipið til soupe, sum tað eitur, tá
ið tað skal vera fínt. Margretha kom ikki við,
tí hon var so langt við barn, at tað lá ikki fyri.
Í Havn tók býráðsformaðurin, Anthon
Degn, ímóti, tá ið kongur kom í land. Hann
segði millum annað, at var tað eitt vónbrot,
at kongur avlýsti sína ferð í 1920, so var tað
ein dupult gleði, at hann kom nú.
Síðan var gingið niðan í løgtingið, har løg
tingsformaðurin bjóðaði vælkomin.
Aftur varð boðið til samkomu umborð á
kongaskipinum, men hesa ferð var tað ikki so
hugnaligt sum á Tvøroyri. Tað var skilligt, at
kongur var móður og illa fyri eftir hesi ringu
ferðini til Havnar.
Sum vanligt var við slíkum vitjanum vóru
eisini nakrir riddarakrossar býttir út.
Á hesi vitjan legði kongur grundarsteinin
til nýggja sjúkrahúsið, Dronning Alexandrines
Hospital, sum var liðugt í 1924.
Um kvøldið var døgurði í fimleikahøllini
á realskúlanum, har býráðið var vertur. Her
vóru einir 200 gestir, og høvuðsrætturin var
stokt rita. So nú var kongavitjanin av hjá
mær. Nú kundi eg hava einar tveir dagar
saman við Margrethu og dreingjunum.
Komandi partur:
Í komandi parti verður millum annað greitt frá tá ið politisturin, Stóri Martin,
fór til Havnar við einum handtiknum manni, og teir máttu seta upp í Norðradali.
Her hevur kongur vitjað í kirkjuni
Her síggjast skipini, sum komu við kongi á fjørðinum. Kennir nakar hesar menninar
Valkyrien, sum var kongaskip á hesi ferðini
Kongavitjanin á Tvøroyri