Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-25, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 2014síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 109 · 26. september 2014 Í ranga strúpan Tunnilsdagur í Klaksvík Leyardagin verður frítt at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin, og tá gera handlar, kaffistovur og onnur eyka burturúr. Eisini verða onkur mentanartiltøk í Klaksvík leygardagin. Lesiringarnir byrja aftur Vælumtóktu lesiringarnir hjá Býarbókasavninum í Havn fara at halda fram aftur í vetur. Stovnandi fundurin verður mánakvøldið kl. 19. Ætlanin er at hava nøkulunda teir somu bólkar sum seinasta vetur, men eisini verða nýggir bólkar settir á stovn, um áhugi er fyri tí. Um fólk vilja gera sína ávirkan galdandi og annars fáa størri kunnleika til lesiringarnar, so er best at møta upp mánakvøldið. baksíðan... lagt til rættis: Eyðun Klakstein – Ein loysing vil hava við sær eina katastrofu fyri allar føroyingar, so leingi, sum so nógv vantar í, til at vit kunnu gerast ein sjálvberandi búskapur. – Við sínum passiviteti og handlingslammilsi viðvirka almennu Føroyar til, at tilvildarlig útlendsk miðlafólk fullkomiliga sleppa at stýra miðlamanesjuni. Misvísandi søgur sleppa at standa ósvar­aðar í áravís, tí almennu Før­ oyar gera einki fyri at avsanna tær. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum Elin B. Heinesen, um føroyska miðlastríðið við Sea Shepherd – Eg hevði eitt vanligt smábýarlív. Eg arbeiddi í trý ár á McDonald’s, men eg veit ikki, hví tey lótu meg verða har so leingi, tí eg droymdi dagarnar burtur. Rachel McAdams, sum fekk gjøgnumbrot sum sjónleikari í Hollywood Ja, nokk so nógv av teimum! Fleiri børn liva til tey gerast fimm ár. Portal.fo Ruddið forsíðuna! Fólkafundurin er fyri fólk Ó beinleiðis Og hvussu nógv mugu hava spælt tað? 1800 fólk hava sæð Ludo In.fo Grindaboð í Føroya rætti! Grindin endaði ikki í pottinum – men í rættinum Portal.fo Javel! Sea Shepherd í Løgtingið í morgin In.fo Hví hava tey skotið eftir nólsoyingum? Granat av Skansanum funnin í Nólsoy In.fo Ljóðar logiskt! Útvarpsmaður fer undir miðlaframleiðslu In.fo Trio við gesti Sunnudagin kl. 16.00 verður konsert í Norðurlandahúsinum við trio hjá Edvardi Nyholm Debes. Afturat teimum hendan dagin hava teir eisini Ólav Olsen. Teir fara at spæla instrumental løg og sangir, og konsertin er partur av turné, ið eisini umfatar Grønland og Ísland. NorðurlandahúsiÐ Sunnudagin kl. 16.00