mánadagur 29. september 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. september 2014 · Nr. 110
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tíðindi síða 8
Grein
19 nevnd
yvir tús
und síður
Tíðindi síða 18
Maður
misti 70
lírar fyri
bakka
Her í blaðnum hevur nakað av kjak
ið verið um ferð og ferðslutrygd sein
astu vikurnar.
Í tíðargrein 15. september vísti
Fróði Magnussen á, at tað ikki er
rætt, sum Ferðslutrygd førir fram,
at tess hægri ferðin er, tess fleiri
doyggja í ferðsluni. Hann vísti á fleiri
keldur, m. a. úr USA og Danmark, at
við at hækka hámarksferðina eitt
sindur, so minka vanlukkurnar,
tí tey, sum koyra ov skjótt, fara at
koyra spakuligar, og tey, sum koyra
ov spakuligt, fara at koyra skjótari –
ella at ferðslan hevur javnari ferð.
Men Brynhild Høgnadóttir, stjóri
í Ferðslutrygd, vísir í tíðargrein í
blaðnum um vikuskiftið hesum pá
standi aftur. Hon vísir á, at tað ber
ikki til at bera saman vegakervi í
okkara lítla fjallalandi við longu og
beinu motorvegirnar í California.
Hon sigur, at flestu vegir í Føroyum
eru bygdir til 80 km/t.
Sambært ferðslutrygdarætlanini
frá 2007-2015, so skal miðbilverja set
ast upp, um ferðin skal verða hægri
enn 80 km/t. Hetta fyri at akfør ikki
skulu kunna renna frontalt saman.
Sambært vísindini, so økist vandin
við at doyggja í einum frontalum
samanstoyti nógv, um ferðin hækk
ar úr 80 upp í 90 km/t. Við 80 km/t
er vandin 30 prosent fyri at doyggja.
Við 90 km/t økist vandin fyri at
doyggja upp í 70 prosent.
Tað er eyðsæð, at vit í Føroyum
ikki kunnu brúka samanberingar úr
USA ella fyri so vítt úr Danmark til
okkara heimligu ferðslu. Og at tosa
um at hækka hámarksferðina gevur
fyri so vítt onga meining. Skal ferð
in hækkast, so má tað vera fyri at
spara tíð. Vell, vit vinna 5 sekund fyri
hvønn kilometur, vit koyra 90 held
ur enn 80. Men hvussu nógvir verða
hesir kilometrarnir, um vit til dømis
koyra úr Havn til Klaksvíkar? her
vera ikki nógv sekund spard. Men
vit seta okkum í størri vanda fyri at
doyggja, og vit brúka meira brenni
evni og størri útlát.
Skulu vit kortini bera saman
við USA, so hava amerikanarar – í
hvussu so er á eystursíðuni – nógv
størri virðing fyri hámarksferð, enn
vit í Evropa. Tá hámarksferðin er
55 míl (áleið 80 km/t), so halda tey
ferðina, eisini á motorvegunum. Í
Evropa koyra fólk nógv skjótari, hó
ast avstandirnir í USA eru munandi
longri.
Vit skulu vera konservativ, tá tað
snýr seg um at hækka hámarksferð.
Tað er ikki neyðugt, og tað er vand
amikið. Hinvegin er tíverri ofta sjón
fyri søgn, at ferðin drepur føroying
ar í ferðsluni.
Tí áttu myndugleikarnir sum
skjótast sett eina havarínevnd, sum
kannaði allar álvarsamar ferðsluvan
lukkur við fyribyrging fyri eyga.
mín sann um ferðin drepur
Næmingar í 4., 5. og 6. flokk
unum, í skúlunum í Klaksvík,
hava undanfarnu vikurnar
arbeitt við at útleggja orða
tøk, sum skulu prýða nýggju
býarbussarnar í Klaksvík.
Hetta er ein kapping, sum
Fríða Næs og Annika Kunoy
Im skipa fyri í samband við, at
tær hava fingið játtað pening
frá mentanargrunninum í
Klaksvík til mentanarligt
tiltak. Næmingarnir hava
tosað um orðatøk, og hava
síðani gjørt eina greining av
orðatakinum, teir hava valt
- verði hetta seg í myndum,
orðum, tekningum ella okk
urt heilt annað.
Tá tulkingirnar hjá flokk
unum eru latnar inn fer ein
dómsnevnd at velja út fimm
vinnarar. Síðani verður eitt
tiltak í Ósaksúlanum týsdag
in 7. oktober kl 9.30 har øll
uppskotini verða sýnd fram.
Eisini kemur varaborgarstjór
in í Klaksvík, Steinbjørn Jac
obsen, at siga nøkur orð og
vinnararnir verða avdúkaðir.
Fimm tey bestu uppskotini
fáa sína mynd upp at hanga
í bussunum. Besta ískoyti
fær harumframt eisini ein
peningarligan vinning.
Endámalið við kappingini
er, at styrkja ognarkensluna
hjá børnunum í býnum, so
tey kenna, at tey eiga lut í
býarbussunum. Eisini er ein
slík kapping við til, at skapa
kunnleika til eina skapandi
tilgogd, har næmingarnir
bæði skapa og framleiða. Við
hesum verður føroysk ment
an, sum er útløgd av skúl
anæmingum, koyrd út um
skúlaveggirnar, og runt allan
býin, og bussarnir verða
prýddir við øðrum enn bara
sølulýsingum. Hetta er eitt
serstakt høvi hjá børnum og
vaksnum at tosa um orðatøk
ini, føroyska mentan og ann
að viðkomandi, tá tey sita í
bussinum.
Børnini prýða bussarnar
Tað gevur onga meining
at hækka hámarksferðina
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Seinnapart:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av
suðri og regn av og á. Hitin millum 10
og 13 stig.
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind
av útsynningi og ælingur, men
eisini sólglottar. Hitin millum 7 og
10 stig.
Strúkur í vindi upp í hvassan vind
av útsynningi og ælingur, men eisini
sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig.
Veðrið hósdagin og
fríggjadagin:
Hósdagin upp í hvassan vind av
útsynningi, fríggjadagin stormur
av útsynningi og suðri. Ælingur,
men onkur sólglotti og hitin
millum 2 og 6 stig.
Veðrið mánanáttina:
Eitt djúpt lágtrýst, 969 hP.
Eystanfyri Hvarvið fer norðureftir
og brúgvalagið haðani kemur
hendavegin.
Veðrið týsnáttina:
Djúpa lágtrýstið við Hvarvið fer
móti Íslandi og brúgvaløgini koma
hendavegin.
13-18 m/s
9-14 m/s
10-15 m/s
13-18 m/s
9-14 m/s
10-15 m/s
mánadagin
týsdagin
mikudagin