mánadagur 29. september 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. september 2014 · Nr. 110
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Hetta vóru næmingar og lær
arar á Føroya Fólkaháskúla,
sum gjørdu eina lítla fólka
lívsfrøðiliga kanning, um
hvat fólk í býnum hugsa og
halda um kvinnur í burku.
Uppskotið kom á einum
samansjóðingartúri í Fugl
oynni, tá næmingarnir fóru
at kjakast um muslimar.
Meiningarnar hjá næming
unum vóru ógvuliga ymisk
ar, og sum skilst var kjakið
til tíðir heitt. Onkur fekk tá
hugskotið at kanna, hvussu
føroyingar høvdu borið seg
at, um teir møttu muslimum
í Havnini. Endin var, at
hendan lítla verkætlanin
gjørdist veruleiki.
Sambært næmingunum
var endamálið tvífalt: Fyrst
at síggja, hvussu fólk bera
set at, tá tey møta kvinnum
í burku, síðani at fáa eina
fatan av, hvussu tað er at
ganga soleiðis ílatin. Næm
ingarnir avgjørdu, at tey
ikki skuldu siga nakað ella
á nakran hátt samskifta við
fólk.
Tey seymaðu sær búnar,
og so var klárt at fara í býin.
Leiðin gekk fyrst við bussi
niðan í SMS og so til gongu
oman í Vágsbotn.
Øll reageraðu, siga næm
ingarnir, og tíverri vóru eis
ini nógv, ið reageraðu neiliga.
– Tað var óbehagiligt at
ganga soleiðis, eitt sindur
undarligt, siga næmingar-
nir.
– Ein bilførari gav okkum
fingurin. Hann slakkaði av,
og koyrdi sera spakuliga
framvið okkum, meðan hann
vísti okkum fremsta fingur,
sigur ein av næmingunum.
Fólk róptu eisini ókvæmisorð
Mánadagin gjørdust havnafólk ikki sørt skøkk, tá ein riðil av burkukløddum
kvinnum komu gangandi gjøgnum býin. Tó so, kvinnurnar vóru ikki
allar kvinnur, og burkurnar vóru ikki heilt ektaðar heldur
fordómar
í miðbýnum
Burka
klæddar
»Hetta er eitt
sindur vemmiligt«
REASKJóNIR/VIÐMERKINGAR FRÁ Havnarborgarum
...Tveir menn í Vágsbotni róptu millum sín:
»Tú! Tak uppundir hana!
Ja, eg burdi, ha?«
»Áh sum hesi
eru fitt«
»Gott man ikki
hevur nakað ímóti
fremmandafólki!«