Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. september 2014 · Nr. 110 eftir teimum. Atburðurin hjá onkrum var so hóttandi, at næm­ingarnir ikki vildu gingið so­leiðis einsamallir, siga teir. Fólk vóru tó eisini heilt eyð­sæð forvitin. Ein av næm­ ing­unum spældi leik­lutin sum ferðafólk og tók myndir av hinum næmingunum, með­an hannn eygleiddi at­ burðin hjá áskoðarunum. – Øll steðgaðu á, tá tey sóu tey. Ógvuliga nógv tóku myndir og filmar, og nógv royndu at fáa sam­band við næmingarnar, sigur Sigmar Mørkøre, næm­ingur á háskúlanum og mynda­ maður. Børnini vóru tey mest for­vitnu, siga há­skúla­næm­ ingarnir. Tey peikaðu og tos­ aðu sínámillum, tó at eitt av teimum helt fyri vist, at tey vóru spøkilsi. Nógv skiltu, at talan var um onkra verkætlan, tó ikki øll. Á Facebook hev­ur onkur viðmerkt, at í kjakinum teirra millum, eftir at hava møtt teim­um burkukløddu, var staðfest, at hesi máttu vera komin við einum ferða­manna­skipi, og tí allarhelst máttu av landinum aftur inn­an sólsetur. N æ m i n g a r n i r upp­livdu eis­ini fleiri seksuali­seraðar við­merking­ ar. Tveir menn sótu og tos­ aðu saman. – Tak uppundir hana, segði ein. Ja, eg burdi, svaraði ein annar. – Er eingin lekkur tykkara millum, spurdi ein annar. – Ein kona er ein kona, segði ein triðji, meðan aðrir floyt­aðu eftir teimum. Háskúlanæmingarnir siga, at tað var ein tanka­vekj­ andi uppliving. Endamálið var tvífalt, og næmingarnir halda seg hava fingið eina góða fatan, bæði av hvussu fólk høvdu tikið ímóti burka­ kløddum kvinnum í Havnini og hvussu tað er at ganga so­ leiðis ílatin. – Vit høvdu væntað reak­ tiónir, men kortini ikki so nógvar so neiligar, sigur ein av næmingunum. Men tað er kanska verri at vísa eina jaliga reaktión til tílíkt, og tí verður heildarmyndin kanska eitt sindur van­ skeplað. – Tað er kanska lættari at vísa fíggindskap móti onkrum navn- og andlits­ leys­um, sum tú tí ikki skalt fyri­halda teg til, enn um tað eru fólk, hvørs andlit tú sær og hvørs eygu tú mást møta í øðrum samanheingi eisini. Hvuss var so at ganga ílatin burku? Onkur av næmingunum segði seg skilja, at burkan hevði eina javnandi funku, har hon á ávísan hátt strik­ aði stættar­munir og annað, so­leiðis at allar kvinnur vóru á jøvnum føti, og tað ei heldur var neyðugt at saman­bera seg sjálva við aðrar, grundað á tað, ið er út­ vortis. – Tað er ein ávísur træl­ dómur, men kortini ein loys­ ing. Ein kennir seg frælsan í síni egnu verð og væl vardan, burkan virkar sum eitt slag av skjølduri. – Og undir burkuni kundi eg jú bara geva teimum fing­ ur­in aftur, sum vóru ljót móti mær. Eingin háskúlanæmingur umhugsar tó at fara at nýta burku til dagligt. danjal@sosialurin.fo fordómar HVAT HILDU NÆMINGARNIR SJáLVIR? ■ Ein undarlig kensla! Áhugavert at eygleiða ymiskur reaksjónirnar og sjálvur verða fjald. ■ Stuttligt at síggja øll hini onnur, og teirra reakjsónir, uttan at tey »sóu« meg. Kendi meg nokkso væl vardan, tryggan, men bara í bólki við tykkum. ■ Heitt annars stuttligt at síggja reaksjónir hjá fólki sum eg kenni og IKKI kenni, og so øll tey fjaldu myndatólini í vindeygunum. ■ Eg hevði væntað at fólk fóru at venda sær og líknandi, men atburðurin hjá ávísum fólki kom óvart á meg... Fy skam! ■ Mær dámdi so væl at verða mitt í býnum, og anonymur um somu tíð. »Nááá, er tað nú man verður settur uppá prøva, um man er rasist« »Hví? Skal man nú føla seg illa, bara tí man hevur nakrar fordómar?« »Hendan hevur so vøkur eygu« »Ná, eru tit komnar at bumba Føroyar nú?« – Næmingar og lærarar á Føroya Fólka­há­skúla, gjørdu eina fólka­lívsfrøðiliga kanning, um hvat fólk í býnum hugsað og halda um kvinnur í burku Myndir: Sigmar Mørkøre