Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. september 2014 · Nr. 110 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eik grunnurin og grunnaeftirlitið: Grein 19-nevnd meira enn 1000 síður av tilfari Skal forða fyri endurtøku Grein 19-nevndin, sum skal kanna Eik grunnin og Grunnaeftirlitið, hev­ ur brúkt fyrstu tíðina til at orða ein greiðan arb­ eiðs­setn­ing. Endamálið við kann­ ing­ini er fyrst og fremst at kanna, hvat tað var, sum hendi, og greina hetta væl, so somu mistøk ikki verða gjørd aftur. – Tað er ikki ein kann­ ing­ar­stjóri í hesum føri, men nevndin, sum hev­ur ábyrgd­ina av kann­ing­ini. Vit hava so fingið Sig­ mund Poulsen, advo­kat, sum ráðgeva og hjálp­ ar­mann til kann­ing­ina, sig­ur Kristina Háfoss, Tjóð­veldi, næstformaður í nevnd­ini, sum ger kann­ ing­ina. Jóan Magnus Ras­mus­ sen, Fólkaflokkurin, er for­mað­ur og Helgi Abra­ ham­sen, Sam­bands­flokk­ ur­in, er nevnd­ar­lim­ur. Drúgva tilfarið hevur gjørt, at nevndin hevur sagt, at kanningin í sein­ asta lagi skal vera liðug, áðr­enn tingið fer heim í vár. – Men ber tað til at gera hana fyrr lidna, so gera vit sjálvandi tað, sig­ ur Kristina Háfoss. Eftirlitið Ein partur av kanningini er at finna fram til, hvat Grunna­eftirlitið ger og hvørj­ar møguleikar, tað hev­ur at arbeiða. – Vit fara at hyggja eft­ ir, um Grunnaeftirlitið hev­ur tey neyðugu am­ boð­ini at hava eftirlit, og um tað er nóg effektivt, tí hava vit eitt eftirlit, so mugu vit eisini tryggja okk­um, at tað virkar, sigur Krist­ina Háfoss. Eik grunnurin var sett­ ur á stovn í 2002 og fyrstu ár­ini var tað danskt eft­ir­ lit við grunninum, men í 2008 kom eftirlitið á før­ oysk­ar hendur. Fyribils kanningar vísa, at munurin á før­ oyska og danska eft­ir­ lit­in­um ikki hevur verið ser­liga stórur. – Men nú fáa vit at síggja. Tað er júst slíkt, sum kanningin skal geva okk­um svar uppá, sigur Krist­ina Háfoss. Upprunaliga var tað Eyð­finn Jacobsen, sum var settur at kanna fyri Skrá­set­ing Føroya, men Løg­ting­ið vildi ikki lata pening til at gera kann­ ing­ina lidna. Fyribils frágreiðingin frá Eyðfinni Jacobsen, advo­kati, er partur av til­far­in­um hjá grein 19-nevnd­ini. Sigmund Poulsen og grein 19-nevndin nokk at gera til einaferð í summar við at kanna Eik grunnin og Grunnaeftirlitið Tað er eitt rættuliga tung kann­ing, sum grein19-nevnd­ in hjá Løgtinginum hevur átik­ið sær at gera av Eik grunn­inum. Bert tilfarið í málinum fyll­ir nógvar hundrað síð­ur longu nú­, og kann­ing­ar­arb­ eið­ið verður væntandi so drúgt, at tað helst ikki verð­ ur liðugt fyrr enn seint kom­ andi vár. Ein kanning er fyrr sett í verk av grunninum, men Løgtingið vildi tá ikki gjalda fyri eina fullfíggjaða frá­ greið­ing til ein kann­ing­ar­ stjóra. Eyðfinn Jacobsen, advo­ kat­ur, var tá settur at standa á odda fyri kanningini, men hó­ast vinnumálaráðið heitti á Løgtingið um at játta eina milj­ón meira til kanningina, so avvísti Løgtingið hesum. Avleiðingin var, at setti kann­ing­ar­stjórin, Eyðfinn Jac­ob­sen, tí bert lat frá sær eina ávegis kanning. Eina kann­ing, sum vísir á fleiri átalu­verd viðurskifti, har nevnd­in í grunninum ikki hev­ur umsitið grunnin á full­góðan hátt, og at nevnd­ in hevur framt fleiri disposi­ ti­ón­ir í stríð við viðtøkur grunns­ins og lóg um vinnu­ rek­andi grunnar. Grein 19-nevnd At Løgtingið ikki vildi gjalda ein­um kanningarstjóra meira gjørdi tó ikki, at málið var slept. Politisk togan var millum flokk­arnar í tinginum um hvussu hetta málið skuldi loys­ast, men tað gekst strilt­ ið at finna nakra semju. Málið hevur ómetaliga stór­a­n týdning fyri føroyska sam­fe­lag­ið – í hesum føri fyrst og fremst fyri at tryggja, at slíkt ikki hendir aft­ur, og at grunnaeftirlitið í veruleikanum er ført fyri at hava eftirlit við vinnu­rek­ andi grunnum. Við tógvi stríð samdist ting­ið tó um, móti endanum av seinastu tingsetu, at seta eina grein 19-nevnd at kanna málið. Avgerandi var, at Grunnaeftirlitið eisini verð­ ur kannað. 28. mai sam­tykti Føroya Løgting við 31 at­ kvøð­um fyri og ongari ímóti at seta eina grein 19-nevnd. Í hana vóru so vald Jóan Magnus Rasmussen, Fólka­ flokk­ur­in, Helgi Abra­ham­ sen, Sam­bands­flokk­urin, og Kristina Há­foss, Tjóðveldi. Í uppskotinum til sam­ tykt­ar stendur: “Løgtingið samtykkir at seta trý-manna tingnevnd sbrt. stýrisskipanarlógini § 19 at kanna alment umvarðandi við­ur­skifti í sambandi við virk­sem­ið hjá Eik grunninum í tíð­arskeiðnum 2002-2010, og eft­ir­lit­inum við grunninum í tíð­ar­skeiðnum 2002 til mai 2014. Arbeiðssetningurin fevn­ir ikki um agamáls- ella revsi­rætt­arviðurskifti hjá ein­stakl­ing­um. “ Í viðmerkingunum til lóg­ar­upp­skot­ið stendur, at kann­ing­in skal gerast, so vit sleppa undan óhepnum manna­gongdum í framtíðini. Kann­ing­in skal gerast, so stig kunnu takast til at forða fyri, at slíkt ikki hendir aftur. Nógv skjøl Tað er ikki so undarligt, at nógv tíð er sett av til málið, tí skjala­til­farið er bæði langt og drúgvt. Longu nú eru skjølini meira enn túsund í tali. Ein stórur partur er sjálv­ andi postar, sum eru sendir mill­um Skráseting Føroya, Skifti­rættin og Christian F. Andre­as­sen, sum var bústjóri í Eik ­grunninum, tá ið hann fór konkurs. Nevndin hevur gjørt av­ talu við Sigmund Poulsen, advo­kat, um at vera skrivari hjá nevndini. Tað vil siga, at hann eisini er løgfrøðiligur ráð­gevi. Rannvá Sólheim frá fyri­sitingini í Løgtinginum er ann­ars skrivari hjá nevndini í Løgtinginum. Tað er grein 19-nevndin sjálv, sum hevur gjørt arb­ eiðs­setningin um, hvat fyrst og fremst skal kannast. Tað tók nakað av tíð at gera, men nú er arbeiðssetningurin hes­in: Grunnaeftirlitið 1. Lýsa lógargrundarlagið fyri eftirlit við før­oysk­ um vinnurekandi grunn­ um í tíðarskeiðnum 2002 til mai 2014. 2. Lýsa framda grunna­eft­ ir­lit­ið av Eik grunninum í tíð­arskeiðnum 2002 til mai 2014. 3. Staðfesta um sam­svar var millum lóg­ar­grund­ ar­lag og framda eftirlitið av Eik grunninum, og við hesum vísa á, hvørji stig eiga at verða tik­in til, at møgu­ligar óhepnar manna­gongdir og av­leið­ ing­ar ikki verða end­ur­ tikn­ar. Eik grunnurin 1 Lýsa viðtøkur og lóg­ ar­grund­arlag fyri Eik grunn­in í tíðarskeiðnum 2002 til og við 2010. 2. Lýsa virksemið í Eik grunn­inum í tíð­ar­skeið­ num 2002 til og við 2010. 3. Staðfesta um samsvar var millum viðtøkur, lóg­argrundarlag og virk­ sem­ið hjá Eik grunn­in­ um, og við hesum vísa á, hvørji stig eiga at verða tik­in til, at møguligar óhepn­ar mannagongdir og avleiðingar ikki verða end­ur­tiknar. Arbeiðið er byrjað og nevnd­ in hevur longu havt fleiri fund­ir. Fyrst og fremst hev­ ur nevndin skipað arb­eiðs­ gongd­ina og ásett arbeiðs­ setn­ing­in, men verður av álv­ara farið undir at gjøgn­ um­ganga skjølini, sum eru fing­in til vega. Eisini verður lóg­ar­grund­ ar­lag­ið undir grunninum og Grunnaeftirlitnum gjøgn­ um­ging­ið. Grein 19-nevndin