Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. september 2014 · Nr. 110 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Danjal av Rana Linda Hesselberg, ákæri, er av tí fatan, at 25 ára gamli Bastien Boudoire er tann, sum stóð á odda í átakinum móti grindadrápinum á Sandi hin 30. august. Bastien Boudoire er eing­ in nýbyrjari í Sea Shepherd- høpi. Fyrsta átakið hjá hon­um fyri Sea Shepherd var No Compromise í 2010- 2011, sum er átakið hjá Sea Shepherd móti japanskari hvalaveiðu í Suðurhavinum. Hann var hann matrósur umborð á Steve Irwin, meðan Paul Watson var skipari partar av átakinum. Síðani gekk leiðin til Føroya og Grindstop 2011 umborð á Brigitte Bardot, aftur undir leiðslu av Paul Watson, áðrenn hann fór víðari til átakið Relentless, sum eisini er eitt átak ímóti hvalaveiðu í Suðurhavinum. Her var hann annar stýri­ mað­ur umborð á Bob Bark­ er, meðan Peter Hammar­ stedt var skipari. Bastien Boudoire greiddi í Føroya rætti frá, at tað var ikki ætlanin at taka lut í Grind­stop 2014, men at hann fekk eina áheitan frá Lamya Essemlali og Sea Shepherd Frankaríki um vinaliga at koma við, og soleiðis endaði hann í Føroyum. Bastien Boudoire var førari umborð á Mike Galesi. Stadd­ur nakað sunnanfyri Vág­ar hin 30. august, fær hann umvegis telefonina boð um, at eitt møguligt grinda­dráp er á Sandi. Hann ringir beinanvegin til manningina á hinum báð­um bátunum hjá Sea Shep­herd, B. S. Sheen og Loki, og biður teir seta kós móti Sandoynni bein­an­ vegin. Linda Hessel­berg, ákæri royndi at fáa staðfest, um tað mundi vera hann, sum hevði evstu ábyrgd yvir teim­um trimum báts­ manning­unum hendan dagin, og hetta var váttað, bæði av Bastien Boudoire sjálv­um og av øðrum av teim­um ákærdu. Bastien Boudoire var eisini førari umborð á Mike Galesi, tá grindin í Haralds­ sundi var rikin út á hav aft­ur. Hetta er týðiligt á tí kunn­ing, sum Sea Shepherd sjálvi geva frá hendingini í Haralds­sundi, har teir mill­ um annað hava bandað eina samrøðu við Bastien Boudoire. Danjal av Rana 30. august var hon handtikin um­borð á B. S. Sheen, á Sandi, ákærd fyri at hava brot­ið grindakunngerðina og politi­við­tøkurnar. Hon var leys­lat­in aftur sama dag, og bið­in um at møta í rættinum 25. septembur. 17. septembur var unga franska gentan aftur tikin av løg­reglu­ni. Hesuferð var hon um­borð á Spitfire-bátinum hjá Sea Shepherd, sum royn­ di at reka springararnar í Tanga­firði út á hav aftur. Céline le Diouron møtti so 25. septembur í Føroya rætti, skuld­sett fyri at hava órógv­ að almenna reglulagið, fyri at hava roynt forða einum lóg­lig­um grindadrápi og fyri at, í samband við grindadráp, hava tikið seg inn á avbyrgt øki uttan loyvi. Céline le Diouron greiddi frá, at hon var komin til Før­ oya um kvøldið 3. juli. Hon hevði sjálv goldið fyri ferð­ ina, men annars rindaði Sea Shep­herd fyri hennara steðg her í Føroyum. - Eg eri komin higar fyri at vísa Evropa, hvat hendir við hvalunum, segði hon í rætti­ num. Hetta er ikki fyrstu ferð, hon er við í einum átaki hjá Sea Shepherd. Hon hevur eisi­ni tikið lut í Operation Relent­less í Suðurhavinum, har Sea Shepherd er í stríð við japanskar hvala­veiðu­ menn. Hon skilir seg ikki út á nakr­an hátt. Hon letur til at vera still og friðarlig. Men hon er tað einasta umboðið hjá Sea Shepherd, ið tvær ferð­ir er tikið av løgregluni. Lærusveinur Tvær ferðir tikin av løgregluni Ikki verður hon roknað sum eitt av leiðandi umboðunum fyri Sea Shepherd í Føroyum, men hon er tað einasta umboðið, sum tvær ferðir er tikið av løgregluni 25 ára gamli Bastien Boudoire hevur fleiri ferðir siglt við Paul Watson og stóð á odda fyri bátsmanningunum undir átakinum móti grindadrápinum á Sandi