mánadagur 29. september 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 29. september 2014 · Nr. 110
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Danjal av Rana
Undir
rættarmálinum
móti Sea Shepherd-báts
manningunum hósdagin,
vísti Linda Hesselberg,
ákæri, til ein ávísan fund,
sum Lamya Essemlali og
Rosie
Kunneke
høvdu
við Schandorff Vang, hin
21. august 2014. Á hesum
fundinum hevði Schan
dorff Vang tikið sær góða
tíð til at ganga ígjøgnum
grindakunngerðina
við
teimum báðum, og greitt
teimum
frá
broyting
unum frá 2011, sum góvu
sýslumanninum rætt at
áseta eitt grindaøki.
Undir avhoyringunum
av
bátsmanningunum
gjørdist greitt, at Lamya
Essemlali hevur kunnað
allar bátsmanningarnar
um
grindakunngerðir
nar, so hvørt sum nýggj
manning kom til landið,
og at hon og Rosie Kun
neke hava havt regluligar
fundir við løgregluna um
Grindstop 2014. Løgregl
an hevur eisini útflýggjað
Sea Shepherd fleiri skjøl,
sum greiða teimum frá,
hvussu grindakunngerðin
skal tulkast í gerð.
Tað kom tó eisini fram,
at Sea Shepherd av eini
hvørjari orsøk ikki høvdu
skilt hesi skjøl á sama hátt
sum ákæruvaldið, og tískil
mettu bátsmanningarnar
segði einki skeivt hava
gjørt í samband við grind
ina á Sandi hin 30. august.
Danjal av Rana
Lamya Essemlali var innkall
að sum vitni í Føroya rætti í
hósdagin, í málinum móti
teimum átta av skipsmann
ingini hjá Sea Shepherd, sum
vóru handtikin í grindini á
Sandi 30. august.
Undir
avhoyringunum
kom fram, at tað er Sea Shep
herd Frankaríki, ið fíggjar
herferðina í Føroyum, í øll
um førum hvat viðvíkur off
shoretoyminum, tað vil siga
teimum, sum sigla við bátu
num.
Ákærdi eftir ákærda for
taldi, at tað er Sea Shepherd,
ið rindar ferðaseðilin til Før
oya, umframt at tað er Sea
Shepherd, sum rindar fyri
mat og gisting.
Lamya Essemlali váttaði
hetta fyri dómaranum, tá
hon vitnaði. Tað er Sea Shep
herd Frankaríki, sum eigur
bátarnar og fíggjar offshore
partin av átakinum.
- Sea Shepherd Frankaríki
hevur keypt bátarnar og
vognarnar og rindar fyri
brennievni, mat og gisting,
segði Lamya Essemlali í
rættinum.
Tá hon var biðin um at
meta um, hvat átakið hevði
kostað higartil, svaraði hon,
at kostnaðurin allarhelst var
omanfyri 3 milliónir krónur,
umframt
kostnaðin
fyri
brennievni.
Útreiðslurnar fyri brenni
evni til skjóttgangandi bát
arnar kunnu ikki vera heilt
lítlar heldur. Umboð fyri
Sea Shepherd hava nýtt bát
arnar dúgliga, meðan tey
hava verið í Føroyum, og
tað munnu vera fáir dag
ar, tey ikki hava siglt um
oyggjarnar og leita eftir
grind. Umframt brennievni
til skjóttgangandi bátarnar,
tørvar Columbusi og Brigitte
Bardot eisini brennievni. Alt
hetta brennievni hevur Sea
Shepherd Frankaríki keypt
her í Føroyum.
Síðani koma útreiðslur
nar hjá onshore ella land
toyminum afturat. Eftir øll
um at døma hava limirnir
á landtoyminum goldið út
reiðslur til mat og gisting
sjálvi. Teirra útreiðslur skulu
so leggjast afturat útreiðsl
unum hjá Sea Shepherd
Fraklandi.
Talan er altso um fleir
faldar
milliónaupphæddir,
sum Sea Shepherd og teirra
umboð hava lagt eftir seg í
Føroyum hesar fýra mánað
irnar, Grindstop 2014 hevur
vart.
hjá Watson
Hava havt
fleiri fundir við
løgregluna
Lamya Essemlali váttar, at Sea
Shepherd og løgreglan hava
havt fleiri fundir um grindadráp
Sea Shepherd leggur
nógv eftir seg í Føroyum
Sea Shepherd hava nú boðað frá, at tey fara úr Føroyum
hósdagin. Hesir fýra mánaðirnir í Føroyum hava kostað
felagsskapinum langt yvir 3 milliónir krónur