Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 29. september 2014 · Nr. 110 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Nólsoyingar duga at hugna sær og taka sær av løttum, tá høvið býðst.  Leygarkvøldið varð skipað fyri stórari nátaveitslu í ung­manna­felagshúsinum Roynd­ini, har fullteknað var, og umleið 100 fólk sótu til borðs. Tað var Virgar Joensen, sum hevði latið allar nátung­ ar­nar til veitsluna ókeypis. Hóast hann bara hevur eina hond, fekk hann stívliga 800 nát­ung­ar í heyst. Á veitsluni var sangur, skemt og røður, og nóls­oy­ ing­ar høvdu eisini væl­mann­ að orkestur við til at spæla undir felagssangin. Nátakongur 2014 varð kos­in, og her vísti tað seg, at Juul Margeir Jacobsen, van­liga róptur Ulliba, hevði fing­ið flestar nátungar í ár, stív­liga 1100 í tali. Næstur honum var Virgar Joen­sen, sum í ár fekk stív­ liga 800 nátungar og so­leið­is fekk aðru virðisløn á veitslu­ ni. Úr Nólsoy verður sagt, at fólk hugnaðu sær í ung­ manna­felagshúsinum til langt út á náttina. Viðhefta mynd er av facebook-síðuni hjá nóls­oy­ ing­um - Nólsoy í myndum - og tað er Evy T. Nielsen, sum eigur myndina av nátakonginum. Vilmund Jacobsen Fiskivinnuframsýningin - Icelandic Fisheri Exhibition - hevur verið í Íslandi í endanum av hesi vikuni og millum útvaldar fyritøkur, sum hava fingið virðisløn fyri sína fyritøku og vørur, er føroyska fyritøkan, JT electric á Kambsdali. JT electric er ikki minst er kend fyri sítt framkomna trolkamera, sum er selt víða um lond. Tvey dómarapanel Tað vóru tvey dómarapanel, sum valdu út fyritøkurnar, ið fingu virðislønir, og á odda fyri panelunum stóðu blaðstjórarnir á ávikavist Fiskifrettir og FiskerForum, Gudjon Einarsson og Carly Wills. Menninir á viðheftu mynd, sum umboða JT electric, eru v.m. Rúni Petersen, søluleiðari og stjórin í fyritøkuni, Rói Kalsø, høgrumegin. Skapti forvitni Í stuttari viðmerking, sigur Rúni Petersen, at virðislønin, sum JT electric hevur fingið, merkir, at fyritøkan á Kambsdali hevur fatur í tí rætta endanum, sum hann tekur til. - Vit duga at framleiða útgerð, sum er á altjóða støði. Í dag levera vit vørur til umleið 20 lond. Rúni Petersen sigur, at virðislønin skapti nógv forvitni um básin, og hann vónar, at hetta við tíðini fer at síggjast aftur í eftirspurninginum eftir teirra vørum. Á veitsluni varð avdúkað, at Juul M. Jacobsen, vanliga róptur Ulliba, gjørdist nátakongur 2014 Nólsoyingar hildu nátaveitslu JT electric fingið virðis­ løn í Íslandi Fríggjakvøldið var uppøstur maður í skeinki­staði í Havn. Løg­reglan kom á stað­ið og flutti mann­in til Klaksvíkar at sova rúsin av sær. Nøkur línuskip aftur av túri Vilmund Jacobsen Á Fiskamarknaði Før­oya vænta tey tvey línuskip undan Ís­landi í dag. Skipini hava eina bland­ ing av longu, bros­mu og toski um­framt nak­að av øðr­um fiska­sløg­um. - Seinni í vikuni koma helst eini tvey ella trý línuskip aftrat inn at landa. Eitt kemur und­ an Føroyum og hev­ur mest av longu og bros­mu, eitt kemur aftrat undan Íslandi og eitt av Ís­lands­ rygginum. Um útlitini til útróður, sig­ur Fiskamarknaður Før­oya, at streymurin verð­ur brúkiligur, men ve­ður­útlitini eru einki ser­lig. Tí verður heldur ikki roknað við nøkrum ser­lig­um nøgdum av útróðr­ar­fiski í vikuni. Nú makrelkvotan hjá ísfiskatrolarunum er upp­ fisk­að, eru fleiri pør farin aftur at fiska botnfisk. - Vit vænta tvey pør inn at landa í dag - og so koma helst nøkur pør inn at landa seinni í vikuni. Men, fiskiskapurin hjá par­trolarunum er heldur smá­ligur. Á Fiskamarknaði Før­ oya vita tey at siga, at bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap og landar mið­skeiðis í vikuni. Fríggjadagin, tá Fiska­ mark­naður Føroya gjørdi sín­ar metingar fyri næstu viku, lógu allir teir smáu trolar­arnir við bryggju. - Ivasamt er, um teir fara út í vikuni, tí veður­ ván­ir­nar eru ikki góðar, sig­ur marknaðurin. - Vit duga at framleiða útgerð, sum er á altjóða støði. Í dag levera vit vørur til umleið 20 lond, sigur sølumaðurin hjá JT electric, Rúni Petersen Juul M. Jacobsen gjørdist nátakongur 2014 - við stívliga 1100 nátum Mynd: Evy T. Nielsen Vilmund Jacobsen Í summar, tá roytingin var fyri, varð nógv gjørt burt­ur úr, at trupult fór at vera at slep­pa av við ullina. So­leið­is verð­ur tó ikki við skinn­un­ um. Á Sandi hevur Bjarki Henrik­sen longu saltað tey fyrstu skinnini. Hetta eru veðra-og ærsskinn. Hann tekur ímóti og salt­ ar fyri Sp/f Oikos, sum hevur heim­stað í Bø. Tað gjørdi hann eisini í fjør heyst, tá hann saltaði stívliga 1400 skinn. - Peningur verður latin fyri lambsskinnini, men vit taka eisini ímóti og salta veðra- og ærsskinn, sigur hann. Bjarki Henriksen vísir á, at djóralæknaeftirlit er við seyði­num, haðani skinnini eru, sum hann keypir og salt­ ar fyri Sp/f Oikos. Hvørt lambsskinn fær um­leið trý pottamál við ídnaðar­salti, og veðra-og ærs­skinn­ini fáa umleið fýra pott­a­mál. - Eins og í fjør er adressan fyri móttøku av skinnum Eystan­vegur 19 á Sandi, legg­ ur hann aftrat. Keypir skinn í Sandoynni Heystið er komið, og fjøllini stunda til. Longu nú hava menn flett onkrar veðrar, ær og lomb, og í næstum verða skurðfjøllini gingin Rúni Petersen, sølumaður og Rói Kalsø, stjóri í JT electric á Kambsdali