Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. september 2014 · Nr. 110 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í Sandoy, Skúvoy og iva­ leyst onkra aðrastaðni við eru framvegis menn - og partvís eisini kvinnur - sum í vertíðini tíðliga á sumri fara at ræna nátaegg i bjørgu­ num.  Nú líratíð er, eru tað eisini menn, sum taka líra. Ser­liga kend fyri líratøku er Skúv­ oygg­in, har lutfalsliga nógv­ ur skrápur reiðrast. Men, tað er eisini aðra­ stað­ni, at menn taka líra við lykt á kvøldi, tá ungin kemur út úr holu síni, og tíðin nærk­ ast, til hann flýgur út á hav. Blendast av ljósi Tað eru tó ikki allir lírar, ið flúgva úr bakkanum, sum fáa væntaða lívið í sínu villu náttúru. Summir blendast av ljósi, tá teir eru á veg út á hav og enda sínar dagar á upplýsta havna­lagnum ella á vegum, sum hava góða ljósføring. Ein partur av lírunum, sum gerast floygdir í Skúvoy, flúg­va eftir ljósunum heima á Sandi, har teir blendast, seta seg og verða tiknir. Soleiðis eru seinastu tíði­ na nógvir lírar tiknir upp á Sandi, og úr oynni frættist, at onk­ur maður hevur fingið uppí 12 lírar eitt kvøld. Misti posan Sum nevnt, taka menn nógvan líra í Skúvoy. Eitt kvøldið herfyri misti ein maður, sum gekk í bratt­ len­di í oynni, posan við lírum, sum hann hevði fingið. Úr Skúvoy verður sagt, at maðurin hevði ikki færri enn sjeyti lírar, tá hann misti pos­ an, sum fór fyri bakkan við øllum fuglinum í. Ymsastaðni kring landið liva enn traditiónir við eitt nú fuglaveiði og ræning av eggum Maður misti posa við sjeyti lírum fyri bakka Løgreglan sissaði fólk Vilmund Jacobsen Hóast sunnunáttin var friðar­lig, vóru løgreglufólk kort­ini úti í býnum einar fýra ferðir og sissaðu fólk, sum vóru um at fara til hendurs. - Vikuskiftisnætur fáa vit ofta fráboðanir um, at fólk, sum eru í býnum, gerast uppøst, og ofta er tað um smáting.  Í slíkum føri held­ur løgreglan seg ofta í umhvørvinum, haðani frá­ boð­an­in er komin. Vakthavandi sigur, at alt tørnaði væl út sunnu­ náttina, og fólk sissaðust, áðrenn nakað meira hendi. Árna Fjallstein og David Arge Galán gjørdust ávikavist nummar trý og tvey í bodybuilding- kapping í Bretlandi Sunnumorgunin koppaði stóra handilsskeltið á Óðinshædd í Havn Líri er forkunnugur og av mongum lítið kendur fuglur Um vikuskifti boðaði ein kvinna í Havn frá, at ein lundapisa var komin í kjallaran. Løgreglumaður fór eftir pisuni og tók hana heim við sær til synirnar