mánadagur 29. september 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 29. september 2014 · Nr. 110
undir fýra eygum
liðfelagin í HM í bólkinum
U23. Sverri stendur við einari
HM avbjóðing á øðrum sinni
– hesuferð í einum dupult
skullara og ikki á einari
rógvimaskinu, og tað er ein
avbjóðing.
– Eg var óroyndur í
skullarabáti, og innleiðandi
rógvingin gekk ikki væl. Men
vit vunnu B-finaluna, og tað
var ein ótrúlig kensla.
Harvið eru Sverri og lið
felagin nummar 7 í heim
inum í U23 bólkinum, og
framtíðin sær bjørt út. Men
tað er ikki við liðfelaginum,
at Sverri fer at náa OL-gull
inum.
Trívist best
við sær sjálvum
Prátið fellur á hendingina
fyri stuttum, tá Sverri varð
fluttur
úr
dupultskullar
anum og í ein einmansskull
ara. Ungi Miðvingurin gerst
kúrrur. Hann hyggur niður
í borðið. Tað gerst greitt, at
hetta er nakað, ið nemur
drongin við sjálvsálitinum.
– Eg var harmur, tá eg
fekk boðini, tí eg trúði veru
liga, at vit kundu gerast
heimsmeistarar saman. Men
í roynd og veru gekk báturin
betur við einari aðrari mann
ing. Tó eri eg fegin um, at eg
loksins kann rógva einmans
skullaran, tí tað dámar mær
best.
Sverri trívist best við sær
sjálvum, og júst hetta lýsir
hann bæði sum eina styrki
og veikleika.
– Eg dugi illa at samstarva,
og mær dámar ikki at linka
míni krøv. Og so dugi eg
heldur ikki væl at rógva
saman við øðrum – eg síggi
bert feilirnar hjá øðrum og
ikki mær sjálvum. Á tann
hátt tóku venjararnir røttu
avgerðina, sigur Sverri av
gjørdur. Men hetta steðgar
ikki treiska Miðvinginum,
tí málið er enn greitt. Hann
grætur eftir OL-gullinum í
einmansskullara.
– Størsta bragdið innan
kappróður er at vinna OL-
gull í einum einmansskullara.
Tá kanst tú siga, at tú ert
besti rógvarin í heiminum,
og tað ætli eg mær at verða.
Eg venji ómetaliga nógv, og
tað eru venjararnir fegnir
um. Teir meta, at eg skal
gerast betur fyri tekniskt, og
so kann eg rógva eins skjótt
og teir bestu í heiminum.
Lagið er betur, og vónin
byrtist aftur í andliti Sverra.
Onkursvegna kann Sverri
sammetast við aðrar mætar
einstaklingar í ítróttarsøguni
– Tiger Woods, Usain Bolt
ella Micheal Jordan. Allir
hava myndað sína ítróttar
grein á ymsan hátt, men
felagsnevnarin er, at teir
trívast best sjálvir og halda
nógv um seg sjálvar. Einki
ivamál er um, at Sverri hevur
nógvar
av
eginleikunum,
sum ein OL-vinnari skal
hava. Og við einans 20 árum
í
ryggsekkinum,
liggur
framtíðin
opin
framman
fyri fótunum hjá Sverra
Sandberg Nielsen.
marita@sosialurin.fo
UM Sverra Nilesen
Rógvarin Sverri Sandberg Nielsen
er 20-ára gamal og er ættaður úr
Miðvági. Sverri er sonur Thorfinn og
Jórunn Nielsen og hevur tvey eldri
systkin, ið eita Bjarni og Elsa. Í 2011
flutti Sverri til Danmarkar til tess at gerast danskur
landsliðsrógvari. Hann býr í Bagsværd, har hann
venur saman við danska landsliðinum. Útyvir
kappróðurn lesur Sverri til bachelor í ´elektrisk
energi teknologi´ á DTU.
Hvør er størsta róðrarupplivingin?
– Tað var, tá eg vann óalmennu HM-kappingina í inniróðri í 2011 í bólkinum U19 .
Hetta var ein stór kapping, og nógvir góðir rógvarar tóku lut. Áðrenn kappingina var
eg als ikki vísur í, at eg fór at vinna. Tó visti eg, at møguleikin var har. Tá 500 metrar
restaðu gjørdist eg greiður yvir, at eg hevði vunnið.
Um tú ikki var rógvari, hvat hevði tú so íðkað?
– Eg hevði avgjørt íðkað einstaklingaítrótt, tí tað dámar mær best. Eg hevði valt eina
ítróttargrein, har kroppurin var skorin júst til ta greinina. Møguliga kajakk, tí eg havi
ein sterkan yvirkropp. Tað er ikki óhugsandi, at eg hevði roynt meg innan 400 ella
800 metra renning.
Hóast kroppur Sverra ikki
er skorin til kappróður,
so hevur hann orku sum
fáður, tá tað umræður
inniróður.
– Eg havi eina góða súr
evnisupptøku, so eg kann
halda á leingi, tá eg rógvi.
Og júst áhaldni er ein
fyrimunur, tá 2000 metrar
skulu rógvast í inniróðri.
Tann 10. september í ár
nýtti Sverri 5.48.3 min
uttir at rógva teir 2000
metrarnar. Hendan tíðin
er sjey sekund skjótari
enn danska metið.
Tó er tíðin ikki almenn,
tí róð varð ikki til eina al
menna DM-kapping.
Góða tíðin ber tó við
sær, at Sverri nærkast
stóru róðrarfyrimyndini,
norðmanninum
Olaf
Tufte, ið hevur vunnið
tvær OL-gullmedaljur í
einmansskullara.
Besta
tíðin hjá Tufte í inniróðri
er 5.44.0.
marita@sosialurin.fo
Skjótasta tíð
nakrantíð í Danmørk
Altjóða úrslit:
2014 6.pláss til World Cup í Sidney (senior) - dupultskullari
2013 7.pláss til HM (U23) - dupultskullari
2011 1.pláss til óalmennu HM-kappingina í inniróðri (U19) - einstakl.
– Eg eri alt annað enn lítillátin,
og eg haldi, at eg kann gerast
heimsins besti rógvari, sigur
Sverri Sandberg Nielsen
Mynd: Marita á Rógvi