Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. september 2014 · Nr. 110 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 undir fýra eygum Marita á Rógvi – Hann grætur ikki eftir gulli, ið ikki hevur sæð tað, sigur gamalt føroyskt orðatak. Ítróttar­fólk flest liggja inni við einari tráðan eftir gulli - gull­medaljum. Júst tráðanin eftir gulli er óivað orsøkin til, at kappast verður í ítrótti, tí hevur mann sæð gullið eina­ferð, so gerst tráðanin størri. Ein teirra, ið hevur sæð gullið, er rógvarin Sverri Sandberg Nielsen úr Mið­ vági. Men júst eins og orða­ takið sigur, so grætur hann eftir meira. Hann græt­ur eftir tí dýrabarasta gull­inum, ein kann vinna – nevniliga OL gullinum í einmans­ skullara. Hetta kvøldið er Sverri staddur í Norðhavnini í Keyp­mannahavn. Her liggur Dansk Studenters Roklub (DSR) – felagið, sum hevur Sverra undir hond, meðan hann rør í Danmørk. Felagið minnir nógv um eitt føroyskt róðrar­felag. Limirnir eta saman, vaska bátar saman, eins og venja saman. Men í mun til før­oysku 5,6,8 og 10. manna­førini, rør Sverri einsa­mallur í einum ein­ mans­skullara, og tá verður rógvi­maskinan eisini brúkt sum venjingaramboð. So­ leiðis er eisini hetta kvøldið. Við eyðkenda stramma róðrar­búnanum, ið mest sum minnir um búnan hjá Fedtmule, setir hann seg á rógvi­maskinina. Tøkini eru seig og kraftmikil. Hetta er eitt spæl fyri Sverra, og so­ leiðis hevur tað altíð verið. Drongurin við óvanligu styrkini Sverri hevur altíð verið stórur og kraftmikil. Tá floks­myndin skal takast, er hann størst. Næmingarnir í eldru flokk­unum dáma væl at máta styrki við hann, og hann verð­ur ongantíð valdur síðst, tá liðini skulu býtast í ítrótti. Hann er bæði sterkur og skjótur, og Sverri er ikki í iva um, at góðu evnini koma frá mammuni. – Mamma mín var eitt ótrúliga gott ítróttarfólk, og hon hevur altíð verið væl fyri, sigur Sverri álvarsamur. Við góðu evnunum frá mamm­ uni megnar Sverri at íðka nærum allar ítróttargreinar, ið eru í Vágum. Tá hann gerst 15 ára gamal, sær hann, hvar alskurin og gávurnar liggja, og tað er á sjónum við ár í hond. Hóast róðrarlagið ikki er ment til fulnar, gerast hinir rógvararnir í Miðvágs Róðrarfelag greiðir yvir, at ungi drongurin hevur eina óvanliga styrki, ið teir ikki hava sæð áður. – Vinmaður mín, Bergur Robert Dam Jensen, sum róði í Miðvágs Róðrarfelag segði mær, at eg var øgiliga kvikur á rógvimaskinuni. Hann viðmældi, at eg skuldi gera meira burturúr, og tað gjørdi eg so. Hóast Sverri er ungur, gerst hann eykamaður hjá seks­mannafarinum, Ridd­ arin, ið er mannaður við monn­um, ið eru nógv eldri enn Sverri. Innan eitt ár hevur hann lagt vaksnu menn­inar afturum seg. Heldur ikki teir kunnu fylgja við Sverra. – Venjarin í Miðvágs Róðrar­felag sannførdi meg um, at eg skuldi royna meg til DM í inniróðri, tí gongdin var so góð. Eg vann DM í inniróðri tað árið, sigur Sverri, meðan andlitsbráðið gerst mildari. Hann flennur. Hann flennur, tí hann ikki minn­ist, hvussu tað kendist at vinna DM. Hann hevur gloymt ta hendingina. Hin­ vegin minnist hann greitt, hvussu tað kendist at vinna HM í inniróðri árið eftir – hann minnist ta kensl­ una, sum floymdi kropp­in, tá hann bæði vann og setti heims­met í sínum aldurs­ bólki. Men hvat eyðkennir ein slíkan HM-vinnara? Ikki ein lítillátin rógvari Eftir væleydnaða HM í inni­ róðri ger Sverri av at flyta til Danmarkar, til tess at gerast danskur landsliðsrógvari. Danski landsliðsvenjarin hev­ur leingi ligið framvið Sverra, og nú kennir Sverri seg til reiðar. Hann flytir til Bagsværd, har flestu lands­ liðs­rógvararnir venja. Tá hann ikki venur við lands­lið­ inum, umboðar hann felagið DSR, sum heldur til í Norð­ havnini í Keyp­manna­havn. Skiftið frá Miðvágs Róðrar­ felag til danska landsliðið fellur Sverra lætt, tí hann hev­ur eitt sinnalag sum fáur. – Eg haldi nógv um meg sjálvan, og tað vita øll, sum kenna meg. Eg eri alt annað enn lítillátin, og eg haldi, at eg kann gerast heimsins besti rógvari. Men eg havi eis­ini veruleikakenslu. Eg dugi eisini at síggja, um eg ikki havi róð væl. Hóast hann heldur nógv um seg sjálvan, hevur Sverri onga trongd at vera mið­ depil, um talan ikki er um kapp­róður. Tí lív Sverra snýr seg nevniliga um kappróður, og tað er har, hann skal vera á ovastu rók. Og Sverri stendur seg eisini væl á danska lands­liðinum. So væl, at hann verður settur at rógva í einum dupult­ skull­ara, ið er mann­aður av tveimum rógvarum. Á sumri í 2013 lut­taka Sverri og Skulu vit steðga við grindadrápi? – NEI! Eg síggi onga orsøk at steðga við grin- dadrápi, tí grindadráp er bert slátur eins og eitt nú seyða­slátur. Munurin er bert, at fýra veggir ikki kunnu fjala blóðið, sum grindadráp ber við sær. Hvør er størsta fyrimyndin? – Norski rógvarin Olaf Tufte er størsta fyrimyndin. Hann hevur vunnið tvær OL-gullmedaljur, og so rør hann bara framúr væl. Tey siga, at eg líkist honum, tí hvørgin okkara er eins langur og tungur og aðrir rógvarar í tunga bólkinum fyri einstaklingar. Um hann kann, so kann eg eisini. – Eg fari at vinna – eg verði HM-vinnari, hugsar ein 17-ára gamal Sverri Sandberg Nielsen, tá hann tekur síðstu tøkini á 2000 metra teininum, sum hann rør til óalmennu HM-kappingina í inniróðri í Boston. Fá tøk seinni er tankin vorðin veruleiki, tí nú er Sverri heimsmeistari í sínum bólki. Sverri leitar eftir systrini, sum situr millum áskoðararnar. Við eygunum gevur hann henni tekin um, at hann er fegin. Tað hevur hann alla orsøk at vera, men hetta er bert byrjanin – byrjanin til jagstranina eftir OL-gullinum meg sjálvan nógv um Eg haldi