Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 29. september 2014 · Nr. 110 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 man gera upp við seg sjálvan, hvat man vil. Hvørja strategi arbeið­ast skal eftir. Okkara filo­sofi er, at vit vilja hava nýggj og góð skip við góðari mann­ing. Tað avmarkar okk­ ara kappingarstøðu í onkr­ um pørtum av heimi­num, sig­ur Tummas Justinus­sen. Tey fimm skipini hjá Skansi eru øll yngri enn fimm ár. Roknskaparliga virð­ið á teimum er stívliga 1,5 milli­ard, og eru tey øll mann­ að við føroyingum. – Skandinavisk reiðarí eru ikki serliga kappingarfør til slíkar uppgávur. Men vit hava so valt at halda fast í okkara filosofi, sigur Tumma­s Justinussen. Fyri Skansi Offshore hev­ ur føroyska tilknýtið stóran týdn­i­ng. Ikki tí, skipini eru øll smíð­að í Norra, og reiðaríið hev­ur ongan heimamarknað at dúva uppá. – Út frá tí kundu vit bara flutt alt til Norra. Men vit búg­va í Føroyum, og vit skulu væl framhaldandi kun­na búleikast her. So vit hava okkara høvuðssæti í Før­oy­um, vit hava gott sjó­ fólk, og tí manna vit skip­ ini við føroyingum, sigur Tumm­as Justinussen og vísir á týdningin, sum góður triv­nað­ur umborð hevur fyri rakst­urin av skipunum. – Tað er ein fyrimunur at tosa sama mál. Vit trúg­va uppá at trivnaður á arbeiðs­ plássi­num eisini gevur úrslit, sigur Tummas Justinussen. 135 fólk starvast í dag hjá Skansi Offshore, sum í fjør hevði sítt besta ár nakran­ tíð. Yvirskotið var 81,9 milliónir krónur. Partur av frágreiðingini er tó teknikk­ ur, tí reiðaríið hevur nógv av sínum lánum í norskum krón­um, og árið í fjør gav stóran kursvinning. Men rakst­ur­in var eisini góður, og tann gongdin heldur fram í ár: – Vit rokna við einum mun­andi betri úrsliti av rakstri­num í ár, sammett við í fjør, sigur Tummas Justinus­sen. Ferðin Tað hevur gingið skjótt hjá Skansi Offshore at veksa seg til eina av stóru fyritøkunum í landinum. Serliga er tað viðurkenningin frá stóru olju­feløgunum, sum hevur havt týdning. Sáttmálar við Statoil, BP og BG kunnu brúk­ast og verða eisini brúkt­ir sum dømi um, at fyri­tøk­an hevur fingið fótin fyri seg. Ein fortreyt fyri at sleppa upp í part hjá størstu fyri­ tøkunum er, at tú sjálvur hev­ur eina ávísa stødd. Og her hevur Skansi eisini sats­ að stórt. Eitt sjónligt dømi um tað er nýggjasta skipið í flotanum hjá Skansi, Kongs­ borg. Skipið stóð á Havyard skipa­smiðjuni í Norra sum ein leivd frá fíggjarkreppuni, ið broytti so mangar stórar ætlan­ir fyri so mong. Skansi smekkaði til, keypti skipið og fekk í sama viðfangi kon­ trakt við oljufelagið BG um at vera veitingarskip á Knarr felti­n­um. – Vit hava alla tíðina skip á tekniborðinum. Og jú, vit brúka nógva tíð uppá ting, sum ongantíð blíva til nak­ að. Men tú noyðist at vera úti um teg alla tíðina, hó­ast kanska bara ein av 10 ætl­a­ num gerast veruleiki. Tað er stuttligt, spennandi og lær­u­ ríkt, sigur Tummas Justinus­ sen. Hóast reiðaríið hevur ein rættu­liga føroyskan profil, so er ein triðingum av Skansi norskt. Familjufyritøkan Havila AS við normanninum Per Rolf Sævik á odda hev­ ur verið við frá byrjan, tá ambiti­øsa reiðaríið við røt­ u­m í Leirvík legði frá landi út í frálandavinnuna. – Í byrjanini hevði tað stóran týdning, tí Havila kom við eginpeningi og vitan. Men í dag hevur norski ognarparturin ongan prakt­iskan týdning, sigur Tummas Justinussen. Havila AS eigur fyri­tøku­ na Havila Shipping, sum er í beinleiðis kapping við Skansi Off­shore. Men heldur ikki tað hevur nakran praktiskan týdn­ing, metir stjórin í Skansi. Føroyska sambandið Samstundis sum Skansi Offshore, burtursæð frá av­ markaða virkseminum á før­oyska landgrunninum, ong­an heimamarknað hev­ ur, so roynir fyritøkan sum longu nevnt at halda fast í føroyska samfelagið. Sam­ bært stjóranum verður alt, sum kann keypast fyri kappingarførar prísir í Føroyum, eisini keypt her­ heima. Fyritøkan hevur fyri stuttum bygt nýtt høvuðs­ sæti á Skansavegi 7 í Havn. Og burturav føroyska mann­ ingin krevur eini 300 ferða­ seðl­ar við Atlantsflog hvønn mán­að, tá skipini skifta fólk. Ein avgerandi fortreyt fyri øllum hesum er Føroyska Alt­jóða Skipaskráin, FAS. Uttan hana var einki Skansi Off­shore í Føroyum. – Uttan FAS fluttu vit av landinum í morgin. FAS er av­gerandi fyri okkara kapp­ ingar­støðu, sigur Tummas Justinussen. Sambært stjóranum eigur før­oyska samfelagið í størri mun at leggja seg eftir, at skip­ini í FAS eisini kasta nakað av sær í avleiddum virk­semi, ið aftur kann koma føroyska samfelagnum til góð­ar. Tað eigur í størri mun enn higartil at síggjast aftur, tá eitt skip flaggar inn í FAS. Herðaklapp Á Vinnudegnum fríggjadagin hevði dómsnevndin bara rós­ andi orð at bera Ársins Virki 2014. – Tað krevur nakað serligt at skula virka sum veitari til oljuvinnuna uttan at hava eina oljuframleiðslu í heim­landinum. At fáa fótin fastan sum veitari innan olju­vinnuna er hart arbeiði, og at liva upp til settu krøv­ ini er krevjandi. Skansi Off­ shore hevur tó megnað at próg­va fyri sínum kundum, at felag­ið er álítandi, at tey duga síni ting, og tað er ikki so lítið. Tummas Justinussen er feg­in um orðini frá dóms­ nevnd­ini. – Tað er eitt herðaklapp, fyrst og fremst til starvs­ fólk­ini. Tað er eisini hugaligt at fáa eina viðurkenning frá tínum nærumhvørvi, hóast at kalla alt okkara virksemi er uttanfyri landoddarnar, sigur Tummas Justinussen. Men hóast viður­kenn­ ing­in er komin á heima­ síðu­na hjá Skansi, hevur giv­ið felagnum jaliga fjøl­ miðla­um­røðu og óivað eisini fer at verða nevnd í røttu samanhangunum á bonaðu gólvu­num og í fínu fund­ ar­hølu­num, so ber hon ikki langt einsamøll. – Í oljuvinnuni byggir alt á fakta. Tú fær ikki tosað teg til eina kontrakt, sigur stjór­in, sum annars plagar at duga at tosa fyri seg. vinnudagurin Eldborg Kongsborg Saeborg Sjóborg Tórsborg At bróta slóð man vera tað, sum best eyðkennir Ársins Virki í ár. Tað krevur nevniliga nakað serligt at skula virka sum veitari til oljuvinnuna uttan at hava eina oljuframleiðslu í heimlandinum. Vanahugsan hevði sagt, at tað ber ikki til ella er ov strævið. Men lukkutíð eru tað ikki øll sum hugsa á henda hátt, men sum heldur hugsa, at oljuframleiðsla er í øðrum londum, eisini okkara næstu grannalondum, og at føroyingar tí sum ein siglandi tjóð eisini eiga at kunna brúka skip til annað enn at fiska við. Tak ikki feil, eingin livur av hugskotum eina. At fáa fótin fastan sum veitari innan oljuvinnuna er hart arbeiði, og at liva upp til settu krøvini er krevjandi. Skansi Offshore hevur tó megnað at prógva fyri sínum kundum, at felagið er álítandi, at tey duga síni ting, og tað er ikki so lítið. Men felagið kann eisini vísa á, at tey eru væl fyri at liva upp til settu krøvini. Skansi Offshore hevur lagt seg eftir at seta føroyingar í starv og at menna tey til tað, sum krevst til tess at liva upp til sett krøv í oljuvinnuni. Hetta hevur so eisini verið við til at ment bæði ástøðiligu og praktisku førleikarnir starvsfólkunum, m.a. hjá okkara siglandi fólki, sum frammanundan hava gott orð á sær. At hava vælútbúgvin sjófólk og fólk á landi við vitan um frálanda veitingarvinnu er eitt gott grundarlag fyri at víðarimenna hesa vinnugrein frameftir. Umframt at keypa vørur og tænastur í Føroyum, roynir felagið eisini so vítt møguligt at senda síni fólk á skeið í Føroyum, og hevur tað verið við til at styrkt skeiðs- og undirvísingarvirksemið her heima í Føroyum. Brot úr grundgevingunum fyri at velja Skansi Offshore til Ársins Virki 2014 Stjórarnir í Skansi Offshore, Tummas Justinussen og Jens Meinhard Rasmussen, taka ímóti heiðrinum Ársins Virki 2014