Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 29. september 2014 · Nr. 110 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur flogbóltur TB lagt seg á odda Hilmar Jan Hansen – Vit fara inn fyri at vinna hvønn dyst og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkk­ ur. Men eg haldi, at vit hava dygd­ir­nar til at kunna vera við heilt har frammi í bæði lands­kappingini og steypa­ kapp­ing­ini. Tað sigur Gudrid Nolsøe, sum er spælandi venjari hjá TB-kvinnunum í flogbólti, sum eftir sín fyrsta dyst hava lagt seg á odda í Eik-liguni, eftir at tær leygardagin á úti­vølli vunnu ein rímiliga trygg­an 3-0 sigur á KÍF. – Hetta var ikki akkurát tað, sum vit høvdu væntað, tí eg má viðganga, at vit høvdu væntað okkum størri mót­ støðu frá kvinnunum í Kolla­ firði, tí vit høvdu hoyrt, at tær vóru væl fyri. Tær hava eis­ini spælt saman í fleiri ár og hava enntá styrkt seg eitt sind­ur, sigur hon. – Men hjá okkum gekk tað ordiliga væl. Tað var líka tað fyrsta settið, har tær komu framum og vit kiksaðu fimm bóltar á rað, áðrenn vit til allarsíðst fingu tær aftur. Eftir tað var munur á og vit vunnu væl og virðiliga tey bæði seinnu settini. At tað eydnaðist TB at halda fast, tá liðið var komið fram­um, fegnaðist spælandi venj­ar­in ikki minst um, tí tað var nakað, ið ofta kiksaði síðsta kappingarár. Men hó­ ast tað bleiv eitt sindur ner­ vøst í endanum á triðja setti, megn­aði TB hesaferð at lukka dystin, heldur enn at lata KÍF sleppa innaftur. – Fyri okkum var tað sál­ ar­liga gott, at vit fingu víst okk­um sjálvum, at tað kann bera til, sigur Gudrid. Kropslig venjing Hóast kvinnurnar hjá TB ikki høvdu vant í meira enn fimm vikur, nú tær spældu fyrsta landskappingardystin, hava talan verið um sera mið­vísa venjing, ið eisini sá út til at geva úrslit longu í fyrstu royndini. – Vit hava havt rættiliga nógv fokus á kropsligu venj­ ing­ina við harðari inter­val- venjing, sum Jón Jo­hanne­ sen hevur stað­ið fyri. Tað hev­ur eis­ini av­lastað meg sera væl, so eg havi fingið hugs­að meira um tað, sum eg skal hugsa um, sigur Gudrid Nols­øe. – Hjá okkum er talan um sama fólkið, sum vit høvdu í fjør, men aftur at tí, so er Katrin Petersen við aftur, nú hon allíkavæl er komin heim í praktikk, og so hava vit eis­ ini fingið serbiska styrk í Boj­anu Drulovic, sum tó ikki spæl­ir enn, tí hon bíðar eftir teim­um síðstu pappírunum. Men liðið verður nokk einki verri av, at hon kemur aftrat, haldi eg meg kunna siga. Í øllum førum kann stað­ fest­ast, at tey í TB fáa iva­ leysa góðar møguleikar at spæla serbiska spælaran inn á liðið, tí væntandi eru øll pappír og alt komin upp á pláss áðrenn næsta dyst. Hetta, tí tað er ikki fyrr enn um ein lítlan mánað, at TB- kvinn­urnar aftur skulu á vøll­in í dystin, og til ta tíð má rokn­ast við, at øll loyvi eru kom­in í rættlag, so Bojana Dru­lo­vic kann spæla við. Flogbóltur á breddan Hetta við styrkinum úr Serbia og einum fysiskum venj­ara, hevur Gudrid eisini hug at taka fram, tá hon verð­ur spurd um, hvussu tað sær út við flogbóltinum á Tvør­oyri nú. – Ja, nevndin hevur verið heilt einastandandi, og tað virk­ar, sum eru øll ordiliga við upp á tað, at vit skulu hava flogbóltin á Tvøroyri aft­ur til tey góðu árini, tá vit vóru við, har sum tað er stutt­ligt at vera við, sigur venj­ar­in, ið minnist aftur á tey fimm gyltu árini frá 2002 til 2006, tá TB vann eitt før­ oya­meistaraheiti og fýra ferð­ir steypakappingina hjá kvinn­unum. – Vit fara at gera okkara besta, so vit bæði kunnu seta flogbóltin á breddan á Tvøroyri og Tvøroyri á bredd­an í flogbólti. Og har hev­ur nevndin verið framúr í royndunum at fáa stuðlar og at tryggja, at venjarar og onn­ur í allar mátar kunnu fáa so góðar umstøður, sum tað ber til at fáa eftir før­ oysk­um mátistokki. Bæði við­víkj­andi styrki og venjara, so hevur ikki verið meira enn hálvtalað orð, so hevur nevnd­in verið við upp á tað. Sjálv letur Gudrid Nolsøe væl at sínum egna hugi til at gera meira við flogbóltin, hó­ ast hon ásannar, at hon ikki long­ur hevur so góða tíð til tað, sum hon hevur havt fyrr. – Eg eri so heppin, at eg havi góða familju og góð­an heimafront, so tað ber til hjá mær at fáa alt at passa saman, sjálvt um flog­bólt­ urin sjálvandi fer við nógv­ari tíð. Tað eru eg glað og takk­ som fyri, tí annars hevði tað ikki borið til, sigur hon. hilmarjan@sosialurin.fo Fyri viku síðani var tað KÍF, ið fekk eina dreymabyrjan, men tá TB kom á vitjan í Kollafirði leygardagin, varð alt vent á høvdu, tí tvørakvinnur vundu burtur úr heimaliðnum og yvirtóku oddasessin við einum tryggum sigri nr. lið dystir v/t dystir v/t sett munur stig 1 TB 1 1-0 3-0 +3 3 2 Dráttur 1 1-0 3-1 +2 3 3 SÍ 1 1-0 3-1 +2 3 4 KÍF 2 1-1 3-3 0 3 5 Fleyr 1 0-1 1-3 -2 0 6 ÍF 1 0-1 1-3 -2 0 7 Mjølnir 1 0-1 0-3 -3 0 Eik-ligan kvinnur støðan KÍF-TB 0-3 (24-26, 12-25, 18-25) KÍF-kvinnurnar fingu eina ynskibyrjan í Eik-liguni, tá tær sunnudagin á útivølli vunnu 3-0 á ferfaldu greipuvinnarunum í Mjølni Savnsmynd: Álvur Haraldsen Tað vóru TB-kvinnurnar, ið høvdu mest at fegnast um, eftir at tær leygardagin við 3-0 sigri høvdu trokað KÍF av oddasessinum Mynd: TB-Flogbóltur Eftir trilvandi spæl í fyrsta setti, kom TB fyri seg og var greitt betri enn KÍF tey bæði seinnu settini Mynd: TB-Flogbóltur