mánadagur 29. september 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. september 2014 · Nr. 110
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
hondbóltur
Jákup Mørk
Eingin
meistari
verður
funnin í fyrsta umfarinum,
men menninir hjá Kyndli
tykjast í vetur at hava
styrkina, sum í minsta lagi
ger teir til eitt gott boð upp
á eitt finalupláss.
Tær
báðar
fyrstu
uppgávurnar hava í øllum
førum víst, at teir grønu í ár
tykjast til reiðar longu frá
fyrsta bríksli.
Í Klaksvík hava boðini
í vetur verið, at menninir
har ætla at bíta meira frá
sær í vetur, enn teir fyrr
hava gjørt, men dysturin
sunnudagin vísti, at vegurin
enn er langur. Í øllum førum
tá tey stóru eru í góðum lag.
Munurin
í
steðginum
var annars ikki tann heilt
stóri, men tá Kyndil setti
ferðina upp, høvdu gestirnir
ikki nakran møguleika eftir
steðgin.
jakup@sosialurin.fo
Lætt spæl
Team Klaksvík hevði lítið og einki at siga móti einum
Kyndils-liði, sum væl kann fara allan vegin í ár
Hoyvíkingar megnaðu at fylgja við í hálvan tíma,
men so gekk orkan undan móti væl uppløgdu gestunum
Neistin væl fyri
Jákup Mørk
Í fjør hevði Neistin stóra
fragd í at arga tey, sum
spældu fyri finaluplássið, og
vónin í bláu leguni er, at teir
kunnu arga enn meira í ár.
Í so máta stóðu teir væl
og virðiliga fyrstu royndina,
tá teir sunnudagin vitjaðu
hjá H71.
Hoyvíkingar fingu nevn
liga av at vita. Endastøðan
bendir kanska ikki á so
stóran mun, men fyrsta stóra
korterið eftir steðgin vísti
eitt Neista-lið, sum longu
nú tykist at vera heilt væl
fyri, meðan hoyvíkingarnir
høvdu ilt við at koma í gear.
Hesa
løtuna
broyttist
støðan frá 12-13 til 16-25, og
so var leyst og liðugt. At
hoyvíkingar fingu pyntað
um úrslitið, merkir ikki, at
teir nakran tíð fingu skapt
spenning aftur, og so kundu
teir bláu fegnast, tá dysturin
var av.
Við einum buli, sum fyri
tað heilt nógva er lokalur,
hevur Neistin í tvey ár bygt
upp av nýggjum, eftir at
felagið annars hevði domi
nerað
føroyskan
mans
hondbólt í nøkur ár. Longu
í fjør vóru greið tekin um,
at liðið hevði ment seg
heilt nógv, og skal metast
eftir fyrsta dystinum hetta
kappingarárið, so stendur
menningin við.
jakup@sosialurin.fo
Kyndil - Team Klaksvík 32-18 (14-11)
10 min: 4-4
20 min: 9-7
40 min: 18-13
50 min: 24-15
Kyndil: David Edvardsen 7, Hørður Fannar Sigtórsson 6,
Andrias Sólsker 3, Bjarni Sørensen 3, Josef Abrahamsen 2,
Hjalti Bachmann 2, Finnur Hansson 2, Ludvík Súnason 2,
Frank Askhildsen 2, Julian Johansen 1(1), Høgni Klein Olsen 1,
Rune Olsen 1
Team Klaksvík: Bogan Florea 6(2), Andreas Elleingsgaard 3,
Dusko Petrovic 3, Vilhelm Vilhelmsen 2, Leivur Petersen 1,
Suni Johannesen 1, Sámal á Tjaldrafløtti 1, Jens Pauli Mohr 1
Brotskøst: Kyndil 1/1, Team Klaksvík 2/6
Útvísingar: Kyndil 4, Team Klaksvík 2
Dómarar: Sámal av Reyni & Heini Ellingsgaard
H71 - Neistin 24-27 (12-13)
10 min: 4-3
20 min: 9-8
40 min: 14-20
50 min: 16-25
H71: Hallur Biskopstø 5(1), Rúni Højgaard 4, Mark Clausen-Marcher 3,
Helgi Hoydal 3, Pætur Thomsen 2, Sigmundur Dahl 1, Tróndur Arge 1
Neistin: Rói B. Hansen 5, Andreas Joensen 4, Torstein Balle 4,
Terji Mørk 4, Aleks Buha 4(4), Jugoslav Djumic 3, Teitur Magnusson 2,
Herbjørn Lava 1
Brotskøst: H71 1/2, Neistin 4/4
Útívisingar: H71 2, Neistin 1
Myndir: Álvur Haraldsen