Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. september 2014 · Nr. 110 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Unglingar úr Vági sita við trumfinum Palli Augustinussen, sum er einsamallur eftir frá meistaraliðnum í 2000, rósar blaðungu liðfeløgunum fyri higartil at hava tikið tað róligt, og hann fegnast um, at tað nú er upp til teir í FC Suðuroy at avgera, um tað næsta ár skal ganga fyri seg, har tað er so nógv hugaligari at spæla Jóannes Hansen Í ár hava liðini í Effo-deild­ ini ikki ferðast um Suður­ oyarfjørð. Hvørki TB ella FC Suðuroy hava verið í bestu deildini. Tað er meiri enn ein mánaður síðani, at tað varð greitt, at TB næsta ár verður í fremstu røð, og at tað harvið verður sunnudagsfótbóltur við Stórá næsta kappingarár. Eftir at FC Suðuroy næst­síðsta vikuskifti ikki megnaði meiri enn 1-1 í Klaksvík ímóti illa sperdu klaks­víkingunum bendi alt á, at tað fór at verða 07Vestur, sum í 2015 skuldi verða í bestu deildini. 07Vestur megn­aði tá 2-2 í Trongisvági og helt harvið tørn um næst­ fremsta plássið. Leygardagin vóru vága­ menn stórfavorittar í Sanda­ vági ímóti KÍ. Klaks­víkingar stríddust fyri lívinum, og teir vunnu 2-1. Næstsíðsta leygardag vóru teir í FC Suðuroy sera vón­brotnir, tá ið KÍ í evstu løtu javnaði til 1-1 í Klaksvík. Leygardagin stór­fegn­að­ ust teir í FC Suðuroy. Teir vunnu trivaligan 5-1 sigur í ill­veðrinum í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá B36, sum endaðu við at spæla við níggju monnum. Tá ið tað so frættist, at KÍ hevði vunnið 2-1 í Sandavági, var tað greitt, at tað nú er upp til FC Suðuroy at avgera, um tað næsta kappingarár skulu vera tvey lið úr Suðuroy í fremstu røð. 33 ára gamli liðformaðurin Palli Augustinussen er einsa­ mallur eftir frá VB liðnum, sum í 2000 vann fyrsta og higartil einasta FM heitið til Vágs. Hann er fegin um, at tað nú er upp til FC Suðuroy at avgera sína egnu lagnu: – Vit umboða eitt lut­fals­ liga stórt felag, og vit vita øll, at tað er í bestu deildini, at tað gongur fyri seg, og har tað er størst fokus. Málið hevur alla tíðina verið at flyta upp, men úrslitini hava verið sera svingandi. Í summar mistu vit tríggjar spælarar, sum fóru av land­ inum. Merkisvert er tað, at okkara lið er blaðungt. Ímóti B36 vóru tíggju av teim­um fjúrtan, sum vóru á vøllinum, átjan ár og yngri. Fyri tað mesta hevur tað ikki verið upp til okkara at av­gera, hvussu tað verður við uppflytingini. Tí hava spæl­ararnir verið heilt róligir. Nú er tað upp til okk­ um, og sjálvandi er tað ein fyri­munur, at tað verður á heima­vølli, at vit skulu spæla ímóti NSÍ, sigur Palli Augustinussen, sum roknar við, at nógv viðhaldsfólk fara á Vágseið at stuðla leygar­ dagin. Hjá TB gekk tað striltið í heima­dystinum ímóti EB/ Streymi. Inntil tað rest­ aðu nítjan minuttir, var EB/Streym­ur á odda við mál­inum, sum Teitur K. Johansen skoraði longu í 7. min­utti. Fimm minuttir undan leikloki legði TB seg fram­um, og sigurin varð 3-1. Niðurflytingin Avgerðin, um tað verður KÍ ella HB, sum flytur niður, varð útsett. Tvífaldur mál­ skjútti hjá KÍ í 2-1 sigrinum í Sandavági var Jóannes Danielsen, sum 10. september fylti 17 ár. Úrslitið bar við sær, at KÍ framvegis hevur møgu­leika at varðveita pláss­ið í næstbestu deildini. Um tað skal eydnast, verður av­gjørt leygardagin, tá ið KÍ fær vitjan av HB. Í gjár­kvøldið vann HB 3-2 á heima­vølli ímóti Víkingi. Mið­vallarin Tróndur Jensen var tví­faldur HB málskjútti. Hann skor­aði sigursmálið, sum kann fara at vísa seg at vera heilt avgerandi, í síðsta minutti. HB hevur trý stig fleiri enn KÍ, men málmunurin hjá KÍ er betri. Harvið verður leygardagin talan um finalu í Klaksvík, har HB og KÍ fara at spæla um at sleppa undan niður­flyting. Um KÍ vinnur, so flytur HB niður. Um HB vinn­ur, ella um tað endar javnt, so verður tað KÍ, sum flytur niður. joannes@sosialurin.fo 1. deild fótbóltur 1. Deild menn nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 TB 26 21 3 2 73 21 +52 66 2 FC Suðuroy 26 13 6 7 51 33 +18 45 3 07 Vestur 26 13 5 8 48 40 +8 44 4 B36 II 26 10 6 10 53 50 +3 36 5 NSÍ II 26 10 4 12 53 49 +4 34 6 AB II 26 9 7 10 49 46 +3 34 7 Víkingur II 26 8 7 11 39 51 -12 31 8 HB II 26 8 5 13 39 61 -22 29 9 KÍ II 26 6 8 12 40 60 -20 26 10 EB/Streymur II 26 4 5 17 31 65 -34 17 KÍ - FCS 1-1 (0-0) 0-1: Jón Krosslá Poulsen 77. 1-1: sjálvmál 90. Reytt kort: Heri E. Kjærbo, FC Suðuroy, 90.+4 (beinleiðis reytt)   NSÍ - Víkingur 1-2 (0-1) 0-1: Martin Olsen 21. 0-2: Gunnar Vatnhamar 53. 1-2: Magnus Pauli Sørensen 57.   EB/S - B36 2-2 (1-1) 0-1: Eli Falkvard Nielsen 37. 1-1: Allan Hansen 45. 2-1: Poul G. Olsen 63. 2-2: Tór av Skarði 86. AB - HB 3-2 (0-0) 1-0: Karstin Højgaard 47. 2-0: Dan í Soylu 70. 2-1: Hilmar Leon Jakobsen 77. 3-1: Karstin Højgaard 84. 3-2: Jákup F. Hansen 90.+3. Reytt kort: Poul Ingason, HB, 50. (beinleiðis reytt)   TB - 07V 2-2 (2-1) 0-1: Sjúrður Olsen 4. 1-1: Teitur Justinussen 23. 2-1: Patrik Johannesen 31. 2-2: Torstein Mýlingstind 63. NSÍ - AB 3-1 (1-0) 1-0: Ari Langgaard 19. 1-1: Sørin N. Samuelsen 53. 2-1: Debes Danielsen 68. 3-1: Haraldur R. Højgaard 75. 07V - KÍ 1-2 (1-0) 1-0: Gunleif Olsen br 29. 1-1: Jóannes Danielsen 60. 1-2: Jóannes Danielsen 73. HB - Víking 3-2 (2-1) 0-1: Martin Olsen 11. 1-1: Tróndur Jensen br 18. 2-1: Hilmar Leon Jakobsen 40. 2-2: Bergur Gregersen 66. 3-2: Tróndur Jensen 90. B36 - FCS 1-5 (1-3) 0-1: Jón Krosslá Poulsen 16. 0-2: Búi Egilsson 35. 1-2: Gestur Dam br 39. 1-3: Teitur Mortensen 43. 1-4: Jón Krosslá Poulsen 55. 1-5: Palli Augustinussen br 63. Reytt kort: Mathias Thomsen, B36, 62. (beinl. reytt), Áki Olsen, B36, 82. (beinl. reytt) TB - EB/S 3-1 (0-1) 0-1: Teitur K. Johansen 7. 1-1: Heini Mikal Mortensen 71. 2-1: Eirkur M. Ellendersen 85. 3-1: Patrik Johannesen 87. 25. umfar 26. umfar Mynd: Álvur Haraldsen