Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. september 2014 · Nr. 110 T að er at spæla við eld, tá vit ár um ár vilja avgreiða seinastu og avgerandi umførini av fótbóltslandskappingini seint í oktober mánaði. Kjakið um skipan av føroysku fótbólts­ kappingini hevur av og á verið til viðgerðar. Eitt sjónarmið, sum ofta hevur verið frammi – men sum ikki hevur vunnið frama, er, at kappingin átti at verði koppað, soleiðis at hon byrjar seint í juli ella tíðliga í august, og at seinna kappingarhálva verður spæld um várið. Sorgarleikurin, sum í farnu vikuni rakti føroyskan fótbólt, bar við sær, 24. umfar av Effo-deildini varð flutt til komandi mikudag. Teirri avgerðini kann mann so vera samdur ella ósamdur í, men tað skerst ikki burtur, at tað kann skapa trupulleikar, tá dystar­ flytingar verða gjørdar móti kappingarenda. Fyrst og fremst, so er tað veðrið, sum kann verða avgerandi faktorurin. Fulla vissu fyri góðum spælilíkindum fáa vit neyvan nakrantíð í Føroyum, men treyðugt so. Sannlíkindini fyri góðum fótbólts­ veðrið eru størri í mai og juni, enn tey eru í oktober mánaði. Vil illa til, so verður trupult at avgreiða dystir­nar mikukvøldið, og so fer av álvara at knappast. Og so vildi tað eisini verið hugaligt, um vit spældu seinastu og avgerandi dystirnar á hásumri. Alt annað líka, so vildi tað borið munandi størri áskoðaratøl og harvið eisini nógv betri karmar til seinastu dystirnar. Og er neyðugt at blása onkran dyst av í oktober, so hevði hetta ikki gjørt tað stóra, tí tað skuldi borið væl til at avgreitt møgulig heingipartí, tá tað aftur fer at vára. Veðrið hevur verið av tí besta størsta partin av árinum í ár, og vónandi fer tað eisini at skikka sær væl komandi mánaðin, so fótbólturin kann avgreiðast í góðum líkindum. Men tað er at spæla russiska roulettu, tá spælast skal seint í oktober mánaði í Føroyum. Og onkra tíð er kúlan í kamarinum. Koppið kappingini Ítróttar klumman Jákup Mørk ítróttur ítróttartoymið Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Jákup Mørk Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Pól Sundskarð megnaði um vikuskiftið at gjøgnumføra eitt Sparthlaton, sum er heilar 246 kilometrar Pól Sundskarð gjøgnum­ført Sparthlaton Valborg set føroyskt met Klumman rakti ikki Tróndur Arge Hetta er aðru ferð, at Pól Sund­skarð rennur eitt sparthlaton, men fyrstu ferð at hann megnaði at gjøgnum­føra langa teinin. – Sparthlaton verður mett at verða ein tann harðasti »ultrateinur« í heiminum. Seinasta ár var eg við, men mátti gevast eftir at hava runnið 80 km, tí tá var hitin langt omanfyri 30 stig, greiðir Pól Sundskarð frá. – Í gjár tók eg so av­bjóð­ ingina uppaftur at renna hesar 246,8km uppá 36 tímar. Vit byrjaðu í Athen klokkan fimm føroyska tíð. Eg fór um málstrikuna í býnum Sparta 35 tímar og 21 minuttir seinni, sigur ein fegin Pól Sund­ skarð, sum bleiv nummar 166 av teimum 207, ið megnaðu at renna allan teinin upp á 36 tímar. – Eg dugi ikki at seta orð á hvussu harður túrurin var, men gleðin yvir at tað eydn­aðist var ómetaliga stór. Á einum so longum teini eru umleið 75 »depotir«, har neyðugt er at hava tey ting­ini liggjandi, sum brúk er fyri. Tað hevur veri eitt megn­ar arbeiði, sum konan eigur størsta heiðurin av, sig­ur Pól Sundskarð at enda. trondur@sosialurin.fo www.ab.fo: Argjamenn heiðra Elis Poulsen Talan er um Elis Poulsen, ið bleiv heiðaður, tí hann øll árini, ið AB hevur skipað fyri dansi í høllini á Hálsi, hevur verið fastur fúsur at hjálpa til og verið konferencier á tiltøkunum. www.b36.fo: Tað er nú greitt, at Odmar Færø eisini er partur av B36-verjuni í 2015. Odmar Færø hevur eitt navn, sum forpliktar. Odmar tann triði er onkra tíð tikið til, eftir at bæði pápin og abbin hava tikið síni tørn fyri besta liðið hjá okkum. www.nsi.fo: Betuel: – Tit síggja meg aftur í gulum! Fyri einum góðum ári síðani fór Betuel Hansen til Danmarkar at royna fótbóltseydnuna. www.eb-streymur.fo: Við Gunnari hava vit mist ein sera góðan liðfelaga, sum vit fara at sakna nógv. Sorgin og saknurin er stórur hjá okkum, men enn størri er hann hjá teimum, sum stóðu Gunnari nærmast! Vit hava samkenslu og ynskja, at tit finna styrk at koma gjøgnum hesar sera sorgartungu tíðina! www.nordlysid.fo: ÍF/Víkingur fylgdi leingi væl við, men seinasta korterið staðfestu KÍ kvinnurnar frammanfyri stóru áskoðarafjøldini, at tær eru besta liðið í Føroyum. Heimasíðurnar skriva: Valborg Heinesen setti í gjár føroyskt met á mara­ ton teininum. Tíðin var 2 tímar og 49 minuttir. Valborg rennur fyri liðið Sparta, og í gjár luttók hon í DM í maraton í Odense. Saman­ lagt bleiv Valborg Heinesen nummar trý í kappingini. Umframt at Valborg setti persónligt met í renningini, so bleiv talan eisini um før­ oyskt met. Valborg gekk sítt gjøgnumbrot á Oyggja­leik­ unum í Bermuda, har hon skúgvaði alla mótstøðu til viks. trondur@sosialurin.fo Tá pennurin til klumm­ una verður spískaður, so kemur fyri, at skotið verður við síðurnar. Og tað hendi hjá okk­ um her í klummuni, tá vit hartaðu FSF fyri ikki at hava nóg væl skil á pappírum sínum, tá kvinnu­landsliðið skuldi til Írlands herfyri. Sjálvandi hevur FSF ábyrgd av sínum ferða­ løgum. Men í hesum førinum vórðu ferða­ pappírini handfarin av ferða­skrivstovu, sum mill­um annað breggjar sær av, at tey kunnu hand­fara umsóknir um visum. Eitt amerikanskt orða­felli sigur, at einasta skot­ið, sum ikki kiksar, er skotið, sum tú ikki skjýt­ur. Og vit mugu so bara ásanna, at í hasum før­inum varð skotið betri óskotið. jakup@sosialurin.fo ítróttur