Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juni 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 108 - 10. juni 2004 Nr. 108 - 10. juni 2004 21 Í fleiri førum góð- kendi amerikanski verjumálaráðharrin, at amerikanskir her- menn kundu fara út um tað, sum Geneve- sáttmálin loyvir AVHOYRINGAR Árni Joensen fartekst@mail.dk Amerikanski herurin hevur eina hondbók, sum ásetir, hvussu hermenninir skulu og kunnu bera seg at, tá teir avhoyra fangar hjá mót- partinum. Hondbókin skal tryggja, at hermenninir halda seg til tað, sum er ásett í Geneve-sáttmálanum um slík viðurskifti. Men teir amerikonsku hermenninir, sum eru í Afghanistan og Irak, hava eina øðrvísi hondbók. Í henni eru 24 reglur um, hvussu teir avhoyra limir í Taliban ella menn, sum verða hildnir at hava sam- band við felagsskapin al- Qaeda. Sjey av hesum regl- unum standa ikki í teirri vanligu hondbókini hjá amerikanska herinum, men tær vórðu settar í hondbók- ina hjá hermonnunum í Afghanistan og Irak eftir góðkenning frá Donald Rumsfeld, verjumálaráð- harra, skrivar Reuters. Ein talsmaður hjá Penta- gon váttaði týsdagin, at hermenninir í Afghanistan og Irak hava eina øðrvísi hondbók, og at sjey frávik eru. Fýra teirra kunnu her- menninir nýta uttan at biðja um loyvi til tess, men í hinum trimum førunum krevst góðkenning frá verjumálaráðharranum. Talsmaðurin, Bryan Whitman, vildi ikki siga, hvat stendur í teimum sjey reglunum, sum eru komnar afturat. Hann segði kortini, at verjumálaráðið umhugs- ar at kunna almenningin um reglurnar fyri at sleppa undan gitingum um, at USA brýtur ásetingarnar í Geneve-sáttmálanum. Fyrradagin sýtti løgmála- ráðharrin, John Ashcroft, fyri at almannakunngera eitt skjal, sum eftir øllum at døma sigur, at USA til- skilar sær rætt at nýta harðskap og píning í bar- daganum ímóti yvirgangi. Mijailo Mijailovic, sum myrdir Onnu Lindh, er sálarsjúkur. Tað ger, at hann væntandi sleppur leysur um nøkur fá ár LINDH-MORÐIÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann 23. mars varð tann 25 ára gamli Mijailo Mijailo- vic dømdur sekur í at hava myrt svenska uttanríkis- ráðharran Onnu Lindh tann 10. september í fjør. Undir rættarviðgerðini bleiv Mijailovic sálarkann- aður, og Eva-Maria Laurén, yvirlækni, kom til ta nið- urstøðu, at maðurin var ikki sálarliga sjúkur. Tí avgjørdi rætturin at døma hann lív- langa fongsulsrevsing. Verjin kærdi dómin. Síð- ani hevur professarin And- ers Forman kannað Mijailo Mijailovic, og hann er nú komin til ta niðurstøðu, at drápsmaðurin er sálarliga sjúkur. Góðtekur rætturin hesa niðurstøðuna, verður Mijailovic ikki dømdur lívlanga fongsulsrevsing. Ístaðin fyri skal hann á eitt viðgerðarheim fyri sinnis- sjúk, og sambært Afton- bladet kann hann rokna við at sleppa leysur um nøkur fá ár. Sambært blaðnum hevur eitt serligt rættarráð hjá teimum sosialu myndug- leikunum kannað niður- støðuna hjá Anders Fors- man, og ráðið sigst taka undir við professaranum í, at Mijailo Mijailovic er sálarsjúkur. Tað er vorðið so óruddiligt uppi á heimsins hægsta fjalli, at nú má ruddast UMHVØRVI Árni Joensen fartekst@mail.dk Í september fara umleið hundrað sjálvboðin niðan eftir Mount Everest at rudda. Tey fara ikki niðan á sjálvan tindin, men ætlanin er í hvussu er at sleppa ein- ar 6.500 metrar niðan eftir fjallinum. Ein talsmaður fyri rudd- ingarfólkini sigur við BBC, at umleið 615 tons av óruddi liggur og sløðist í erva í fjallalíðunum, og at tað má fáast burtur haðani, áðrenn tað órógvar um- hvørvið. Kinesiska blaðið China Daily skrivar, at umleið 20.000 fólk vitja leiðina við Mount Everest á hvørjum ári. Áhugin fyri at sleppa niðan eftir sjálvum fjallin- um er eisini vaksin nógv tey seinnu árini, men tað eru bara tey fægstu, sum megna at sleppa upp á sjálvan tindin. UTTAN ÚR HEIMI Reagan á seðlar og myntir Fleiri leiðandi limir í republikanska flokkinum í USA halda, at fyrr- verandi forsetin Ronald Reagan eigur at fáa pláss á dollarseðlum og mynt- um. Senatorurin Mitch McConnell heldur, at 10- dollaraseðilin skal hava eina mynd av Reagan, og Dana Rohrabacher, sum situr í Umboðsmanna- tinginum, vil hava Reag- an avmyndaðan á 20- dollaraseðlinum. Fær gamli forsetin pláss á øðrum av seðlunum, er tað fyrstu ferð síðani 1929, at USA broytir myndirnar á pengaseðl- unum. Skal Reagan upp á dollaraseðlarnar, skulu bæði Senatið og Um- boðsmannatingið sam- tykkja tað. Tí halda summir politikarar, at hann heldur skal upp á 10-centmyntin, tí ta av- gerðina kann fíggjar- málaráðið taka uttan at spyrja politikararnar. Viðhaldsfólk hjá Reagan hava skotið upp at seta hann á 10-centmyntin, men trupulleikin er, at á aðrari síðuni á tí myntin- um er ein mynd av sjálv- um Franklin D. Roose- velt, forseta. Ein neyð- loysn kann vera at seta Reagan á hina síðuna, skrivar Washington Post. Funnu rúsevni fyri milliardir Løgreglan á Fiji-oyggj- unum gjørdi eitt rættiligt kvetti, tá hon rannsakaði eina verksmiðju seinasta sunnudag. Í bygninginum funnu løgreglumenninir eina rannsóknarstovu, sum fekst við at gera ymisk rúsevni. Í goymsluni á verksmiðjuni komu løg- reglumenninir fram á eina rúgvu av rúsevnum, og hildið verður, at vóru evnini komin á marknað- in, høvdu sølumenninir fingið meiri enn tríggjar milliardir krónur burtur- úr. Sambært løgregluni vóru evnini ætlað rús- evnamarknaðinum í USA, Evropa og Av- stralia. Talsmaðurin hjá mynd- ugleikunum á Fiji-oyggj- unum, Andrew Hughes, sigur, at á rannsóknar- stovuni vóru ráevni til at gera eitt tons av ymsum rúsevnum. Hildið verður, at rannsóknarstovan var før fyri at gera eitt hálvt tons av rúsevnum um vikuna. Kvinnur kunnu reka vinnu Í Saudiarabia hava mynd- ugleikarnir samtykt at broyta eina vinnulóg, so nú er tað loyvt kvinnum at hava egna fyritøku. Sambært arabiska sjón- varpinum Al-Jazeera hevur lógarbroytingin tvinni endamál. Annað er at útvega fleiri arbeiðs- pláss, og hitt er at forða fyri yvirgangi. Fyrr kundu saudi- arabiskar kvinnur ikki hava eina fyritøku, uttan at ein skyldmaður ella onkur annar stóð sum eigari. Harafturat hava átrúnaðarligar og sosialar avmarkingar forðað kvinnum í at gera seg galdandi í fleiri vinnu- greinum. Samstundis er tað ein sannroynd, at í Saudiarabia eru tað yvir- høvur kvinnurnar, sum fáa sær hægri útbúgving, men at tær flestu kortini fáa lítið og einki burtur úr útbúgvingini. Nógv fólk í Saudi- arabia eru arbeiðsleys. Myndugleikarnir siga, at arbeiðsloysið er niðan fyri 10 prosent, men útlendskir eygleiðarar halda, at í veruleikanum liggur tað um 20 prosent. Enron skal endurskipast Í USA eru ætlanir um at endurskipa ta risastóru fyritøkuna Enron, sum fór á húsagang fyri trim- um árum síðani eftir eina fíggjargølu. Eitt nú vísti tað seg, at fíggjarstøðan hjá felagnum var nógv verri, enn leiðslan og grannskoðararnir høvdu sagt, og harafturat høvdu stjórarnir fingið sær betri løn, enn tey flestu kunnu droyma um. Tá húsagangurin bleiv gjørdur upp, vísti tað seg, at Enron skyldaði næstan 400 milliardir krónur. Nú verður skotið upp, at tey, sum eiga pengar hjá fe- lagnum, skulu fáa umleið ein sættapart av tí, sum tey eiga. Av hesum skulu tey fáa 70 prosent í peng- um, meðan tey írestandi 30 prosent verða latin sum partabrøv í tí nýggja Enron. Amerikonsku myndug- leikarnir hava ákært fleiri av teimum gomlu leiðar- unum í Enron fyri svik og fíggjarundandrátt, og tað fyrsta sakarmálið byrjaði mánadagin. Men uppgerðin við tað gamla er dýr. Hildið verður, at sakførara- og grannskoðararokningarn ar eru komnar upp í 4,5 milliardir krónur higartil. Mount Everest skal ruddast Sleppur undan fongsulsrevsing Rumsfeld hevði góðkent ta hørðu framferðina Drápsmaðurin hjá Onnu Lindh, Mijailo Mijailovic, er sálarsjúkur Sambært Reuters góðkendi Donald Rumsfeld, at hermenninir í Afghanistan og Irak fara út um reglurnar í Geneve- sáttmálanum, tá teir avhoyra fangar har Mynd: Reuters BILATORGIÐ Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag ROVER 827 COUPE DE LUXE AUTOMATIC Árg Apr-98, Km 28.000. Sera væl- hildin Top modell: Bert koyrt 28.000 km. Klimaanlegg, Leðurinntrekk, Sóltak, El-rútar, El-spegl, Fjarstýrt Centrallás, Radio, Alufelgur, Spoyl- arar v.m. Sertilboð kr. 198.000 KIA CARNIVAL 2.9 HPDI EX MODEL Árg Mar-02, Km 195.000. Top mod- ellið: Aircondition, Automatgear, Regnsensor, El. stýrt førarasetur, El- rútar fr.+ aftan, El. spegl, Fjarstýrt centrallás, Hita í forrúti, C.D.anlegg- Mjørkal. Leður róður v.m. Kr. 220.000 KIA SEPHIA II 1.5 SLX Árg Apr. 1999, Km 71.000. El-rútar fr.- Valnød Instrumentbretti, Tak- boylar, Sleipikrók v.m. Kr. 86.000 FORD ESCORT STATIONCAR 1.8 TURBO DIESEL Árg Okt. 1997, Km 159.000. El-rútar. fr.- Valnød Instrumentbretti- Takboyl- ar- Sleipikrók v.m. Kr. 58.000 ROVER 620 SI Árg Jun-99, Km 81.000. Aircondi- tion, Alufelgur, Fjarstýrt centrallás, El-rútar, El-spegl v.hita. C.D.Anlegg, Sleipikrók v.m. Kr. 158.000 SUBARU LEGACY 2.0 GL AWD STATIONCAR 4 HJÓLSTREKK Árg Mar-98, Km 63.000. Bakki- sensor, 4 WD v.Reduktiónsgear, Fjarstýrt centrallás, El-rútar, El- spegl- C.D. Anlegg v.m. Kr. 118.000 NISSAN ALMERA 1.6 GX Árg Maj 1998, Km 61.900. Væl- hildin: Alufelgur, Fjarstýrt centrallás, El-rútar, El-spegl v.m. Kr. 108.000 DAIHATSU CHARADE 1.0 5 HUR_AR Árg Jun-93, Km 79.000. Vælhildin: Nýsýnaður, Radio v.m. Kr. 35.000 SUBARU LEGACY 2.0 GL AUTOMATIC Árg 06 Sept. 1995, Km 96.000. Centrallás, El-rútar, El-spegl, Radio v/bandspælara v.m. eyka tectylvið- gjørdur. Kr. 78.000 í Sosialinum LÝSIÐ brúktum bilum við Jónas Broncksgøta 15 Tel. 310600 - Fax 310650 KIA CARNIVAL 7- PERSÓNA DIESEL Árg okt.2003, Km 27.000. Um hóskandi boð fæst verður hesin 7- persónabilur seldur vegna keyp av minni bili. Tel. 260825 ROVER 200 SI Árg mars. 2000, Km 42.000. Til sølu vegna flyting Tel. 328003 - 270609 - +45 28922575 C M Y K 21 20 Koyrir tú norðureftir, og kemur úr bergholinum millum Kaldbaksbotn og Signabø, sært tú hesa myndina. Vøkur náttúra og havnaútbygging. Góð havnarviðurskifti er ein grundleggjandi fyritreyt fyri einum virknum vinnu- lívi, og tey flestu frøast um vælferð og framgongd. Vit eru tó nøkur, sum harmast um at útbygging- arnar eru so nær sandinum, og at útbyggingarnar eru ov ógvusligar. Útbyggingarnar eru um hálvtannað hundar- að metrar frá áarósanum og áttu í hvussu er at hildið tvífalda fjarstøðu. Fjarstøð- an millum uppfyllingarnar norðarumegin og sunnaru megin er alt ov lítil, bert ein smalur geiri er eftir. Út- byggingin sunnaru megin átti helst ikki at verið gjørd og norðara uppfyllingin skuldi verið sneidd meira hegnisliga í mun til lendið. Útbyggingin er estetiskt skeiv, hon hóskar ikki á staðnum, og skemmir ser- merkta landslagið innan- fyri. Smali sjóargeilin, sum stendur eftir, er helst ov lítil til at sandurin framhaldandi kemur at síggja út sum hann ger í dag. Sjógvút- skiftið er helst ov lítið og upphóping av tilfari úr ánni vil sannlíkt broyta lands- lagið við tíðini. Tað kann undra, hvussu hesar útbyggingar eru komnar í lag, og hví eingin hevur funnist at. Enn ber til at bøta um skaðan, men so skal berast skjótt at. Havnalagsútbygging í Kollafirði og náttúrufyrilit Hjólið, blaðið hjá áhugafelagnum Før- oya Ellisakfør er nú at fáa á Shellstøð- unum kring landið. Í blaðnum eru nógvar myndir og áhuga- verdar greinar Tíðindaskriv Hjólið er nú aftur at fáa á Shellstøðunum kring landið. Í blaðnum eru, umframt tíðindi frá felagnum, fleiri áhugaverdar greinar og hópin av myndum, sum t.d. flaggdagskoyringin, vitjan hjá donskum Mer- cedes-serfrøðingi, Krøn- iku-bilarnir frá kendu donsku sjónvarpsrøðini, vitjanin hjá Biker-Jens í Føroyum, gamlar myndir og triði partur av bila- søguni í Vágum, sum krimi-rithøvundurin, Einar Petersen, sáli, hevur skrivað. Hjólið er at fáa á øllum Shell-støðunum og kostar 20 krónur. Hjólið á Shellstøðunum