Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. oktober 2014 · Nr. 111 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagfinn Olsen Annaðhvørt ár skipar NFBO fyri ráðstevnu í einum norður­landi, og herfyri var ráðstevna í Nuuk í Grøn­ landi. Evni var Rødd barna­ na, við serligum atlitið til um­støð­ur­nar hjá børnum í smærri samfeløgum. Hesa­ ferð var eisini lagdur dentur á, hvussu rødd barnanna verð­ur tikin við í tað pro­ fessio­nella arbeiði, serliga í mun til korini hjá børnum, sum búgva úti á bygd. Fáa børn­ini møguleikan til at verða hoyrd? Hoyra vit tað barn­ið sigur? Verður arbeitt út frá áhuga barnsins, ella kem­ur barnið at standa í skugga­num heldur enn at verða hoyrt. Føroyar tóku eisini lut Petra Jónsdóttir Joensen, ið var stjóri á Almannastovuni, seinni eisini Nærverkinum, frá 2000 til 2011, kom í gjøgnum sítt arbeiði í sam­ band við felagsskapin og gjørd­ist eisini seinni vara­ lim­ur ­í donsku deildini. Saman við grønlendska um­boðnum, Anitu Johanne­ sen, var uppskot lagt fyri nevnd­ina í NFBO, um at Før­oy­ar og Grønland skuldu gerast sjálvstøðugir limir. Hetta varð samtykt á aðalfundinum, sum var hildin í samband við ráð­ stevnuna í Nuuk. So­statt hava Føroyar nú sjálv­ støðug­an limaskap í NFBO. Tað er Djóni J, Eidesgaard, aðal­skriv­ari í Barnabata, ið er vald­ur sum umboð fyri Før­oy­ar, og samstundis nevnd­ar­lim­ur í NFBO. Petra J. Joen­sen er varalimur. “Nordisk Forening mod barnemishandling og omsorgssvigt" (NFBO), varð sett á stovn í 1998. Grund­ ar­lag­ið er ST sáttmálin um rætt­ind­ini hjá børnum. NFBO hevur tað sum enda­ mál, at fremja og menna norður­lendskt samstarv mill­um fakfólk, ið arbeiða við børnum, ið eru útsett fyri krops­lig­um og sálarligum ágangi, seksuellum ágangi ella øðrum umsorganarsvíki. Felags­skap­urin er tvør­fak­lig­ ur og vendir sær til øll, sum ígjøgnum arbeiði koma í samband við børn, ið liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menn­ ing. Hetta ger seg eisini gald­ andi fyri starvsfólk ella limir í felagsskapum, ið arbeiða við børnum. NFBO er eisini part­ur í “International Socie­ty for the Prevention of Child Abuse and Neglect" (ISPCAN) í var sett á stovn í 1973. – Ráðstevnan er við­ kom­andi fyri granskarar, og onnur sum gjøgnum sítt arbeiði arbeiði koma í sam­ band við børn og ung, ella onkursvegna hava ávirk­an á umstøður teirra. Dent­ur verður lagdur á til­gongd­ina í tí tvørfakliga og tvør­sektor­ iella, eins nógv og spurn­ ingar kunnu verða út frá ymiskum sjónarmiðum m.a. frá børnum, foreldrum, av­ gerð­ar­myndugleika og lóg- gevar­ar­nar. Grundleggjandi handl­ar alt hetta um, hvussu væl barna­rætt­inda­sát­t­mál­in virkar í samfelagnum, sig­ ur Djóni J. Eidesgaard, aða­ lskrivari í Barnabata. Ráðstevna i Føroyum – Sum sjálvstøgður limur í NFBO vóna vit at verða vert­ ur fyri ráðstevnuni í 2018. Hetta er ein stór uppgáva og líka stór gleði, sigur Djóni J. Eides­gaard. – Hetta gevur okkum ein møguleika og eitt gott for­ um, at lýsa viðurskiftini hjá børnum og ungum í Før­ oyum, og sostatt eisini eitt gott amboð til menning av viðurskiftum sum við­ koma barninum. Tey norð­ ur­lendsku londini eru smá, men saman eru tey stór, eisini í einum altjóða høpið. Tað norðurlendska sam­ starvið er gott, uppbyggjandi og gevandi, tí tey norð­ur­ lendsku londini hava líkn­ andi sosialar lóggávur og heilsuskipanir. Hóast londini eru skipaði ymiskt, kunnu vit læra av hvørjum øðrum, sigur Djóni J. Eidesgaard. dagfinn@sosialurin.fo tíðindi Føroyar sjálvstøðugur limur í NFBO NFBO stendur fyri: Nordisk Forening mot Barnemishandling og Omsorgssvikt, og fyri stuttari tíð síðani fingu Føroyar sjálvstøðugan limaskap í felagsskapinum Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata Jákup Mørk Tey flestu kenna Niclas Heri sum eina persónligheit í føroysku undirhaldsvinnuni. Eitt nú hevur hann við Trølla Pæturi og Dynamit fing­ið bæði ung og gomul at flen­ na, og í næstum trínur hann á fyrsta sinni fram sum rit­ høvund­ur. Seinastu trý árini hevur hann nevnliga arbeitt við at ment konseptið handan nýgg­ja barnabókarøð, og um einar tríggjar vikur ella so verður “Karlo og Luddi” at síggja í føroysku bóka­sølu­ num. - Hetta er nakað, sum eg havi arbeitt heilt leingi við. Høvuðsendamálið er, at eg vildi gera tilfar í bestu góðsku til føroysk børn, og at hetta onkursvegna skal taka útgangs­støði í heimliga um­ hvørvi­num. - Hugskotið er ment saman við versoninum, Svein­bjørn Kvilt Olsen, og vit samdust um, at føroyskt fuglalív skuldi verða okkara út­gangs­støði. Karlo og Luddi eru lundar, og í fyrstu bókini síggja vit, hvussu Luddi royn­ ir at vinna á flogræðslu síni. Hvussu tað fer at ganga, kun­ nu tit lesa meira um, tá bók­ in er tøk, men handan hesa fyrstu bókina býr eisini, at vit longu hava skapt okkara egna fuglaheim. Allir før­ oysk­ir flytifuglar eru partur av hesum. Allir hava hvør sín samleika, og heldur ikki hesin er tilvildarliga valdur, tí vit hava samskift við hópin av fólki, sum hava holla vitan um fuglar og atferð teirra, sig­ur Niclas Heri. Nýtt fuglakvæði Soleiðis er talan her bara um fyrstu bókina í eini røð, men enn fæst Niclas Heri ikki at siga, hvussu nógvar bøkur tala­n verður um, ella nær tann næsta verður tøk. Men hann sigur, at all­ ar bøkurnar koma at taka út­gangsstøði í fugla­heimi­ num, sum teir báðir nú hava skapt. - Vit hava ikki nýtt allar fuglar­nar enn, men tað fer at koma. Teir báðir lundarnir koma støðugt at vera í mið­ depli­num, men søgurnar verða sjálvandi ymiskar, sig­ u­r Niclas Heri. Hann vil ikki draga nakr­ an paralell til Fuglakvæðið, sum Nólsoyar Páll yrkti á sinni. Ikki annað, enn at mynd­a­málið er hitt sama. - Fuglarnir koma sjálv­andi at hava ymsar per­són­lig­ heitir. Eitt nú skulu tit ikki rokna við, at ravnurin verður eins fittur, sum lundin er tað. Men nakað fuglakvæði verð­ur hetta tó ongantíð. Myndirnar í bókini hevur franski Thierry Capezzone tekn­að, og Niclas Heri dylur ikki fyri, at hann er fegin um hend­an partin av úrslitinum. - Vit vildu alla tíðina, at hetta skuldi vera veruligur kvalitet­ur. Tá vit komu inn á sjálvar tekningarnar, fóru vit at leita á netinum, og vit komu fram til, at Thierry vildi verið eitt gott boð. Tilvildin vildi tað so, at hann júst tá var fluttur til Danmarkar, og tí hevur tað verið hampuliga lætt at havt eitt tætt samskifti við hann. Hann hevur eisini verið í Før­oy­um, so hann hevur kunna gjørt sær sína egnu mynd av okkara umhvørvi, og eg haldi heilt avgjørt, at hann er komin sera væl frá upp­gávuni, sigur Niclas Heri. Tað er Bókadeild Føroya Lærara­felags, sum stendur fyri útgávuni, men Niclas Heri sigur tó, at tað ikki er sum undirvísingartilfar, at hann fyrst og fremst hevur æt­lað bókina. - Endamálið var at geva føroyskum børnum eina góða bók, har góðsk­ an stendur mát við tað allar­besta, men sum sam­ stundis tek­ur út­gangs­støði í heimliga um­hvørvinum. Fuglakvæði til børn Útgáva Niclas Heri Jákupsson letur í næstum úr hondum fyrstu bókina í spildurnýggjari barnabókarøð