Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. oktober 2014 · Nr. 111 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Kristina Háfoss og Aksel V. Johannesen sótu bæði á áhoyr­ara­plássunum í Fígg­ jar­mála­ráð­num fyrra­part­in týsdagin. Sam­an við restina av Føroya fólki hoyrdu tey tá fyri fyrstu ferð tølini úr fíggj­ar­lógaruppskotinum fyri 2015. Og jaligu lyklatølini um búskaparvøkstur, hægri lønargjaldingar, lágt arbeiðs­ loysi og so framvegis, sum Jørgen Niclasen legði út við, vunnu eisini vegin fram til and­støðu­politikararnar. Kristina Háfoss sigur seg tó hava ilt við at síggja nakr­ an politikk aftan fyri tey jaligu lyklatølini. – Vit eru ríkað av stór­ari framgongd innan upp­sjóvar­ vinnuna og alivinnuna, rent­ an er søguliga lág og hartil er gongd komin á fleiri stórar byggi­ætlanir, sigur Kristina Háfoss. – Tað er at fegnast um, at hallið á fíggjarlógini verð­ur lægri enn mett varð í fíggjarkørmunum í vár. Orsøkin skal helst finn­ ast í hægri inntøkum, og sum standast av at tað gongur væl í alivinnuni og uppsjóvarvinnuni, sum aftur hava ringvirkningar við sær til aðrar vinnur, sigur Aksel V. Johannesen. Hvørgin teirra sigur seg síggja førda politikkin hjá samgonguni sum or­søk til framgongdina. Og and­støðu­ politikararnir eru somu­leiðis samdir um, at lands­stýr­ið fær ov lítið burtur úr tí fram­ gongd, sum er í sam­felag­num í løtuni. – Tá vit hyggja eftir allari viðgongdini í føroyska sam­ felagnum, so átti yvirskot at verið aftur á fíggjarlógini fyri langari tíð síðani, sigur Kristina Háfoss og heldur fram: – Frá byrjanini av val­ skeið­num átti ein politikkur at verið førdur, ið tryggjaði eitt javnari býti av virðunum í okkara samfelag. Tvørtur­ ímóti eru tað í dag alsamt færri, ið eiga alsamt størri part av virðunum, sigur Kristina Háfoss: – Í 2009 vóru lønar­út­ gjaldingarnar 74 prosent av brutto­tjóðarúrtøkuni. Í dag eru lønarútgjaldingarnar bara 64 prosent av BTÚ. Tað sig­u­r mær, at stóra ríkidømið er ikki komið út til fólkið, og tað mugu vit gera nakað við, sigur Aksel V. Johannesen. Fíggjarpolitiska fram­ søgukvinnan hjá Tjóðveldi eftir­lýsir, at samgongan fær fíggjarligt haldføri inn í fíggjar­lógararbeiðið. – Fíggjarlógin skal eisini tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt – Vøkstur gevur vælferð, segði Jørgen Niclasen, tá hann fyrrapartin týs­dag­in legði fram fíggjar­lógar­upp­ skot­ið fyri 2015. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísti á lønar­ gjald­ingarnar, sum veksa 4-5 prosent um árið. Hann vísti á teir alsamt fleiri løn­takar­ar­nar í føroyska sam­felag­num. Hann vísti á arbeiðs­loysið, sum nú er kom­ið niður á 3,9 prosent. Netto­frá­flytingin er steðg­ að og fólkatalið økist. Út­ flutn­ing­urin setur met. Og har­til verður roknað við ein­um búskaparvøkstri á 4,3 prosent næsta ár. Kortini verður aftur næsta ár undirskot á fíggjar­ lóg­ini. Jørgen Niclasen valdi tó, ikki óvæntað, at fokusera á at undirskotið næsta ár verð­ur lægri enn roknað hev­ur verið við higartil. Í vár roknaði landsstýrið við undir­skoti á 197 milliónir krón­ur, í dag ljóðar metingin at undirskotið verður 140 millión­ir. – Tað verður gjørt, hóast vit fara inn í eitt valár. Vit skulu hava haldføri í bú­ skap­in, og tí halda vit fast. Hetta ættar­liðið skal sjálvt byrja at gjalda aftur sína skuld, rokn­ingin skal ikki sendast okk­ara børnum, sig­ ur Jørg­en Niclasen og sip­ar til, at løgtingið longu hev­ur sam­tykt ein fíggj­ar­karm fyri 2015, ið sigur 197 millión­ir í undir­skoti. Sambært fíggjar­lógar­ upp­skotinum fyri 2015 verða 5,3 milliónir í yvirskoti á fíggjar­lógini fyri 2016 og í 2017 verður yvirskotið 78,8 millión­ir. Bæði árini verður rokn­að við inntøku frá til­ feingi­s­gjaldi á 137 milliónir um árið. Tølini Sambært fíggjar­lógar­upp­ skoti­num verða inntøkurnar hjá landskassanum til­sam­ ans 4545 milliónir krón­ur næs­ta ár. Raksturin fer at kos­ta 4324 milliónir krónur. Sambært Fíggjar­mála­ ráð­num eru inn­tøku­met­ ing­ar­nar meira bjartskygdar, nú fíggjarlógaruppskotið verð­ur lagt fram, sammett við tá játtanarkarmarnir vóru lagdir fram í vár. Ser­ liga eru tað metingarnar um vanlig landsskattin og meirvirðis­gjaldið, sum eru hækk­að­ar. Sambært Fíggj­ar­mála­ráðnum bygg­ ja inn­tøku­met­ingarnar í fles­tu førum á, at vøkst­ur­ in verður umleið fýra pro­ sent, bæði í 2014 og 2015. Í játtanarkørmunum hevur higar­til verið roknað við ár­ lig­um vøkstri á trý pro­sent frá 2015 og frameftir. Orsøkin til at saml­aðu inn­tøkurnar hjá lands­ kassa­num kortini minka næsta ár, kemst av at fíggjar­lógaruppskotið fyri 2015 leggur upp fyri, at eldra­økið verður flutt til kommun­ur­nar at umsita 1. januar. Samanlagt minka rakstrar­útreiðslurnar á fíggjar­lógini 2015 við 5,1 pro­ sen­ti, sammett við rakstr­ar­ út­reiðsl­ur­nar í ár. Høvuðs­ orsøk­in er sum nevnt at fin­na í eldra­øki­num. Umframt raksturin skal landskassin gjalda 85 milliónir í rentum av skuld næsta ár. Eisini eru 276 milliónir krónur sett­ar av til íløgur í fíggjar­lógar­ upp­skotinum fyri 2015, og tað er áleið sama upphædd sum á fíggjarlógini fyri í ár. Fíggjarmálaráðið rokn­a­r við, at okkurt um 70 millión­ ir av íløgunum í ár verða fluttar til næsta ár. Tí fer landskassin tilsamans at gera íløgur fyri okkurt um 346 milliónir krónur næsta ár, væl at merkja um allar íløgu­krón­urnar verða brúkt­ ar. Søgan hevur tó víst, at mang­an er langt frá íløgu­ játt­an á fíggjarlóg til sjálvt arbeiðið fer ígongd. Til dømis eru 184 milliónir flutt­ ar av eldri fíggjarlógum til íløgujáttanina fyri 2014. Nógv tær størstu, al­ men­nu íløgurnar næsta ár verða gjørdar á grein-7, sum er mentamál. Tilsamans er talan um íløgur í skúla og útbúgving fyri 181 millión­ ir krónur, men so verð­ur eisini roknað við at Menta­ málaráðið klárar at útvega 60 milliónir í inntøku við at selja bygningar. Reformar Tað var samanumtikið ein væl nøgdur lands­stýris­ mað­ur í fíggjarmálum, sum fyrr­a­partin legði fram sítt fíggjar­lógaruppskot. Jørgen Nicla­sen vísti á, at avtala er gjørd um at leggja eldraøkið út til kommunurnar at um­ sita og fíggingin er komin upp­á pláss. – Tað liggur ein liðug avtala á borðinum. Og við henni minkar munurin mill­ um ríkastu og fátækastu kommunu í landinum, segði Jørgen Niclasen og vísti til framtíðar fíggingarleistin fyri eldraøkið, ið byggir á fimm inntøkur. Kommunurnar skulu fíggja eldraøkið við skatti­ num av pensjóns­inn­gjaldi. Við at fáa endurrindað virð­ið av frádráttum frá skattaskipanum sum DIS, FAS og sjó­manna­frá­ drátti­num. Við avgjaldi á kapitaleftirlønir. Við at yvir­taka inntøkurnar frá ver­andi brúkaragjøldum. Og so skal eisini ein játtan á fíggja­r­lógini næstu trý árini til. Her er talan um eina skiftisskipan, ið sambært fíggjarlógaruppskotinum fer at kosta landskassanum 15 milliónir næsta ár, 10 milliónir í 2016 og fimm milliónir í 2017. Fiskivinnunýskipanin hevur latið bíða eftir sær, men sambært lands­stýris­ manni­num í fíggjarmálum kem­ur eisini ferð á tað ar­ beiðið. – Samgongan hevur sett sær fyri, at ein semja um fiski­vinnu­nýskipan skal liggja á borðinum í seinasta lagi 1. februar næsta ár, sigur Jørgen Niclasen. Uppáhaldið verður eisini undirbygt í við­merk­ ingunum til lógaruppskotið, ið skal leingja verandi fyribils­skipan, ið seinnu árini hevur tryggjað lands­kassa­num inntøkur frá til­feingis­gjaldi. Í við­ merk­ing­unum stendur so­leið­is: ”Formenninir í samgonguflokkunum eru samdir um, at ferð skal setast á arbeiðið við fiski­ vinnu­ný­skipan­ini. Málið er, at í seinasta lagi 1. februar 2015 skulu uppskot um fiski­ vinnu­nýskipan verða gjørd, sum avloysa verandi lóg um vinnuligan fiskiskap og fyribilslógir um gjøld á fiski­ vinnu­na.” Sambært fíggjarlógini fyri 2014 verður til­feingis­ gjaldið frá makrel- og silda­ fiskiskapinum 137 millión­ir í ár, og sama upp­hædd er framskrivað til fíggjar­ lógirnar fyri næstu árini. – Ein fiskivinnunýskipan skal framtíðartryggja vinnu­na, og samgongan er samd um, at rindast skal fyri hesa trygging, sigur Jørgen Nicla­sen. Hóast bæði andstøðu- og samgongulimir hava sagt seg ivast í, hvørt fiski­vinnu­ ný­skipan­in verð­ur til nak­ að, so hevur lands­stýris­ maðurin góðar vónir um, at at­beiðið ber á mál. Ferð á Sambandsflokkurin hev­ur síðani á vári í fjør eftir­lýst eina skatta­ný­skip­an, og sjálv­ur hevur lands­stýris­ maður­in í fíggjarmálum í longri tíð arbeitt við ein­ um”hugskotskatalogi” um, hvussu landskassin kann fáa sínar inntøkur á øðrvísi hátt enn í dag. Kortini hóm­ ast einki til nakra skatta­ broyting, ið skal lætta um hjá fólki við lágum inntøkum. – Vit hava flatskatt, og vit síggja at tað blíva fleiri Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fegnast um, at hallið næsta ár verður 57 milliónir minni enn roknað varð við í vár. – Vit staðfesta vøkstur og framgongd í búskapinum, sigur Jørgen Niclasen, sum leggur fram fíggjarlógaruppskot við 139,7 milliónum krónum í undirskoti Jørgen fegnast Hepni uttan politikk – Vit eru ríkað av stórari framgongd innan uppsjóvarvinnuna og alivinnuna, rentan er søguliga lág og hartil er gongd komin á fleiri stórar byggiætlanir. Tað hevur bara einki við politikk at gera, siga stóru andstøðuflokkarnir, sum halda landsstýrið fáa ov lítið burtur úr framgongdini