Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 1. oktober 2014 · Nr. 111 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi hanga saman um fimm, tígg­ ju og fimtan ár, sigur Kristina Háfoss og sipar til nýggjastu frá­greiðingarnar frá Búskap­ ar­ráð­num og danska Tjóð­ banka­num, sum báðar eftir­lýsa langtíðarætlanir í annars jaliga, føroyska bú­ skapi­num. Á tíðindafundinum í Fíggjarmálaráðnum segði Jørgen Niclasen, at nú skal ein semja um fiski­vinnu­ nýskipan liggja á borðinum áðrenn 1. febru­ar næsta ár. Eitt uppá­hald, sum for­ maður­in í Javn­að­ar­flokki­ num hevur ilt við at svølgja. – Eg loyvi mær at vera ivasamur. Vit and­støðu­ flokkar eru als ikki við í arbeiðnum, og eg veit at ósemja er í samgonguni og eisini innanfloks í sam­ gongu­flokku­num. Tað kann vera, at samgongan finn­ur saman um onkra skip­an, men ivist í at talan verður um nakra nýskipan, sum avloysir verandi skipan í 2018, sigur Aksel V. Johanne­ sen og heldur fram: – Javnaðarflokkurin ynsk­ ir eina fiski­vinnunýskipan, sum tryggjar at alt tilfeingið verð­ur fingið til høldar og har størri dentur verður lagd­ur á virðisøking. Tað gert tú við einari fríari kapping í vinnu­ni, sum tá alla tíðina verð­ur trýst til at fáa sum mest burtur úr hvørjum kilo. Javnaðarflokkurin ynsk­ ir ikki verandi skipan, har tilfeingisgjaldið verður kravt inn pr kilo, men í staðin eina skipan, har í øllum føri partar av tilfeinginum verð­ ur bjóðað út í fríari kapping. – Inntøkurnar av tí kunnu so brúkast til skattalætta til lægru- og miðalinntøkurnar, sigur Aksel V. Johannesen. Ávirkan Kristina Háfoss og Aksel V. Johannesen siga seg ivast í, hvørja ávirkan teirra flokkar fáa á fíggjarlógarviðgerðina, sum byrjar í løgtinginum í næs­tu viku. – Vit royndu tað í fjør, men úrslitið var so sum so. Vit ynskja at fáa ávirkan á politikkin, og tað gert tú við at fara inn í arbeiðið og vera við í semjunum, sigur Aksel V. Johannesen. – Vit kunnu ikki taka und­ ir við førda politikkinum hjá samgonguni, so vit vilja gera nakað fyri at fáa broytt nøkur viðurskifti í fíggjar­ lógar­uppskotinum. Eydnast tað ikki, so mugu vit gera ok­ k­ara egna, alternativa upp­ skot, sigur Kristina Háfoss. og fleiri, sum tjena nógvar peng­ar. Tað er vegurin fram, sigur Jørgen Niclasen og sip­ ar aftur til slagorðið um at vøkstur skapar vælferð. Landsstýrismaðurin vísir á, at lágu inntøkurnar rinda í dag at kalla bara kommunu­ skatt. – Tí verður tað ein upp­ gáva hjá landsstýrinum at fara í konstruktivar sam­ ráð­ing­ar við kommunurnar fyri á tann hátt at kunna lætta um hjá teimum við lægstu inntøkunum, sigur Jørgen Niclasen og peikar á hækk­aðan botnfrádrátt í kommunu­skattinum sum eitt ítøkiligt amboð. Andstøðuflokkarnir hava ferð eftir ferð víst á, at fíggjar­liga gjógvin millum rík og fátøk í Føroyum gerst al­samt størri. Flatskatturin kem­ur í størstan mun teim­ um við høgum inntøkum til góðar, meðan tey við lægstu inn­tøkunum verða gloymd. Landsstýrismaðurin vil ikki kennast við uppáhaldið. –Nú síggja vit fruktirnar av okkara politikki, búskap­ ar­vøksturin er her. Ein vinstra­vendur politikkur vil køva vøksturin, ljóðar aftur­ svar­ið hjá Jørgen Niclasen, sum tvíheldur um, at alt fleiri fólk fáa ágóðan av flat­ skattinum. um framgongd Hvørki Kristina Háfoss ella Aksel V. Johannesen siga seg síggja førda politikkin hjá samgonguni sum orsøk til framgongdina í føroyska búskapinum – Lágu inntøkurnar rinda í dag at kalla bara kommunuskatt, og tí verður tað ein uppgáva hjá landsstýrinum at fara í konstruktivar samráðingar við kommunurnar, fyri á tann hátt at kunna lætta um hjá teimum við lægstu inntøkunum, sigur Jørgen Niclasen og peikar á hækkaðan botnfrádrátt í kommunuskattinum sum eitt ítøkiligt amboð