Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. oktober 2014 · Nr. 111 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nýggj lóg um fiski­ skap skal gerast nú Tíðin gongur undan At tíðin er farin at ganga und­an, um nýggj lóg um vinnu­lig­an fiskiskap skal set­ast í gildi 1. januar 2018 er greitt, tí torført verður at finna semju. Men løgfrøðingar eru nú farn­ir at gera vart við, at tað eru løgfrøðiligar grund­ir til, at tíðin gongur und­an. Løgfrøðingarnir vísa á, at í lógini stendur, at verð­ ur nýggj lóg ikki gjørd, so verða loyvini longd í fimm ár afturat. Hesi fimm árini áseta, at lóggevandi valdið held­ ur, at fimm ár eru ein pass­andi skiftistíð. Við øðrum orðum kunnu ikki allir partar av lóg­ini kom í gildi 1. januar 2018, men mugu hava eitt fimm ára skotbrá. – Vit hava fingið at vita frá løgfrøðingum, at hetta møguliga er ein trup­ul­leiki, men eg vænti, at vit kortini kunnu seta ein part av lógini í gildi 1. janu­ar 2018, hevur Jacob Vest­er­gaard fyrr sagt. Formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclassen, landsstýrismaður, setti evstamark fyri, nær semja skal vera gjørd um nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap 1. februar 2015 verður semja gjørd um nýskipan av fiski­ vinn­uni. So avgjørdur var lands­ stýrismaðurin við fíggj­ar­ mál­um og formaður Fólka­ floks­ins, Jørgen Niclas­sen, á tíðindafundi í fíggj­ar­mála­ ráð­num. Núverandi lóg um vinnu­ lig­an fiskiskap gongur út 1. janu­ar 2018. Hon er einaferð fyrr longd, tí at stundir vóru ikki at gera nýggja lóg. Hetta hendi í 2007, og tá var lógin longd við nøkrum árum. – Tað sær sjálvandi tor­ ført út, men eg trúgvi uppá, at tað ber til at finna eina semju, sum so er klár í febr­ u­ar næsta ár, segði Jørg­en Niclassen. Politisk ósemja At gera eina nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap verð­ ur ikki lætt, tí ikki bert and­støða og samgonga eru ósamd um, hvussu hon skal ger­ast. Í fleiri av flokkunum ganga manningarnar í bólk­ um og eru á ongan hátt samd um, hvussu ein slík lóg skal síggja út og virka. Seinast segði Helgi Abra­ ham­sen, Sam­bands­flokk­ur­ in, tað heilt greitt á Fólka­ fund­in­um í Runa­vík, at í hans­ara flokki er als ikki semja – og at tað neyvan held­ur er í hin­um stóra sam­ gongu­flokk­inum. – Eg veit væl, at partarnir ikki eru heilt samdir, men um eg ikki trúði uppá semjur í politikki, so átti eg als ikki at veri her, segði formaðurin í Fólkaflokkinum. Fólksins ogn Tað, sum tykist hava fingið fasta­tøkur millum fleiri ting­fólk, er, at tilfeingið av fiski, sum Føroyar ráða yvir, er ogn fólksins, og at vinnan tí skal gjalda fyri rættindini, hon hevur. Hetta prinsipp er staðfest í al­ing­ini, sum hevur fingið rætt­indi at ala í føroysku ali­ økj­un­um – og hetta er eisini stað­fest meira ella minni, tá ið talan er um veiðu eftir makr­eli og sild. Løgmaður og formaðurin í Sam­bandsflokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen, hev­ur fleiri ferðir víst á, at tað hev­ ur eydnast Sam­bands­flokk­ in­um at draga Fólka­flokk­in so mikið langt, at Fólka­flokk­ ur­in nú góð­tek­ur, at gjaldast skal fyri einkarrættindi, sum vinn­an fær. At hetta er so, ger tó ikki, at Fólkaflokkurin góðtekur all­ar broytingar, sum hinir flokk­arnir á tingi koma við. Tjóðveldi hevur verið longst frammi við kravinum um uppboðssølu av rætt­ind­ un­um og flokkurin hevur eis­ini sett fram krav um, at onn­ur eisini eiga at sleppa fram­at í fiskivinnuni enn tey, sum longu eru har. Tí verður tað ómetaliga trup­ult at finna eina breiða semju, sum um­fat­ar bæði sam­gongu og and­støðu, men tað verður næstan líka ringt at gera eina semju í sam­ gong­uni. 1. februar 2015 Løgmaður hevur sagt tað fleiri ferðir, at nú skal ferð set­ast á, so nýskipanin kann fá­ast uppá pláss, og Jørgen Nicl­as­sen sigur nú: – Formennirnir í sam­ gongu­flokk­un­um eru samd­ir um, at nú skal hetta arb­eið­ið ger­ast. Tíðin gongur und­an við full­ari ferð og tí er neyð­ ugt at seta eitt evsta­mark. Lógin fer úr gildi 31. des­ emb­er 2017, men tað vil ikki siga, at fiskiloyvini fella aft­ ur til landskassan. Tey, sum hava rættindi at fiska til hendan dato, fáa loyvini longd í fimm ár aft­ur­ at um onki hendir. Spurdur um hetta er so ella um loyvini kanska fella aft­ur til landið, segði Jørgen Nicl­as­sen: – Sum eg havi verið við til at samtykt lógina, so er talan um eina rullandi skipan, har loyv­ini verða longd í fimm ár um onki verður gjørt, men har eri eg als ikki. Vit skulu hava gjørt eina semju um nýggja lóg 1. februar næsta ár. Hastar Tað er ikki nógv tíð eftir at arb­eiða í, um ein semja skal fá­ast í lag til 1. februar næsta ár. Í næstu viku fer Løgtingið und­ir at viðgera fíggjarlóg­ ina, og tað plagar stórur part­ ur av heystinum at ganga við. Fíggjarligi parturin av verk­ætl­an­ini at leggja eldra­ øk­ið út til komm­un­ur­nar skal eisini fáast uppá pláss, umframt tað vanliga ting­ arb­eið­ið. So skal ein nýggj lóg ger­ ast, sum semja skal fáast um, so skal lands­stýr­is­mað­ ur­in við fiskivinnumálum seta ferð á saman við sínum floks­for­manni. Jørgen Niclasen Kaj Leo Holm Johannesen Jacob Vest­er­gaard