týsdagur 30. september 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. oktober 2014 · Nr. 111
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sunnukvøldið 31. august var stórt
minningarhald í Ebenezer, í sam
band við at júst hendan dagin vóru
100 ár liðin síðan Petur William Há
berg var borin í heim.
Fyri 100 árum síðani, 4. sep
tembur í 1914, doyði skotski trú
boðarin, William Gibson Sloan, í
heimi sínum á Tinghúsvegnum í
Havn. Hetta sama ári verður eitt
dreingjabarn borið í heim í Havnini,
31. august 1914, og verður uppkallað
eftir nevnda trúboðara – talan er
um Havnamannin Petur WILLIAM
Háberg, vanliga róptur Petur Há
berg ella onkuntíð nevndur P. W.
Háberg.
Báðir
merkisdagarnir
vórðu
hildnir í Ebenezer í somu viku,
ávíkavist 31. august og 4. septembur.
Í hesi tíðindagreinini hugsa vit
serliga um tann fyrra dagin.
Ikki eitt eiti
Petur William Háberg kom ikki at
bera navnið hjá William Gibson
Sloan bert sum eitt eiti, men Petur
kom eisini at bera sama boðskap
við sama brennandi íðinskapi og
hjartalagi sum hann; so kanska
kann tað sigast, at tað lá nakað
profetiskt yvir skírnarfontinum
í
Havnar-Kirkju,
hendan
sunnumorgunin
í
septembur
mánaða í 1914, tá prestur segði
fram navnið á nýfødda Havn
arborgaranum – Petur William
Háberg!
Men tað var ikki einans prest
ur, sum lýsti signing yvir dreingja
barnið, tí Petur greiður sjálvur
frá í endurminningum, at hann
minnist sum lítil smádrongur, tá
pápi hansara boygdi seg niður yvir
songina hjá sær og eyðmjúkt segði
fram bønina hjá høvuðsprestinum
Áron á donskum máli, sum tá var
vanligt: “Herren løfte sit Aasyn paa
dig og være dig naadig. Herren
velsigne dig og bevare dig. Herren
lade sit Ansigt lyse over dig og
være dig naadig. Herren løfte sit
Aasyn paa dig og give dig fred!” (4.
Mósebók kap.6 ørindini 24-26)
Gav seg allan
At tað kom at vísa seg, at Harrin
lyfti ásjón sína yvir Petur William
Háberg kom til sjóndar, tá Petur
sum ungur maður halgaði sítt lív
fult og heilt til Harran, hóast boð
vóru eftir honum nógva staðni
frá í samfelagnum, og ikki minst
frá politiskari síðu. Petur tekur
soleiðis til í einum sangi, sum
hann yrkti um tað mundi, tá hann
sum ungur upplivdi eina andaliga
kolvelting í sínum lívi: “Tak meg
allan Harri Jesus!” – tað var júst
hetta, sum Petur gjørdi, og síðani
prógvaði Harrin sína ásjón yvir
hansara
lívsleið!
(Sangurin
er
nummar 631 í Songbók Guds Fólks.)
Tann eldri og tann yngri
Báðir menninir, William Gibson
Sloan og Petur William Háberg
virkaðu innan brøðrasamkomuna
í Føroyum. Sloan í tíðarskeiðinum
1880 til 1914 – Háberg í tíðarskeið
inum umleið 1930 til 1984. Hóast
teir bóru sama navn, so vóru
evnini, náðigávurnar og tænast
urnar ymiskar. Tann eldri gjørdi
ikki nógv um seg við almennari
skriving og yrking, og heldur ikki
sum prædikumaðurin við teimum
stóru og fangandi talunum, men
kortini minnist eftirtíðin hann sum
ein andaligan slóðbrótara, hvørs
ávirkan og úrslit ein heil doktara
ritgerð er skrivað um.
Yngri maðurin, Petur William
Háberg, virkaði við sínum framúr
góðu evnum sum rithøvundur og
yrkjari; og ikki at gloyma, hansara
sermerktu orðatorisku evnir, sum
hann við trúgv legði á altar Guds
og meistarliga brúkti í Orðsins
tænastu. Evnini hjá Petur Háberg
gjørdust til signing og íblástur fyri
ungdómin í samkomuni í Ebenezer,
og hansara sálmar og sangir, við
nýskrivaðum løgum av vinmanni
hansara Jens Guttesen, komu at
lyfta lovsangin upp á eitt hægri
andaligt støði í samkomulívinum í
Føroyum sum heild.
100 ára minnishald
Sunnukvøldið
31.
august
var
stórt minningarhald í Ebenezer,
í samband við at júst hendan
dagin vóru 100 ár liðin síðan Petur
William Háberg var borin í heim.
Tað varð litið upp í hendur á
Øssuri Berghamar og Ingu Simon
sen at leggja kvøldið til rættis; og
tað má sigast, at tey hava gjørt eitt
dygdararbeiði, bæði tá tað kem
ur til at hava leita í keldum, til
rættislegging og ikki minst mátin,
sum tey ymisku innsløgini vóru
løgd fram uppá.
Tað var stuttligt at síggja
familjuna hjá Petur Háberg sita á
fremstu stólarøð líka frá ynsktu
familjulimunum til elsta limin í
familjuni, sum var eingin annar
enn sjálv Hjørdis, kona Petur –
vit høvdu nokk ikki átt ein slíkan
Petur Háberg, um Petur ikki fekk
sína Hjørdis!!!
Ovari salur var fullsettur, og
somuleiðis á loftinum. Ebenezer
kórið,
sum
hevur
sungið
og
framvegis
syngur
nógvar
av
sangum Peturs, sæt á sínum
vanliga plássi og fylti minnisløtuna
við sangum og sálmum, sum
Petur Háberg hevur skrivað. Allir
sangirnir, sum vóru sungnir hetta
kvøldið vóru sjálvsagt sangir, sum
Petur hevur skrivað.
Minnast vegleiðararnar
Alexandur Samuelsen, sum sjálvur
kom til trúgv sum ungur drongur,
tá hann hoyrdi Petur tala, bjóðaði
fólkinum vælkomnum og læs
tekstbrotið í Hebrearabrævinum
kapitul 13 ørindi 7: “Minnist vegleið
arar tykkara, sum hava talað Orð
Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu
teir endaðu lív sítt, og eftirfylgi so
trúgv teirra!” Við hesum tekstbroti,
uttan at siga tað, slóg Alexandur
fast, at tað er rætt at hava tílíkar
minnisløtur, tí tær kunna verða
okkum, sum eftir eru, til andaligan
íblástur – og við sínum mergjaðu
sangum er Petur framvegis ein
íblástur til trúgv hjá mongum!
Petur og bíbliuflokkurin
Øssur Berghamar og Svenning av
Lofti, sum stóðu Peturi nær, tá tað
kom til arbeiði í bíbliuflokkinum,
høvdu sínar minnishugleiðingar
um evnaríka og ótroyttiliga arbeiði
hjá Peturi í bíbliuflokkinum, sum
varð hildin hvørt fríggjakvøld í
Nýggjustovu í nýggja Ebenezer.
Teir tóku nakað soleiðis til, at
“har
flokkaðist
ungdómurin
at hoyra Petur tala. Tað var í
bíbliuflokkinum,
at
bólkurin
SANGBRØÐUR sang við stórum
vælsignilsi frá Peturi, sum skilti
tað alneyðuga í nýggjum, góðum
og løttum sangum, tá tað kom til
evangeliums forkynnilsi.”
Øssur og Petur:
“Petur fekk frelsuvissu sum 13 ára
gamal, tá mamma hansara, Malla,
tosaði kærleikans evangelium til
son sín, og orð hennara virkaðu frið
í hansara óttasligna sinni.”
“Petur
setti
síni
spor;
vit
minnast hann sum ein hin mest
evnaríka,
litríka
talaran
og
undangongumann í samkomum
okkara.”
“Mítt ættarlið minnist hann sum
tann, ið byrjaði bíbliuflokkin í
Gamla Ebenezer. Eg var 13 ára
gamal, tá eg kom í bíbliuflokkin hjá
Peturi.”
“Hetta vóru fantastiskir bíbliutímar
á ógvuliga høgum støði. Hann
inspireraði okkum at vera góð
við bíbliuna og at lesa regluliga í
henni.”
“Petur hevði persónliga umsorgan
fyri okkum ungu, sum eg eisini
merkti, eftir at eg var farin til
Danmarkar.”
Eisini greiddi Øssur frá, hvussu
Petur hevði tað ein myrkan no
vembur-dag sum 29 ára gamal, tá
hann sæt á skrivstovuni, sum lá
úti á Reyni: “Hendan dagin følir
Petur, at sambandi millum hann og
Harran er ikki í lagi, og tað sprettir
ein longsil eftir , at tað má koma í
lagi aftur. Tá er tað, at hann setur
seg at skriva sangin: “Tak meg allan
Harri Jesus,” sum hann ikki ætlaði
skuldi gerast almennur, men sum í
dag er ein almenn perla.”
Zacharias Zachariassen
Zacharias, sum kendi Petur ómeta
liga væl, hevði eisini nakrar hug
leiðingar um tað ávirkan, sum
Petur hevði á hansara unga lív,
tá hann var VVS-lærlingur hjá
Mariu Poulsen í Havn. Zacharias
sigur: “Eg stóð sum negldur til
gólvið í leigukamari mínum í Dr.
Jacobsensgøtu 11, eitt kvøldi seint
í fimtiárunum, tá eg lurtaði eftir
fyrilestri, sum Petur Háberg hevdi
í Útvarpi Føroya um Gamla Sloan.
Eg var júst lidugur at læra, 22
ára gamal, og var stórliga gripin
av tí, sum Petur hevdi sagt um
merkisverda lív og tænastu Gamla
Sloans í Føroyum. Eg kundi ikki
annad enn kasta meg á knøini og
bidja Harran nýta mítt unga lív
onkusvegna onkustadni í líknandi
tænastu fyri Harran.”
“Petur legði altið stóran dent
á trúboðan í øðrum londum, og
royndi bæði í skrift og talu at eggja
ungdóminum í samkomuni at geva
sítt lív til missión.......... miðskeiðis
í sekstiárunum fór “bólturin” á
rull, og stórt tal av trúboðarum úr
Føroyum fóru at virka fyri Harran
nær og fjar kring allan heimin
– ein av fyrstu stuðlunum og
slóðarunum í hesi stóru uppgávu
var Petur Háberg!
Hjørdis Petersen
Abbadótturin, sum er uppkallað
eftir ommu síni, hevdi eisini
nakrar hugleidingar um abban
og ommuna, sum um tad mundi
høvdu bygt sær hús í Krosslíd úti
í Grønlandi. Hjørdis segdi m.a.:
“Tað er við einum stórum takksemi
í mínum hjarta, at hesin maðurin,
sum vit minnast í kvøld skal vera
so tætt at mær, at hann er abbi
mín... eg var 18 ár tá abbi doyði... eg
elskaði at renna yvir til ommu og
abba... abbi var nakað serligt, og
vit høvdu nógvar hugnaligar løtur
í Krosslíð, ikki minst, tá hann setti
meg á knæið og sang við mær... eg
minnist hvussu hugnalig í omma
og abbi vóru um kvøldarnar, tá
omma sat og bant og abbi sat við
eini bók... Eg minnist, tá eg fyrstu
ferð vitnaði í bíbliuklassanum
hjá abba í Ebenezer. Tað var fríur
vitnisburður og eg sat á tí uttasta
stólinum og hjartað bankaði. Abbi
sat har á tvørbonkinum. Í tí eg reisi
meg upp, so hoyri eg abba siga: “ Á
góða!”...Eg minnist abba sum ein
mann, ið gav stafettina víðari til
onnur – lat okkum gera tað sama!”
Jóannes á Váli
Jóannes á Váli hevði eina hugleiðing
um sangin, Á tú sorgbundna sál,
sum Petur yrkti bert 23 ára gamal,
eftir eina vanlukku har fýra mans
sjólótust. Ein av hesum fýra var
abbi Jóannes á Váli, Jóannes
Hansen úti á Váli í Svíni. Hetta
hendi 1. desembur í 1937. Jóannes
hevði verið á samfelagsmøtunum í
Ebenezer í Havn, sum tá vóru hildin
seinast í novembur mánaði. Ávegis
aftur til Svínoyar úr Klaksvík við
gamla Pride, gingu teir burtur í tí
lítla bátinum, sum skuldi seta teir
á land í Svínoynni. Menninir sóust
ongantið aftur. Hesin Jóannes
Minnast tvær persónligheitir
– ein doyr og annar verður føddur
Petur Háberg í góðum árum
William Gibson Sloan