týsdagur 30. september 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 1. oktober 2014 · Nr. 111
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hansen úti í Váli í Svíni hevði
talað á samfelgsmøtunum
fáar dagar undan hendingini,
og tá hevði hann lagt dent
á hvussu alneyðugt tað
er at vera frelstur, tí, sum
hann sjálvur málbar seg:
“Eitt er heilt vist, at á sam
felgsmøtunum næsta ár sita
vit ikki øll her!”
Abbasonurin, Jóannes á
Váli, segði, at hesin sorgartil
burður gav íblástur hjá Petur
Háberg at skriva sangin, Á
tú sorgbundna sál. Longu
í somu viku hevði Jens
Guttesen skrivað lagið til
sangin. Systkini á Váli sungu
sangin á minniskvøldinum í
Ebenezer, har Jóannes hevði
undirspælidð Sangurin er nr.
821 í Songbók Guds Fólks.
Petur og sangirnir
Ein stórur partur av minn
isløtuni vóru sangir hjá
Peturi, sum hann hevur
skrivað undir serligum um
støðum: “Hvat kann sum
navnið Jesus ugga eitt byrða
bróst.” – “Ein lítil genta gekk í
sunnudagsskúla.” – “Skuggar
leingjast, dagur líður.” “Harri
herskaranna.”
“Halleluja
syngur í mínum hjarta.” “Eg
sum ein ferðamaður.” “Tá
tígnandi í undran, Harri
Drottur.” “Eg elski tær bløð
andi hendur.” “Á tú sorg
bundna sál.” “Tak meg allan,
Harri Jesus,” og “Dagur er
liðin.”
Alexandur Samuelsen
Alexandur Samuelsen greid
di nakað soleiðis frá sangi
num, Eg elski tær bløðandi
hendur: “Petur hoyrdi søgu
na um mammuna við teim
“ljótu”
hondunum.
Lítla
dótturin
spurdi
mammu
sína, hví hon hevði so ljótar
hendur. Tá greiddi mamm
an frá, at “tá tú var heilt
lítil, var eldur í húsinum,
men mamma fór inn í brenn
andi húsid fyri at bjarga
tær, og tá fekk eg hesar ljótu
hendurnar!” Tá segði gentan:
“Mamma! ongantið havi eg
sæð so vakrar hendur!” Hen
da søgan gav Peturi íblástur
at skriva sangin: “Eg elski tær
bløðandi hendur!”
Svenning av Lofti endaði
løtuna við einum stuttum
evangeliskum boðskapi, har
hann, júst soleiðis sum Petur
sjálvur vildi havt gjørt tað,
gav eina sterka áheitan um
at venda við til Jesus og lata
seg frelsa við trúgv á Hann.
Gamli Sloan
Fýra dagar seinni, 4. sep
tembur, var aftur fullsett í
Ebenezer. Tá høvdu Øssur
Berghamar og Inga Simonsen
aftur fyrireika eina løtu til
minnis um, at tað júst henda
dagin vóru liðin 100 ár síðani
William Gibson Sloan, vanliga
róptur Gamli Sloan, doyði. Vit
hava ikki stundir at skriva
um hetta, uttan tað, at eisini
hendan løtan var ein góð og
verdug minnisløta um mann
in, sum ótroyttiliga til gon
gu gekk um dalar og fjøll við
boðskapinum um Frelsaran.
Við
hesum
orðum
vilja
vit
minnast
tvær
persónligheitir, William Gib
son Sloan og Petur William
Háberg!
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@olivant.fo